Hvørji fáa navn sítt skrivað í „bók lívsins“?
Bíblian svarar
Í „bók lívsins“, sum eisini verður rópt ein „minnisbók“, standa nøvnini á teimum, sum hava møguleika at fáa ævigt lív. (Opinberingin 3:5; 20:12; Malakias 3:16) Tey, sum Gud skrivar í hesa bókina, eru tey, sum eru trúføst og lýðin móti honum. – Jóhannes 3:16; 1. Jóhannesarbræv 5:3.
Gud minnist hvønn einasta av sínum trúføstu tænarum so væl, sum hevði hann skrivað nøvnini á teimum í eina bók, líka frá „heimurin varð grundaður“. (Opinberingin 17:8) Trúfasti maðurin Ábel var helst tann fyrsti, sum varð skrivaður í lívsins bók. (Hebrearabrævið 11:4) Men lívsins bók er ikki bara ein ópersónligur navnalisti. At ein slík bók er til, fortelur okkum, at Jehova er ein kærligur Gud, sum „kennir Síni“. – 2. Timoteusarbræv 2:19; 1. Jóhannesarbræv 4:8.
Kunnu nøvn strikast úr „bók lívsins“?
Ja. Gud segði um ólýðin fólk í fortíðar Ísrael: „Tann, ið syndað hevur móti Mær, hann skal Eg strika út úr bók Míni.“ (2. Mósebók 32:33) Men eru vit trúføst, verður navn okkara standandi í „bók lívsins“. – Opinberingin 20:12.