Sigur Bíblian, at tað er skeivt at gleðast um kynslívið?
Bíblian svarar
Bíblian sigur ikki, at tað er skeivt at gleðast um kynslívið, men vísir tvørturímóti, at tað er ein gáva frá Gudi til hjún. Hann skapti menniskjuni sum „mann og kvinnu“ og segði, at tað, sum hann hevði gjørt, var „sera gott“. (1. Mósebók 1:27, 31) Tá ið hann leiddi fyrsta mannin og kvinnuna saman í hjúnalag, segði hann, at tey skuldu „verða eitt hold“. (1. Mósebók 2:24) Hetta fevndi um, at tey kundu gleðast um kynsliga samlívið og vera tætt knýtt kensluliga.
Gleðin, sum menn kenna í hjúnalagnum, verður lýst við hesum orðum í Bíbliuni: „Gleð teg í konu ungdóms tíns! ... Barmur hennara lívgi teg altíð, ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara!“ (Orðtøkini 5:18, 19) Gud vil eisini, at giftar konur skulu gleðast um kynslívið. Bíblian sigur: „Menn og konur skulu nøkta kynsliga tørvin hjá hvørjum øðrum.“ – 1. Korintbræv 7:3, God’s Word Bible.
Eru nakrar avmarkingar?
Gud sigur, at kynslívið bara er fyri tvey, sum eru gift við hvørjum øðrum. Tað síggja vit í Hebrearabrævinum 13:4: „Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.“ Maður og kona mugu vera trúgv móti hvørjum øðrum og halda sítt hjúnabandslyfti. Tað, sum gevur størstu gleðina, er ikki at nøkta sín egna tørv, men at fylgja bíbilsku meginregluni: „Sælari er at geva enn at fáa.“ – Ápostlasøgan 20:35.