GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA
Hvat skal eg gera, um sonurin ella dóttirin verður happað?
Sonurin sigur, at hann verður happaður í skúlanum. Hvat skalt tú gera? Krevja, at skúlin revsar happaran? Læra sonin at svara aftur? Áðrenn tú tekur eina avgerð, hevði tað verið gott at fingið fleiri upplýsingar um happing. a
Hvat eigi eg at vita um happing?
Hvat er happing? At happa merkir, at onkur við vilja og framhaldandi skaðar ein annan likamliga ella kensluliga. Tí kann øll arging, antin tað er við orðum ella gerðum, ikki roknast sum happing.
Hví hevur tað týdning? Summi brúka orðið „happing“ um allan ljótan atburð, sjálvt um tað bara er okkurt smávegis. Men um tú blandar teg uppí, hvørja ferð onkur ger soninum hjá tær fortreð, kundi tú givið honum ta fatan, at hann ikki er førur fyri at loysa trupulleikar sjálvur – og tað hevur hann brúk fyri at duga nú og sum vaksin.
Meginregla í Bíbliuni: „Ver ikki snarur í sinninum at verða illur.“ – Prædikarin 7:9.
Niðurstøðan: Í summum førum noyðist tú kanska at leggja uppí, men í øðrum førum kanst tú geva soninum møguleika at læra at klára eina ringa støðu og loysa ósemjur við onnur. – Kolossebrævið 3:13.
Men hvat um sonurin sigur, at onkur við vilja blívur við at arga og plága hann?
Hvussu kann eg hjálpa?
Lurta tolin eftir soninum. Finn út av, (1) hvat gongur fyri seg, og (2) hví hann verður happaður. Ger ikki nakra niðurstøðu, fyrr enn tú veitst alt um málið. Spyr teg sjálvan: ’Kundi okkurt verið, sum ikki er komið fram?’ Fyri at fáa alla myndina skalt tú kanska tosa við læraran ella við foreldrini hjá happaranum.
Meginregla í Bíbliuni: „Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.“ – Orðtøkini 18:13.
Er talan um happing, skalt tú hjálpa soninum at skilja, at støðan kann blíva betri ella verri, alt eftir hvat hann ger ella sigur. Bíblian sigur til dømis: „Milt svar stillar bræði, men særandi orð vekur vreiði.“ (Orðtøkini 15:1) Ja, hevnd kann geva baksláttur, so happingin versnar heldur enn at batna.
Meginregla í Bíbliuni: „Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð.“ – 1. Pætursbræv 3:9.
Greið soninum frá, at hann ikki er veikur, um hann letur vera við at hevna seg. Nei, tað er tvørturímóti tekin um styrki, tí so letur hann seg ikki stýra av øðrum. Soleiðis vinnur sonurin á happaranum uttan sjálvur at happa.
Tað er serliga umráðandi, at sonurin hevur hetta í huga, um hann verður happaður á netinum. Svarar sonurin aftur, leggur hann upp til eitt orðakríggj á netinum og verður kanska sjálvur ein happari. Viðhvørt er besta svarið einki svar. Tað kann fáa happaran at halda uppat, og soleiðis fær sonurin hjá tær stýringina.
Meginregla í Bíbliuni: „Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út.“ – Orðtøkini 26:20.
Í summum førum kann sonurin lata vera við at fara har, sum hann lætt verður happaður. Veit hann til dømis, hvar ein ávísur persónur ella bólkur er, kann hann sleppa sær undan vandanum og fara ein annan veg.
Meginregla í Bíbliuni: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól, men fávitskut halda fram og noyðast at bøta.“ – Orðtøkini 22:3.
ROYN HETTA: Hjálp soninum at hugsa um fyrimunir og vansar við teimum møguleikunum, hann hevur. Her eru nakrir spurningar at hugsa um:
Hvat hendir, um hann bara letur sum einki, tá ið hann verður happaður?
Hvat um hann við sjálvsáliti biður happaran halda uppat?
Hvat um hann sigur við læraran, at hann verður happaður?
Fær hann steðgað happaranum við at vera fittur og humoristiskur?
Ongar støður eru líka, sama um happingin gongur fyri seg á netinum ella andlit til andlits. So royn saman við soninum at finna eina loysn, hann kann brúka. Vissa hann um, at tú stuðlar og hjálpir honum.
Meginregla í Bíbliuni: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.
a Í greinini verður barnið umrøtt sum drongur, men meginreglurnar eru eisini galdandi fyri gentur.