Er Gud allastaðni?
Bíblian svarar
Gud er førur fyri at síggja alt og gera alt, hann vil, hvar hann vil. (Orðtøkini 15:3; Hebrearabrævið 4:13) Men Bíblian lærir ikki, at Gud er allastaðni ella í øllum. Hon vísir hinvegin, at hann er ein persónur og hevur ein bústað.
Skapið á Gudi. Gud er ein andi. (Jóhannes 4:24) Hann er ósjónligur fyri menniskjum. (Jóhannes 1:18) Í Bíbliuni lesa vit um sjónir av Gudi, sum vísa, at hann er eitt ávíst stað. Hann verður ongantíð lýstur at vera allastaðni. – Esaias 6:1, 2; Opinberingin 4:2, 3, 8.
Bústaður Guds. Bíblian sigur, at Gud ’býr í Himli’, tað vil siga í andaheiminum. (1. Kongabók 8:30) Hann býr altso ikki í fysiska skapanarverkinum. Bíblian nevnir eitt dømi um, at andaskapningar „komu og stigu fram fyri HARRAN“, a og tað vísir, at Gud býr eitt ávíst stað. – Job 1:6.
Kann Gud vísa mær umsorgan, um hann ikki er allastaðni?
Ja. Gud hevur stóra umsorgan fyri hvørjum einstøkum av okkum. Hóast hann býr í andaheiminum, sær hann menniskju, sum gjarna vilja gleða hann, og hann hjálpir teimum. (1. Kongabók 8:39; 2. Krønikubók 16:9) Legg til merkis, hvussu góður Jehova er við tey, sum tæna honum:
Tá ið tú biður. Jehova hoyrir teg í somu løtu, sum tú biður. – 2. Krønikubók 18:31.
Tá ið tú ert tungur í huga. Jehova er nær hjá teimum, „sum hava sundurbrotið hjarta“, og hann „frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda“. – Sálmur 34:19.
Tá ið tú hevur brúk fyri vegleiðing. Jehova „skal læra teg, og vísa tær vegin“ við sínum orði, Bíbliuni. – Sálmur 32:8.
Vanligar misskiljingar
Misskiljing: Gud er allastaðni í skapanarverkinum.
Sannroynd: Gud er hvørki á jørðini ella aðrastaðni í fysiska alheiminum. (1. Kongabók 8:27) Tað er satt, at stjørnurnar og ymiskt annað, sum Gud hevur skapt, „kunngera dýrd Guds“. (Sálmur 19:2) Men Gud býr ikki í tí, sum hann hevur skapt, líka lítið sum ein listamaður býr í einum málningi, sum hann hevur málað. Men málningurin fortelur okkum nakað um listamannin. Á sama hátt fortelur skapanarverkið okkum nakað um ósjónligu eginleikarnar hjá skaparanum, til dømis um hansara kraft, vísdóm og kærleika. – Rómbrævið 1:20.
Misskiljing: Gud má vera allastaðni fyri at vita alt og vera alvaldur.
Sannroynd: Guds heilagi andi, ella virksama kraft, er hansara megi víst í verki. Við sínum heilaga anda varnast Gud alt og er førur fyri at gera alt, hvar tað skal vera, og nær tað skal vera. Tað er ikki neyðugt hjá honum at vera til staðar persónliga. – Sálmur 139:7.
Misskiljing: Sálmur 139:8 lærir, at Gud er allastaðni: „Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har.“
Sannroynd: Hetta bíbliuørindið tosar ikki um bústað Guds. Tað lýsir við poetiskum orðum, at einki stað er so langt burturi, at Gud ikki fær hjálpt okkum.
a Sambært upprunamálum Bíbliunnar eitur Gud Jehova.