Hvat merkir orðingin „eyga fyri eyga“?
Bíblian svarar
Reglan „eyga fyri eyga“ var partur av Guds lóg, sum Móses gav ísraelsfólki í forðum, og sum Jesus vísti til í fjallaprædikuni. (Matteus 5:38; 2. Mósebók 21:24, 25; 5. Mósebók 19:21) Henda reglan merkti, at tá ið brotsmenn vórðu revsaðir, skuldi revsingin hóska til brotsgerðina. a
Reglan var galdandi, tá ið onkur við vilja gjørdi okkurt fyri at skaða ein annan persón. Í Móselógini stóð soleiðis um ein slíkan brotsmann: „Brot fyri brot, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn; sama mein, ið hann hevur volt øðrum, skal hann sjálvur fáa.“ – 3. Mósebók 24:20.
Hvat var endamálið við regluni „eyga fyri eyga“?
Reglan „eyga fyri eyga“ loyvdi ikki einstaklingum at taka lógina í egnar hendur og hevna seg. Nei, hon hjálpti útnevndum dómarum at áleggja eina revsing, sum hvørki var ov hørð ella ov lin.
Reglan tænti eisini sum ávaring til teirra, sum ætlaðu sær at skaða onnur. Móselógin segði: „Hini [tey, sum sóu Guds rættvísi verða framt] kunnu fáa tað at hoyra og óttast, so tey gera ikki slíka illgerð uppaftur millum tykkara.“ – 5. Mósebók 19:20.
Er reglan „eyga fyri eyga“ galdandi fyri kristin?
Nei, henda reglan er ikki galdandi fyri kristin. Hon var partur av Móselógini, sum offurdeyði Jesusar setti úr gildi. – Rómbrævið 10:4.
Men hóast tað gevur hon okkum innlit í hugsanarháttin hjá Gudi. Til dømis vísir hon, at Gud setur rættvísi høgt. (Sálmur 89:15) Reglan vísir eisini hansara norm fyri rættvísi, nevniliga at brotsmenn skuldu revsast „við máta“. – Jeremias 30:11.
Misskiljingar um regluna „eyga fyri eyga“
Misskiljing: Reglan „eyga fyri eyga“ var óvanliga hørð.
Sannroynd: Reglan loyvdi ikki, at rættvísi varð framt upp á ein harðan og ógvisligan máta. Nei, skikkaðir dómarar, sum fylgdu regluni á rættan hátt, máttu ikki áleggja nakra revsing fyri eina brotsgerð, fyrr enn teir høvdu umhugsað umstøðurnar í málinum, og um brotsgerðin var framd við vilja. (2. Mósebók 21:28-30; 4. Mósebók 35:22-25) Reglan „eyga fyri eyga“ var soleiðis við til at forða fyri, at ein revsing gjørdist ov hørð.
Misskiljing: Reglan „eyga fyri eyga“ loyvdi endaleysari hevnd.
Sannroynd: Móselógin sjálv segði: „Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum.“ (3. Mósebók 19:18) Heldur enn at leggja upp til persónliga hevnd eggjaði Móselógin fólkinum til at líta á Gud og á ta rættarskipanina, sum hann hevði sett at útinna rættvísi. – 5. Mósebók 32:35.
a Henda løgfrøðiliga meginreglan, sum viðhvørt verður umrødd við latínsku orðingini lex talionis, sást eisini aftur í rættarskipanum hjá øðrum fornaldar samfeløgum.