Hvat sigur Bíblian um páskasiðirnar nú á døgum?
Bíblian svarar
Páskahaldið, sum vit kenna tað í dag, er ikki grundað á Bíbliuna. Hyggja vit nærri at søguni, síggja vit hvaðani tað veruliga stavar, nevniliga frá fornaldar fruktbærissiðum. Her eru nøkur dømi:
Navn. Páskirnar í kristinheiminum verða róptar Easter á enskum. Um hetta orðið sigur Encyclopædia Britannica: „Enska navnið Easter er av ókendum uppruna; anglosaksiski presturin, Beda Venerabilis, sum livdi í 8. øld, avleiddi tað av navninum Eostre, sum er navnið á anglosaksisku várgudinnuni.“ Onnur seta navnið í samband við fønikisku fruktbærisgudinnuna Astartu, sum svaraði til bábylonsku Isjtar.
Harur og kaninir. Hesar fruktbærisímyndirnar stava frá „gomlum heidnum várveitslum, sum vórðu hildnar í Evropa og Miðeystri“. – Encyclopædia Britannica.
Egg. Sambært eini handbók er tað at leita eftir páskareggum, sum páskaharan er komin við, „ikki bert eitt barnaspæl, men ein leivd frá einum fruktbærissiði“. (Funk & Wagnalls Standard Dictionary of Folklore, Mythology and Legend) Summar mentanir mettu pyntaða páskareggið „sum verandi fruktagott, heilsugott og okkurt, sum skuldi verja ímóti óndum.“ – Højtider og fester.
Nýggjur páskabúni. „Tað varð mett at vera ófólkaligt og at hava óeydnu við sær at heilsa skandinavisku várgudinnuni, Ostaru, í nøkrum øðrum enn nýggjum búna.“ – The Giant Book of Superstitions.
Gudstænastur við sólarris. Hesar hava verið settar í samband við halgisiðir, sum sóltilbiðjarar í fornari tíð framdu „við várjavndøgur sum eina vælkomuheilsan til sólina og hennara makt at geva øllum grógvandi nýtt lív.“ – Celebrations – The Complete Book of American Holidays.
Ein bók um høgtíðir lýsir væl upprunan til páskasiðirnar: „Eingin ivi er um, at kirkjan í fyrstu tíð síni tók hesar gomlu heidnu siðirnar til sín og gav teimum kristnan dám.“ – The American Book of Days.
Bíblian ávarar okkum ímóti at fylgja siðvenjum, sum Gudi ikki dámar. (Markus 7:6-8) Í 2. Korintbrævi 6:17 stendur: „Skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint!“ Páskahaldið, sum er vanligt millum kristin nú á døgum, hevur heidnan uppruna, og tey, sum vilja gleða Gud, taka ikki lut í slíkum hátíðarhaldi.