Nær verður heimsins endi?
Bíblian svarar
Fyri at finna út av, nær heimsins endi verður, mugu vit skilja, hvussu orðið „heimur“ verður brúkt í Bíbliuni. Grikska orðið kosmos, sum vanliga verður umsett til „heimur“, vísir fyri tað mesta til mannaættina, serliga tey menniskjuni, sum ikki gera Guds vilja. (Jóhannes 15:18, 19; 2. Pætursbræv 2:5) Viðhvørt vísir kosmos til allan samfelagsstrukturin. – 1. Korintbræv 7:31; 1. Jóhannesarbræv 2:15, 16. a
Hvat er „heimsins endi“?
Orðingin „heimsins endi“, sum stendur í nógvum bíbliuumsetingum, kann eisini verða endurgivin ’endin á tíðini’ ella ’endin á heimsskipanini’. (Matteus 24:3; New World Translation) Orðingin merkir ikki, at jørðin skal oyðileggjast, ella at øll menniskju verða fyribeind, men at núverandi samfelagsstruktururin fær ein enda. – 1. Jóhannesarbræv 2:17.
Bíblian lærir, at „hini óndu verða týnd“, so tey góðu menniskjuni kunnu gleða seg um lívið á jørðini. (Sálmur 37:9-11) Henda týningin, ella oyðingin, fer fram í stóru trongdini, sum endar í Harmageddonkrígnum. – Matteus 24:21, 22; Opinberingin 16:14, 16.
Nær verður heimsins endi?
Jesus segði: „Tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.“ (Matteus 24:36, 42) Hann legði aftrat, at heimsins endi skuldi koma ein ’tíma mann ikki hugsaði’, altso óvæntað. – Matteus 24:44.
Sjálvt um vit ikki vita dagin og tíman, vísti Jesus á eitt samansett tekin, ella eina røð av hendingum, sum hjálpa okkum at skilja, nær heimsins endi nærkast. (Matteus 24:3, 7-14) Bíblian nevnir hetta tíðarskeiðið „tíð endans“, ’endin’ og ’síðstu dagarnir’. – Dániel 12:4; Dahl/Viderø; 2. Timoteusarbræv 3:1-5.
Verður nakað eftir aftan á heimsins enda?
Ja. Jørðin verður verandi, tí Bíblian sigur, at „hon vikast ikki í allar ævir“. (Sálmur 104:5) Og nógv fólk fara at búgva á jørðini, akkurát sum Bíblian lovar: „Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.“ (Matteus 5:5) Gud fer altso at gera tað, sum hann upprunaliga ætlaði.
Eitt paradís. – Esaias 35:1; Lukas 23:43.
Tryggleiki og vælferð. – Mika 4:4.
Eitt innihaldsríkt arbeiði til øll. – Esaias 65:21-23.
Eingin verður sjúkur ella plágaður av elli. – Job 33:25; Esaias 33:24.
a Grikska orðið aion verður eisini umsett til „heimur“ í summum bíblium. Tá ið aion verður endurgivið upp á tann mátan, hevur tað sama týdning sum kosmos, við tað at tað vísir til allan samfelagsstrukturin.