Kann Djevulin ávirka menniskju?
Bíblian svarar
Djevulin og illu andarnir ávirka fólk so nógv, at Bíblian sigur: „Allur heimurin er í valdinum hjá tí ónda.“ (1. Jóhannesarbræv 5:19, Nýggi Sáttmálin) Bíblian vísir, hvussu Djevulin ávirkar fólk.
Svik. Bíblian eggjar kristnum til at ’standa móti svikaálopum Djevulsins’. (Efesusbrævið 6:11) Eitt av hansara svikaálopum er at fáa fólk at halda, at hansara viðhaldsfólk í veruleikanum tæna Gudi. – 2. Korintbræv 11:13-15.
Okkultisma. Djevulin villleiðir menniskju við andamanarum, spámonnum og teimum, sum fáast við stjørnuspáfrøði. (5. Mósebók 18:10-12) Rúsevnismisnýtsla, hypnosa og meditatión, sum tømir sinnið, er eisini nakað, sum setur ein persón í vanda fyri at blíva ávirkaður av illum andum. – Lukas 11:24-26.
Falskur átrúnaður. Átrúnaðir, sum bera fram falskar lærur, fáa fólk at vera ólýðin móti Gudi. (1. Korintbræv 10:20) Bíblian rópar sovorðnar falskar lærur fyri „lærdómar ilra anda“. – 1. Timoteusarbræv 4:1.
Settur av illum andum. Bíblian fortelur um nøkur, sum blivu sett, ella stýrd, av illum andum. Av og á gjørdu illu andarnir fólk blind ella stumm ella fingu tey enntá at skaða seg sjálv. – Matteus 12:22; Markus 5:2-5.
Hvussu sleppa vit undan at verða ávirkað av Djevulinum?
Tær nýtist ikki at vera bangin fyri, at illir andar skulu fáa vald á tær, tí Bíblian vísir, hvussu tú kanst standa ímóti Djevulinum:
Finn út av, hvørjar mannagongdir Djevulin brúkar, so tú ikki ert ’ókunnigur við tað, sum hann hevur í huga’. – 2. Korintbræv 2:11.
Fá tær kunnleika úr Bíbliuni, og brúka tað, sum tú lærir. Tá ið tú livir eftir meginreglunum í Bíbliuni, verður tú vardur ímóti Djevulinum. – Efesusbrævið 6:11-18.
Slepp tær av við alt, sum hevur nakað við illar andar at gera. (Ápostlasøgan 19:19) Tað fevnir um tónleik, bøkur, bløð, plakatir og filmar, sum fremja okkultismu.