Far beinleiðis til innihaldið

Sjúklingar, sum eru Jehova vitni, koma ofta skjótari fyri seg

Sjúklingar, sum eru Jehova vitni, koma ofta skjótari fyri seg

AVSTRALIA: „Sjúklingar, sum eru Jehova vitni, og sum ikki vilja hava blóðflutning vegna sína trúgv, klára seg í roynd og veru betur enn aðrir sjúklingar,“ skrivar tíðindablaðið The Sydney Morning Herald tann 2. oktober 2012.

Greinin endurgevur James Isbister, sum er kliniskur professari á Sydney Medical School á universitetinum í Sydney. „Isbister professari segði, at Jehova vitni ofta fáa eina betri viðgerð, tí læknarnir royna at avmarka blóðmissin hjá teimum. Hetta ger, at kjansurin fyri at yvirliva er størri, og at tey eru innløgd í styttri tíð enn sjúklingar, sum fáa blóðflutning undir skurðviðgerð,“ skrivar tíðindablaðið.

Isbister professari er als ikki tann einasti, sum hevur hetta sjónarmiðið. Tíðarritið Archives of Internal Medicine, 13.-27. august 2012, sigur um sjúklingar, sum eru Jehova vitni og hava fingið hjartaskurðviðgerð: „Jehova vitni høvdu færri bráðfeingis komplikatiónir og vóru innløgd í styttri tíð enn sjúklingar í somu støðu, sum fingu blóðflutning.“