Kunnu kristin brúka fyribyrging?
Bíblian svarar
Jesus gav hvørki boð um, at fólk skuldu fáa sær børn ella lata vera. Heldur eingin av hansara lærisveinum gav nakað boð um slíkt. Og ongastaðni í Bíbliuni verður sett forboð fyri fyribyrging. Í hesum sambandi er meginreglan í Rómbrævinum 14:12 galdandi: „So skal tá hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan.“
Tí kunnu hjún sjálv gera av, um tey vilja hava børn ella ikki. Tey gera eisini sjálv av, hvussu nógv børn tey vilja hava og nær. Um maður og kona velja at brúka fyribyrging, sum ikki er fosturtøkuelvandi, er tað ein persónlig avgerð. Eingin skal døma tey. – Rómbrævið 14:4, 10-13.