Hvat var tann fyrsta syndin?
Bíblian svarar
Ádam og Eva vóru tey fyrstu menniskjuni, sum syndaðu. Tá ið tey vóru ólýðin ímóti Gudi og ótu av „trænum til kunnskap um gott og ilt“, framdu tey ta fyrstu syndina. a (1. Mósebók 2:16, 17; 3:6; Rómbrævið 5:19) Ádam og Eva máttu ikki eta av tí trænum, tí tað umboðaði Guds myndugleika, ella rætt, til at gera av, hvat er rætt og skeivt. Tá ið tey ótu av trænum, vístu tey, at tey sjálv vildu sleppa at gera av, hvat er rætt og skeivt. Soleiðis vrakaðu tey Guds myndugleika.
Hvussu ávirkaði tann fyrsta syndin Ádam og Evu?
Av tí at Ádam og Eva syndaðu, blivu tey gomul, og at enda doyðu tey. Tey oyðiløgdu sítt vinalag við Gud og mistu útlitini til at liva um ævir við góðari heilsu. – 1. Mósebók 3:19.
Hvussu ávirkar tann fyrsta syndin okkum?
Allir eftirkomararnir hjá Ádami og Evu arvaðu ófullkomileikan frá teimum. Hetta svarar til, at børn arva ílegubrek frá foreldrunum. (Rómbrævið 5:12) Øll menniskju eru altso fødd sum syndarar, b tað vil siga, at vit eru fødd ófullkomin og hava lyndi til at gera tað skeiva. – Sálmur 51:7; Efesusbrævið 2:3.
Av tí at vit hava arvað synd, ella ófullkomileika, verða vit sjúk, gomul og doyggja. (Rómbrævið 6:23) Vit mugu eisini liva við avleiðingunum av mistøkunum hjá okkum sjálvum og øðrum. – Prædikarin 8:9; Jákupsbrævið 3:2.
Kunnu vit sleppa undan avleiðingunum av tí fyrstu syndini?
Ja. Bíblian sigur, at Jesus doyði „til bót fyri syndir okkara“. (1. Jóhannesarbræv 4:10) Ofrið, sum Jesus læt, kann fría okkum undan avleiðingunum av syndini, vit hava arvað, og geva okkum møguleika fyri at fáa tað, sum Ádam og Eva mistu – útlit til ævigt lív við góðari heilsu. – Jóhannes 3:16. c
Misskiljingar um ta fyrstu syndina
Misskiljing: Tann fyrsta syndin hevur við sær, at vit ongantíð kunnu fáa eitt gott samband við Gud.
Sannroynd: Gud lastar ikki okkum fyri tað, sum Ádam og Eva gjørdu. Hann veit, at vit eru ófullkomin, og hann væntar ikki meira av okkum, enn vit klára. (Sálmur 103:14) Sjálvt um vit mugu liva við syrgiligu avleiðingunum av syndini, sum vit hava arvað, hava vit møguleika at fáa framíhjárættin at blíva vinir við Gud. – Orðtøkini 3:32.
Misskiljing: Dópurin strikar arvasyndina, sum er ein avleiðing av tí fyrstu syndini, og tí skulu pinkubørn doypast.
Sannroynd: Hóast tað er umráðandi at lata seg doypa fyri at blíva frelstur, er tað bara trúgvin á offur Jesusar, sum kann reinsa menniskju frá syndini. (1. Pætursbræv 3:21; 1. Jóhannesarbræv 1:7) Sambært Bíbliuni er trúgv grundað á vitan, og tí ber tað ikki til hjá pinkubørnum at trúgva. Tað er orsøkin til, at Bíblian ikki tekur undir við barnadópi. Og tað er týðiligt, at tey fyrstu kristnu høvdu somu áskoðan. Tey doyptu ikki pinkubørn, men trúgvandi fólk – „menn og kvinnur“, sum trúðu á Guds orð. – Ápostlasøgan 2:41; 8:12.
Misskiljing: Gud bannaði kvinnur, tí Eva var tann fyrsta, sum át av tí forbodnu fruktini.
Sannroynd: Gud bannaði ikki kvinnur, men ’hin gamla ormin, sum kallast Djevulin og Satan’, sum lokkaði Evu at synda. (Opinberingin 12:9; 1. Mósebók 3:14) Haraftrat gjørdi Gud tað greitt, at tað var Ádam, sum hevði høvuðsábyrgdina av tí fyrstu syndini, og ikki kona hansara. – Rómbrævið 5:12.
Hví segði Gud, at Ádam skuldi ráða yvir konu síni? (1. Mósebók 3:16) Tá ið Gud segði hetta, var tað ikki tí, at hann góðkendi slíkan atburð. Hann boðaði bara frá, at tað fór at vera ein av teimum ringu avleiðingunum av syndini. Gud væntar, at ein maður elskar og ærir konu sína, og at hann vísir øllum kvinnum virðing. – Efesusbrævið 5:25; 1. Pætursbræv 3:7.
Misskiljing: Tann fyrsta syndin var kynsligt samband.
Sannroynd: Tann fyrsta syndin kann ikki hava verið kynsligt samband av hesum orsøkum:
Tá ið Gud segði við Ádam, at hann ikki mátti eta av trænum til kunnskap um gott og ilt, var Ádam framvegis einsamallur, hann hevði onga konu. – 1. Mósebók 2:17, 18.
Gud segði við Ádam og Evu, at tey skuldu ’nørast og vaksa í tali’, altso fáa børn. (1. Mósebók 1:28) Gud hevði verið óndur, um hann straffaði tey bæði fyrstu menniskjuni fyri at fylgja hansara boðum.
Ádam og Eva syndaðu hvør sær – Eva syndaði fyrst og síðani Ádam. – 1. Mósebók 3:6.
Bíblian góðkennir kynsliga samlívið millum ein mann og eina konu, sum eru gift. – Orðtøkini 5:18, 19; 1. Korintbræv 7:3.
a Orðingin „tann fyrsta syndin“ stendur ikki í Bíbliuni. Og faktiskt er tann fyrsta syndin, sum er umrødd í Bíbliuni, at Satan villleiddi og leyg fyri Evu. (1. Mósebók 3:4, 5; Jóhannes 8:44) Men í hesi greinini verður orðingin „tann fyrsta syndin“ brúkt um syndina, sum Ádam og Eva framdu.
b Í Bíbliuni fevnir orðið „synd“ bæði um skeivar gerðir og um tann ófullkomileikan, ella syndina, sum vit hava arvað.
c Tú kanst lesa meira um offur Jesusar, og hvussu tað gagnar okkum, í greinini „Hvussu frelsir Jesus okkum?“