GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR
Tit mugu verja tykkara børn ímóti pornografi
„Tað var ikki tað, at vit ikki vistu, hvussu farligt pornografi er, tí tað gjørdu vit. Men vit vistu ikki, at dóttirin so lætt kundi koma fram á tað.“ – Nicole.
Í hesi greinini:
Hvat skulu tit vita?
Børn kunnu koma fram á pornografi, meðan tey eru heilt lítil. Kanningar vísa, at miðalaldurin hjá børnum er 11 ár, tá ið tey síggja pornografi fyri fyrstu ferð.
Børn kunnu koma fram á pornografi, sjálvt um tey ikki leita eftir tí. Til dømis kunnu tey koma fram á pornografiskt tilfar, meðan tey leita eftir onkrum øðrum á netinum ella eru á sosialu miðlunum. Lýsingar við pornografiskum innihaldi kunnu poppa upp, meðan tey spæla spøl á netinum. Pornografi kann koma í ymiskum formi, og tað mest vanliga eru myndir og video. Men tað er eisini lætt at finna tekstir og poddvarp á netinum við erotiskum innihaldi.
Eitt annað, sum foreldur mugu hugsa um, er, at børn kunnu fáa seksuelt tilfar sendandi elektroniskt, til dømis gjøgnum ymiskar appir. Í eini kanning har meira enn 900 ung fólk luttóku, svaraðu næstan 90 prosent av gentunum og næstan 50 prosent av dreingjunum, at floksfelagarnir javnan sendu teimum myndir ella video av naknum fólki.
Pornografi er ofta harðligt. Tað best umtókta slagið av pornografi, sum eisini er lættast at finna, inniheldur ofta harðskap, sum vanliga gongur út yvir kvinnur.
Pornografi er skaðiligt fyri børn. Kanningar vísa, at tað er meira sannlíkt, at børn, sum hyggja eftir pornografi, …
klára seg illa í skúlanum
fáa angist, tunglyndi og minnilutakenslur
halda, at tað er vanligt at noyða onnur til at gera okkurt seksuelt
Niðurstøðan: Pornografi er skaðiligt fyri børn, men foreldur kunnu verja tey ímóti tí.
Meginregla í Bíbliuni: „Hesi orð, sum eg í dag áleggi tær, skalt tú goyma í hjartanum; tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp.“ – 5. Mósebók 6:6, 7.
Hvussu kunnu tit verja tykkara børn ímóti pornografi?
Tit mugu seta tykkum inn í tingini. Tit mugu royna at finna út av, nær tað er størstur vandi fyri, at tykkara børn kunnu koma fram á pornografi. Hava tey til dømis atgongd til internetið í fríkorterunum?
Setið tykkum inn í, hvørjar trygdarfunkur eru á telefonini hjá børnunum. Finnið eisini út av, hvørjar appir tey hava, og hvørji spøl tey spæla. Til dømis kann mann í summum appum senda boð, sum hvørva av sær sjálvum eftir stuttari tíð, og tað ger, at mann kann senda boð, myndir ella video við pornografiskum innihaldi, uttan at onnur uppdaga tað. Og pornografi er í fleiri og fleiri spølum á netinum. Í nøkrum av teimum kann mann enntá sjálvur vera við til okkurt seksuelt.
„Eg havi av egnum royndum lært, at viss børn hava eina telefon, er tað viktigt, at foreldrini vita, hvussu tey kunnu aktivera foreldrastýringina, og hvussu tey kunnu halda eyga við, hvat børnini brúka telefonina til.“ – David.
Meginregla í Bíbliuni: „Hjarta hins vitiga keypir kunnskap.“ – Orðtøkini 18:15.
