Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um dinosaurar?

Hvat sigur Bíblian um dinosaurar?

Bíblian svarar

 Bíblian sigur einki ítøkiligt um dinosaurar. Men hon sigur, at Gud „hevur skapt alt“, so sjálvandi hevur hann eisini skapt teir. a (Opinberingin 4:11) Hóast Bíblian ikki beinleiðis nevnir dinosaurar, nevnir hon bólkar av dýrum, sum teir kundu hoyrt uppí:

Hava dinosaurar ment seg frá øðrum dýrum?

 Dinosaurar vísa seg knappliga í steinrenningum, ikki so líðandi sum við eini menning. Hetta samsvarar við tað, sum Bíblian sigur um, at Gud hevur skapt øll dýrini. Til dømis stendur um Gud í Sálmi 146:6, at hann „skapti himmal, jørð, hav, og alt, sum teimum er í“.

Nær livdu dinosaurarnir?

 Bíblian nevnir, at sjódýrini og landdýrini vórðu skapt fimta og sætta skapanardagin, ella skapanartíðarskeiðið. b (1. Mósebók 1:20-25, 31) Dinosaurar kunnu altso sambært Bíbliuni hava verið til í eitt longri tíðarskeið.

Vóru Behemot og Livjatan dinosaurar?

 Nei. Hóast vit ikki við vissu kunnu siga, hvørji hesi dýrini eru, sum eru nevnd í Jobs bók, verður vanliga hildið, at Behemot sipar til áarrossið, og Livjatan til krokodilluna. Hetta passar væl við, hvussu hesi dýrini verða lýst í Bíbliuni. (Job 40:10-18; 40:20; 41:5-8, 22) Orðingarnar „Behemot“ og „Livjatan“ kunnu undir øllum umstøðum ikki sipa til dinosaurar, tí Gud bað Job eygleiða hesi dýrini, og Job livdi langt eftir, at dinosaurarnir vóru útdeyðir. – Job 40:11, 27.

Hvat hendi við dinosaurunum?

 Bíblian nevnir einki um, hvussu og nær dinosaurarnir hvurvu. Men hon sigur, at alt bleiv skapt, „tí [Gud] vildi tað“, so Gud hevði eyðsæð eitt endamál við at skapa dinosaurarnar. (Opinberingin 4:11) Tá ið endamálið var rokkið, læt Gud dinosaurarnar doyggja út.

a Steinrenningar prógva, at dinosaurar hava livað. Í roynd og veru vísa steinrenningar, at tað í eina tíð vóru ógvuliga nógvir dinosaurar í ymiskum skapi og stødd.

b Í Bíbliuni kann orðið ’dagur’ sipa til tíðarskeið, sum vara fleiri túsund ár. – 1. Mósebók 1:31; 2:1-4; Hebrearabrævið 4:4, 11.