Far beinleiðis til innihaldið

Trúgva granskarar, at Jesus hevur livað?

Trúgva granskarar, at Jesus hevur livað?

 Granskarar hava góða grund at trúgva, at Jesus hevur livað. Encyclopædia Britannica (2002) sigur í viðmerking til tað, sum søgufrøðingar í fyrstu og aðru øld skrivaðu um Jesus og tey fyrstu kristnu: „Hesar frásøgurnar, sum eru óheftar av hvørji aðrari, prógva, at sjálvt ikki mótstøðufólk hjá kristindóminum í forðum ivaðust í, at Jesus var ein søguligur persónur. Fyrstu ferð, at spurnartekn varð sett við hetta, tó við veikum grundarlagi, var síðst í 18. øld, upp gjøgnum 19. øld og fyrst í 20. øld.“

 Í bókini Jesus and Archaeology frá 2006 stendur: „Eingin viðurkendur granskari í dag ivast í, at ein jødi hevur livað, sum æt Jesus og var sonur Jósef. Teir flestu viðganga gjarna, at vit vita nógv um hansara verk og grundleggjandi læru.“

 Bíblian lýsir Jesus sum ein veruligan persón. Hon nevnir nøvnini á hansara forfedrum og nærmastu familju. (Matteus 1:1; 13:55) Hon nevnir eisini nøvnini á kendum leiðarum, sum livdu samstundis sum Jesus. (Lukas 3:1, 2) Hesar upplýsingar hjálpa granskarum at staðfesta, at frásøgurnar í Bíbliuni eru álítandi.