Gerið alt, tit kunnu, fyri at tykkara børn ikki skulu koma fram á pornografi. Gerið nakað ítøkiligt fyri at minka um vandan. Tit kunnu til dømis syrgja fyri, at telefonirnar hjá børnunum og allar aðrar eindir heima hjá tykkum eru stillaðar soleiðis, at pornografiskt tilfar verður blokerað. Tit mugu aktivera foreldrastýringina á øllum eindum og kenna øll loyniorðini, sum børnini brúka.
„Eg havi aktiverað foreldrastýringina á øllum eindunum, sum vit hava heima, og eg havi stillað sjónvarpið soleiðis, at sonurin ikki kann síggja allar rásir. Eg kenni eisini loyniorðið til telefonina hjá honum.“ – Maurizio.
„Dreingirnir hjá mær sleppa ikki at hyggja eftir videoum í kamarinum við afturlatnari hurð. Og teir sleppa ikki at hava telefonina við inn í kamarið, tá ið teir skulu sova.“ – Gianluca.
Meginregla í Bíbliuni: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól.“ – Orðtøkini 22:3.
Tit mugu fyrireika børnini. Ein mamma, sum eitur Flavia, sigur: „Nøkur foreldur vilja ikki tosa við børnini um pornografi og billa sær inn, at tað ikki verður ein trupulleiki hjá akkurát teirra børnum.“ Onnur foreldur vilja kanska ikki tosa við børnini um pornografi, tí tey eru bangin fyri, at børnini so bara blíva meira forvitin. Men tað er farligt at hugsa soleiðis. Tað er betri at læra børnini um vandarnar við pornografi, áðrenn tey sjálvi koma fram á tað. Hvussu kunnu tit gera tað?
Lærið tey yngru børnini, hvat tey skulu gera, viss tey koma fram á okkurt óhóskandi. Tey kunnu til dømis blunda ella sløkkja eindina. Og biðið tey fortelja tykkum, hvat tey hava sæð ella hoyrt. a
„Vit byrjaðu at tosa við sonin hjá okkum um, hvussu farligt pornografi er, tá ið hann var heilt lítil. Tá ið hann var umleið 11, byrjaðu pornografiskar lýsingar at poppa upp í einum spæli, sum hann hevði tikið niður á telefonina. Samstundis kom ein kjattur fram, har hann bleiv biðin um at senda myndir av sær sjálvum. Av tí at vit frammanundan høvdu tosað um, hvat hann skuldi gera í eini sovorðnari støðu, kom hann beinanvegin og fortaldi, hvat var hent.“ – Maurizio.
Meginregla í Bíbliuni: „Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, táið hann verður gamal.“ – Orðtøkini 22:6.
Hjálpið teimum eldru børnunum at standa ímóti freistingini at hyggja eftir, lurta eftir ella lesa pornografiskt tilfar. Tit kunnu kanska fáa børnini at skriva nakrar av teimum reglunum niður, sum tit hava avtalað í familjuni, til dømis hvussu tey skulu reagera, viss tey koma fram á pornografiskt tilfar, og hví tey skulu reagera soleiðis. Tey kunnu eisini skriva, hvørjar avleiðingar tað fær, viss tey hyggja eftir pornografi við vilja. Avleiðingarnar kunnu vera, at foreldrini missa álitið á teimum, børnini kunnu missa sjálvsvirðið og skaða sítt samband við Jehova. b
„So hvørt sum børnini blíva eldri, hava tey brúk fyri meira hjálp til at standa ímóti freistingini at hyggja eftir pornografi. Tað er gott at hjálpa teimum at hugsa um, hvørjar avleiðingar tað fær upp á longri sikt.“ – Lauretta.
„Tað er gott, at børnini skilja, hvussu farligt pornografi er. Men viss tey eisini skilja, hvat Jehova heldur um tað, verður tað lættari hjá teimum at halda seg frá tí.“ – David.
Meginregla í Bíbliuni: „Vísdómur gevur lívd [ella verju].“ – Prædikarin 7:12, Dahl/Viderø.
