Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er eldsjógvurin, helviti og Gehenna?

Hvat er eldsjógvurin, helviti og Gehenna?

Bíblian svarar

 Eldsjógvurin ímyndar æviga burturbeining og er tað sama sum Gehenna, sum í nøkrum bíbliutýðingum verður endurgivið við „helviti“.

Ikki ein bókstavligur sjógvur

 Tey fimm bíbliuørindini, sum nevna „eldsjógvin“, vísa, at tað er ein ímyndarligur sjógvur og ikki ein bókstavligur sjógvur. (Opinberingin 19:20; 20:10, 14, 15; 21:8) Hesi verða kastað í eldsjógvin:

Ímyndar æviga burturbeining

 Bíblian sigur, at eldsjógvurin „er hin annar deyðin“. (Opinberingin 20:14; 21:8) Fyrsta slagið av deyða, sum verður umrøtt í Bíbliuni, var eitt úrslit av syndini hjá Ádami. Tað ber til at fáa eina uppreisn úr hesum deyðanum, og Gud fer við tíðini at beina fyri honum. – 1. Korintbræv 15:21, 22, 26.

Tað ber ikki til at verða fríaður úr ímyndarliga eldsjógvinum

 Eldsjógvurin umboðar eitt annað slag av deyða. Hóast hesin deyðin eisini umboðar eina støðu uttan virksemi, er hann øðrvísi, tí Bíblian sigur einki um eina uppreisn úr hesum deyðanum, sum er hin annar deyðin. Til dømis sigur Bíblian, at Jesus hevur „lyklar deyðans og deyðaríkisins“. Tað vísir, at hann hevur myndugleika til at fría menniskju frá tí deyðanum, sum er eitt úrslit av syndini hjá Ádami. (Opinberingin 1:18; 20:13) Men hvørki Jesus ella nakar annar hevur lyklar til eldsjógvin. Ímyndarligi eldsjógvurin umboðar æviga revsing, sum er ævig burturbeining. – 2. Tessalonikabræv 1:9.

Tað sama sum Gehenna, Hinnomsdalur

 Í upprunahandritunum til Bíbliuna verður Gehenna (grikskt geʹenna) nevnt 12 ferðir. Eins og eldsjógvurin ímyndar Gehenna æviga burturbeining. Hóast summar bíbliutýðingar endurgeva hetta orðið við „helviti“, er Gehenna ikki eitt stað við ævigari pínu, og tað er heldur ikki tað sama sum deyðaríkið (hebraiskt sje’ōlʹ, grikskt haiʹdēs).

Hinnomsdalur

 Orðið „Gehenna“ merkir bókstavliga „Hinnomsdalur“ og vísir til ein dal beint uttan fyri Jerusalem. Á Bíbliunnar tíð brúktu fólk í býnum henda dalin sum ruskpláss. Tey syrgdu fyri, at eldurin, sum beindi fyri ruskinum, ongantíð slóknaði, og tað, sum eldurin ikki beindi fyri, ótu maðkarnir upp.

 Jesus brúkti Gehenna sum eina mynd upp á æviga burturbeining. (Matteus 23:33, New World Translation) Hann segði, at Gehenna var eitt stað, har ’ormur ikki doyr, og eldur ikki sløknar’. (Markus 9:47, 48) Hann vísti til viðurskiftini í Hinnomsdali og eisini til profetiina í Esaias 66:24, sum ljóðar: „Tey skulu fara út og hyggja at hinum deyðu kroppum teirra manna, ið falnir eru frá Mær; tí ormur teirra skal ikki doyggja, eldur teirra skal ikki sløkna.“ Myndin, sum Jesus brúkti, lýsir ikki pínu, men fullkomiliga burturbeining. Ormarnir og eldurin oyddu deyðar kroppar, ikki livandi menniskju.

 Einki í Bíbliuni vísir, at mann kann koma aftur úr Gehenna. Bæði eldsjógvurin og eldur Gehenna vísa til æviga burturbeining. – Opinberingin 20:14, 15; 21:8; Matteus 18:9, New World Translation.

Hvussu verða tey „pínd dag og nátt í aldur og allar ævir“?

 Um eldsjógvurin ímyndar burturbeining, hví sigur Bíblian so, at Djevulin, dýrið og lygiprofeturin „skulu verða pínd dag og nátt í aldur og allar ævir“? (Opinberingin 20:10) Her eru fýra grundir til, at talan ikki kann vera um bókstavliga pínu:

  1.   Skuldi Djevulin blivið píndur í allar ævir, mátti hann eisini verið hildin á lívi í allar ævir. Men Bíblian sigur, at hann skal gerast til einkis, altso ikki vera til longur. – Hebrearabrævið 2:14.

  2.   Ævigt lív er ein gáva frá Gudi, ikki ein straffur. – Rómbrævið 6:23.

  3.   Dýrið er ikki eitt bókstavligt dýr, og lygiprofeturin er ikki ein bókstavligur lygiprofetur, og tí kunnu tey ikki føla bókstavliga pínu.

  4.   Samanhangið í Bíbliuni vísir, at pínan hjá Djevulinum er ævigt óvirksemi ella ævig burturbeining.

 Orðið, sum í Bíbliuni verður endurgivið við „pínu“, kann eisini merkja, at mann verður fongslaður. Vit finna eitt dømi um hetta í Matteus 18:34. Grikska orðið fyri „bøðlar“, sum stendur har, verður í nógvum umsetingum endurgivið við „fangavørðar“, sum vísir sambandið millum orðini „pína“ og „fangilsi“. Parallellfrásøgurnar í Matteus 8:29 og Lukas 8:30, 31 vísa, at „pína“ er tað sama sum „avgrundin“, ið er eitt ímyndarligt stað við ongum virksemi, tað vil siga deyði. (Rómbrævið 10:7; Opinberingin 20:1, 3) Opinberingin nevnir fleiri ferðir orðið „pína“ í fluttari merking. – Opinberingin 9:5; 11:10; 18:7, 10.