Hvussu kunnu foreldur tosa við børnini um sex?
Bíblian svarar
Hvør skal tosa við børn um sex? Sambært Bíbliuni eru tað foreldrini, sum eiga at gera tað, og nógv foreldur hava havt nyttu av hesum uppskotunum:
Tú mást ikki smæðast. Í Bíbliuni verður tosað opið um sex og kynsgøgn, og Gud segði við tjóðina Ísrael, at børn skuldu læra um slíkt. (5. Mósebók 31:12; 3. Mósebók 15:2, 16-19) Brúka virðilig orð og orðingar, sum ikki geva ta fatan, at tað, sum hevur við sex ella kynsgøgn at gera, er nakað at skammast um.
Lær barnið eitt sindur í senn. Í staðin fyri bara at hava eina langa samtalu um sex, tá ið barnið nærkast pubertetinum, kanst tú geva tí fleiri upplýsingar, so hvørt sum tað er ført fyri at skilja tað. – 1. Korintbræv 13:11.
Lær barnið góðan moral. Børn fáa ávísa seksualundirvísing í skúlanum. Tó eggjar Bíblian foreldrum til ikki bara at læra børnini um kropsligu síðuna av sex, men eisini um røttu áskoðanina á sex. – Orðtøkini 5:1-23.
Lurta eftir barninum. Leyp ikki framav og hugsa ikki beinanvegin tað ringasta, um barnið setur spurningar um sex. Ver heldur ’skjótur at hoyra, seinur at tala’. – Jákupsbrævið 1:19.
Hvussu kanst tú verja barnið fyri kynsligum ágangi?
Fá tær vitan. Finn út av, hvussu ein typiskur barnamisnýtari fer fram. – Orðtøkini 18:15; les kapittul 32 í bókini Unge spørger – Svar der duer, bind 1.
Fylg væl við í gerandisdegnum hjá barninum. Lat ongantíð nakran ansa eftir barninum, uttan at tú ert vísur í, at tú kanst líta á viðkomandi. Og lat ikki barnið „ráða sær sjálvum“. – Orðtøkini 29:15.
Hjálp barninum at skilja, nær tað skal akta. Børn mugu læra at akta síni foreldur. (Kolossebrævið 3:20) Men lærir tú barnið hjá tær, at tað altíð skal akta øll vaksin, verður tað eitt lætt offur. Kristin foreldur kunnu siga við barnið hjá sær: „Um onkur biður teg gera okkurt, sum Gud sigur er skeivt, skalt tú ikki gera tað.“ – Ápostlasøgan 5:29.
Lær barnið at verja seg. Lær barnið, hvat tað skal gera, um onkur roynir at misnýta tað, tá ið tú ikki ert har. At øva ymiskar støður saman kann geva barninum dirvi at siga: „Lat vera! Eg sigi tað!“ og so skunda sær av stað. Tú noyðist kanska at minna tíni børn á hetta aftur og aftur, tí børn kunnu lætt gloyma. – 5. Mósebók 6:7.