Gott samskifti. Tað ljóðar kanska ótrúligt, men børn vilja faktiskt gjarna tosa við foreldrini um tað seksuella, eisini um pornografi. Rachel de Souza, sum arbeiðir við rættindum hjá børnum í Onglandi, sigur: „Tey greiðu boðini frá børnunum eru: tosa ofta um tað og byrja tíðliga. Børn vilja gjarna tosa um sovorðið, alt eftir hvat passar til aldurin. Og so hvørt sum tey blíva eldri, hava tey brúk fyri at vita meira.“
„Tá ið eg vaks upp, vóru nøkur ting, sum foreldrini ongantíð tosaðu við meg um. Eg vildi ynskt, at vit høvdu tosað meira opið saman. Nú eri eg sjálv blivin mamma, og eg royni javnan at tosa við børnini um sex upp á ein natúrligan máta.“ – Flavia.
Hvat kunnu tit gera, viss eitt av børnunum hevur sæð pornografi?
Verið rólig. Ansið eftir, at tit ikki yvirreagera, viss tit uppdaga, at eitt av børnunum hevur sæð, lurtað eftir ella lisið okkurt pornografiskt tilfar. Hann ella hon er kanska longu illa við, í sjokk ella hevur ringa samvitsku. Viss tit blíva ill, gera tit tað bara verri. Og so er tað minni sannlíkt, at hann ella hon vil snakka við tykkum um tað eina aðru ferð.
Meginregla í Bíbliuni: „Tann, sum er sparin í orðum sínum, er klókur, og róligur í sinni er hin vitigi maðurin.“ – Orðtøkini 17:27.
Finnið út av, hvat er hent. Roknið ikki bara við, at tit vita, hvat er hent, men setið spurningar fyri at finna út av, hvussu børnini komu fram á pornografi. Var tað til dømis, tí onkur sendi teimum eina mynd, ella funnu tey tað sjálvi? Var tað fyrstu ferð, tey sóu pornografi, ella høvdu tey sæð tað fyrr? Var eindin stillað soleiðis, at hon skuldi blokera óhóskandi innihald, og var foreldrastýringin aktiverað? Um so er, royndu tey so at sleppa uttan um blokeringarnar? Minnist til, at málið er at fáa eitt prát í lag við børnini, ikki at avhoyra tey.
Meginregla í Bíbliuni: „Ráð í hjarta mansins eru djúp vøtn; men vitigur maður dregur tey upp.“ – Orðtøkini 20:5.
Gerið nakað. Viss tað var eitt mistak, at eitt av børnunum kom fram á pornografi, kann tað vera, at tit noyðast at broyta okkurt í foreldrastýringini ella blokeringunum á eindini hjá honum ella henni.
Viss tit finna út av, at hann ella hon leitaði eftir pornografi, mugu tit forklára upp á ein týðiligan, men kerligan máta, hví tað ikki er gott. Tit kunnu tosa við børnini um bíbliuørindi, sum til dømis Job 31:1, Sálm 97:10 og Sálm 101:3 c, og royna at hjálpa teimum, so tey sjálvi fáa hug at halda seg frá pornografi. Og sigið við tey, at tit eina ferð um vikuna fara at spyrja tey, hvussu tað gongur, og um tit kunnu gera nakað meira fyri at hjálpa teimum.
Meginregla í Bíbliuni: „Eggið ikki børn tykkara til vreiði, nei, fostrið tey upp í tykt og áminning Harrans!“ – Efesusbrævið 6:4.
a Í greinini „Hvussu kunnu foreldur tosa við børnini um sex?“ eru uppskot um, hvussu foreldur kunnu tosa við børnini um sex, alt eftir hvat passar til aldurin.
b Nøkur dømi um, hvat børnini kunnu skriva niður, eru at finna á uppgávuarkinum „Hvordan man afviser pornografi“.
c Tit kunnu eisini tosa saman um hesa greinina: „Hví skalt tú halda teg burtur frá pornografi?“