Hví skulu vit biðja í Jesu navni?
Bíblian svarar
Vit skulu biðja í Jesu navni, tí tað er bara soleiðis, at Gud kann góðkenna, at vit venda okkum til hansara. Jesus segði: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ (Jóhannes 14:6) Jesus segði eisini við sínar trúføstu ápostlar: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum.“ – Jóhannes 16:23.
Fleiri grundir til at biðja í Jesu navni
Vit æra Jesus og faðir hansara, Jehova Gud. – Filippibrævið 2:9-11.
Vit vísa, at vit virðismeta, at Gud læt Jesus geva sítt lív, so vit kunnu blíva frelst. – Matteus 20:28; Ápostlasøgan 4:12.
Vit viðurkenna serliga leiklutin hjá Jesusi sum millummaður millum Gud og menniskju. – Hebrearabrævið 7:25.
Vit virða Jesu tænastu sum høvuðspresturin, ið kann hjálpa okkum at fáa eitt gott samband við Gud. – Hebrearabrævið 4:14-16.