Hevur Bíblian sagt frá, hvussu menniskju skuldu hugsa og uppføra seg í dag?
Bíblian svarar
Ja, Bíblian hevur sagt, at tey flestu menniskjuni skuldu broyta seg til tað verra á okkara døgum. Hon fortelur, at nógv skuldu leggja lítið í høgar moralnormar og sosial virði. a (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Men Bíblian hevur eisini sagt frá, at nøkur fólk á okkara døgum skuldu fara ímóti streyminum. Tey skuldu við Guds hjálp standa ímóti tí negativa trýstinum og læra at hugsa og uppføra seg, soleiðis sum Gud vil, at vit skulu. – Esaias 2:2, 3.
Í hesi greinini:
Hvat hevur Bíblian sagt um, hvussu menniskju skuldu hugsa og uppføra seg í dag?
Bíblian nevnir fleiri negativ lyndi og negativar gerðir, sum skuldu eyðkenna fólk á okkara døgum, og alt skuldi koma av egoismu. Fólk skuldu vera „ófráhaldandi“, „góð við seg sjálv“ og „elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud“. – 2. Timoteusarbræv 3:2-4.
Henda profetiin passar virkuliga. Nógv í dag hugsa bara um seg sjálvi – hvat tey hava hug til, hvat er gott hjá teimum, hvat kann geva teirra lívi meining og so víðari. Hesin hugburðurin er so vanligur, at nøkur, sum eru fødd í einum ávísum tíðarskeiði, blíva rópt „eg-ættarliðið“, ja, enntá „eg-eg-eg-ættarliðið“. Nógv eru so upptikin av sær sjálvum, at tey ikki hava „kærleika til hitt góða“, altso ikki duga at virðismeta góðar eginleikar. Og nøkur eru „ótakksom“ og halda ikki, at tað er neyðugt at siga takk, tá ið onnur gera okkurt fyri tey. – 2. Timoteusarbræv 3:2, 3.
Egoisma fær eisini aðrar keðiligar eginleikar fram í menniskjum. Sambært Bíbliuni skuldu hesir eginleikarnir vera vanligir á okkara døgum:
Grammleiki. Nógv elska pengar. Tey halda, at inntøka og ognir vísa, hvussu væl tað gongst teimum í lívinum. – 2. Timoteusarbræv 3:2.
Stoltleiki. Nógv eru reyput, stolt og sjálvglað. (2. Timoteusarbræv 3:2, 4) Tey gera ofta ov nógv av, tá ið tey tosa um seg sjálvi og um tað, sum tey eiga, og tað, sum tey duga.
Útspilling. Bíblian sigur, at nógvir spottarar og baktalarar skuldu vera allastaðni. (2. Timoteusarbræv 3:2, 3) Hesi hugtøkini kunnu vísa til nøkur, sum tosa ilt um ella lúgva um onnur fólk ella um Gud.
Treiskleiki. Nógv eru illoyal, tvør, svikafull og treisk. (2. Timoteusarbræv 3:2-4) Hesir eginleikarnir gera, at tey ikki vilja semjast við onnur, finna loysnir ella halda sínar avtalur.
Harðskapur. Nógv í dag hava stutt fjús, og tá ið tey blíva ill, verða tey ofta harðlig og aggressiv. – 2. Timoteusarbræv 3:3.
Óndskapur. Jesus segði, at lógloysið, ella óndskapurin, skuldi vaksa á okkara døgum. (Matteus 24:12) Hann segði eisini, at nógvur ófriður og uppreistur skuldi vera. – Lukas 21:9.
Manglandi kærleiki. Nógv vilja ikki akta síni foreldur, og hjá nógvum fellur tað ikki natúrligt at elska familjuna. (2. Timoteusarbræv 3:2, 3) Av tí sama forsøma tey sína familju. Og harðskapur og kynsligur ágangur kemur tíverri alt for ofta fyri í familjum.
Hyklarí. Fleiri og fleiri fólk lata bara sum um, at tey eru religiøs. (2. Timoteusarbræv 3:5) Í staðin fyri at fylgja Guds normum, lurta tey eftir trúarleiðarum, sum fortelja teimum tað, sum tey vilja hoyra. – 2. Timoteusarbræv 4:3, 4.
Hvørja ávirkan skuldu egoistisk fólk hava á onnur?
Tað, at nógv bara hugsa um seg sjálvi, hevur gjørt, at fleiri enn nakrantíð stríðast við sálarligar og kensluligar trupulleikar. (Prædikarin 7:7) Vit kunnu taka nøkur dømi: Fleiri, sum elska pengar, útnytta onnur. Tey, sum mangla natúrligan kærleika, fara kanska illa við øðrum í familjuni, og tað kann føra til tunglyndi ella sjálvmorðstankar hjá teimum raktu. Og fólk, sum eru svikafull og illoyal, geva øðrum kenslulig arr.
Hví skuldu fólk sum heild broyta seg til tað verra?
Bíblian fortelur okkum, hvat býr undir hesi broytingini:
Kærleikin til Gud og onnur menniskju minkar. (Matteus 24:12) Og tað ger, at fólk hugsa meira um seg sjálvi.
Satan Djevulin er blakaður út úr himli og ger um seg á jørðini. (Opinberingin 12:9, 12) Av tí at hann hevur so ringa ávirkan á menniskjuni, eru tey blivin meira og meira egoistisk. – 1. Jóhannesarbræv 5:19.
Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til fólk, sum broyta seg til tað verra?
Guds orð sigur, at vit skulu halda okkum burtur frá teimum. (2. Timoteusarbræv 3:5) Tað merkir ikki, at vit skulu avbyrgja okkum frá fólki í samfelagnum. Men vit skulu ikki vera góðir vinir við tey, sum eru egoistisk og einki leggja í Gud. – Jákupsbrævið 4:4.
Skuldu øll broyta seg til tað verra?
Nei. Sambært Bíbliuni skuldu nøkur „suffa og vena seg“ um alt tað ræðuliga, sum fer fram. (Ezekiel 9:4) Tey skuldu fylgja Guds normum og ikki bara gera tað, sum tey sjálvi høvdu hug til. Teirra máti at tosa og uppføra seg uppá skuldi vera nógv øðrvísi enn hjá teimum flestu. (Malakias 3:16, 18) Til dømis skuldu tey royna at halda frið við øll menniskju og nokta at fara í kríggj ella brúka harðskap. – Mika 4:3.
Verður mannasamfelagið tað reina kaos?
Nei. Mannasamfelagið fer ikki at smokka fullkomiliga saman. Gud fer skjótt at beina fyri øllum, sum nokta at fylgja hansara normum. (Sálmur 37:38) Hann fer at skapa eina „nýggja jørð“, tað vil siga eitt nýtt mannasamfelag her á jørðini. Tá fara eyðmjúk menniskju at liva saman í friði í allar ævir. (2. Pætursbræv 3:13; Sálmur 37:11, 29) Hetta er ikki bara ein dreymur. Longu nú hjálpir Bíblian fólki at broyta seg, so tey kunnu liva soleiðis, sum Gud vil hava tey at liva. – Efesusbrævið 4:23, 24.
a Profetiir í Bíbliuni og heimsviðurskiftini vísa, at vit liva „á síðstu døgum“, og tá skuldu vera „torførar tíðir“. (2. Timoteusarbræv 3:1) Í greinini „Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?“ fært tú meira at vita.