Hví doyði Jesus?
Bíblian svarar
Jesus doyði, fyri at menniskju kundu fáa fyrigeving fyri sínar syndir og fáa ævigt lív. (Rómbrævið 6:23; Efesusbrævið 1:7) Og deyði Jesusar prógvaði, at menniskju kunnu vera trúføst móti Gudi, sjálvt tá ið tey eru fyri sera ógvisligum royndum. – Hebrearabrævið 4:15.
Latið okkum kanna, hvussu deyðin hjá einum manni kundi avrika so nógv.
Jesus doyði, fyri at vit kunnu fáa okkara syndir fyrigivnar. – Kolossebrævið 1:14.
Fyrsta menniskjað, Ádam, varð skapt fullkomið, uttan synd. Men hann valdi at vera Gudi ólýðin. Hansara ólýdni, ella synd, hevði stóra ávirkan á allar hansara eftirkomarar. Bíblian sigur: „Hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans.“ – Rómbrævið 5:19.
Jesus var eisini fullkomin, men hann syndaði ongantíð. Tí kundi hann vera „bót fyri syndir okkara“. (1. Jóhannesarbræv 2:2) Ólýdni Ádams gav mannaættini synd í arv, men deyði Jesusar tók avleiðingarnar av synd burtur frá øllum, sum vísa trúgv á hann.
Ádam seldi so at siga mannaættina til synd. Tá ið Jesus villiga doyði fyri okkum, keypti hann mannaættina aftur. Tað vil siga, at „um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa“. – 1. Jóhannesarbræv 2:1.
Jesus doyði, „fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív“. – Jóhannes 3:16.
Ádam varð skaptur til at liva um ævir, men tá ið hann syndaði, var revsingin deyðin. Við Ádami kom ’syndin inn í heimin, og deyðin við syndini, og deyðin trongdi soleiðis ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu’. – Rómbrævið 5:12.
Men deyði Jesusar beindi bæði fyri syndini og deyðarevsingini hjá øllum, sum vísa trúgv á hann. Bíblian lýsir tað soleiðis: „Eins og syndin ráddi í deyðanum, so skuldi eisini náðin ráða við rættvísi til ævigt lív við Jesusi Kristi, Harra okkara.“ – Rómbrævið 5:21.
Livitíðin hjá menniskjum í dag er sjálvsagt enn avmarkað. Men Gud lovar, at hann fer at geva rættvísum menniskjum ævigt lív og reisa tey deyðu upp, so tey eisini kunnu fá gagn av deyða Jesusar. – Sálmur 37:29; 1. Korintbræv 15:22.
Jesus „varð lýðin til deyðan“ og prógvaði harvið, at menniskju kunnu vera trúføst móti Gudi í eini og hvørji roynd. – Filippibrævið 2:8.
Ádam var likamliga og sálarliga fullkomin, men kortini var hann Gudi ólýðin, tí hann vildi hava nakað, sum hann ikki hevði rætt til. (1. Mósebók 2:16, 17; 3:6) Seinni segði høvuðsfíggindi Guds, Satan, at einki menniskja ósjálvsøkið fór at akta Gud, serliga ikki um lívið var í vanda. (Job 2:4) Men fullkomni maðurin Jesus aktaði Gud og var trúfastur, hóast hann leið ein vanærandi og pínufullan deyða. (Hebrearabrævið 7:26) Hetta avgjørdi málið: Tað ber til hjá menniskjum at vera trúføst móti Gudi í eini og hvørji roynd.
Spurningar um deyða Jesusar
Hví mátti Jesus líða og doyggja fyri at keypa menniskju leys? Hví strikaði Gud ikki bara deyðadómin?
Lóg Guds sigur, at „lønin, ið syndin gevur, er deyði“. (Rómbrævið 6:23) Gud hevði ikki fjalt hesa lógina fyri Ádami, men segði við hann, at revsingin fyri ólýdni var deyði. (1. Mósebók 3:3) Og Gud, sum „ikki lýgur“, helt orð, tá ið Ádam syndaði. (Titusarbrævið 1:2) Ádam gav ikki bert sínum eftirkomarum syndina í arv, men eisini avleiðingarnar av henni – deyðan.
Hóast syndafull menniskju hava uppiborið deyðarevsing, hevur Gud víst teimum náði. (Efesusbrævið 1:7) Tað, hann gjørdi fyri at keypa mannaættina leysa – at hann sendi Jesus sum eitt fullkomið offur – var rættvíst og náðiríkt.
Nær doyði Jesus?
Jesus doyði „um níggjunda tíman“ eftir sólarris, ella umleið klokkan trý seinnapartin, á jødiska páskadegnum. (Markus 15:33-37) Tað svarar til fríggjadagin 1. apríl ár 33 sambært nútíðar kalendarum.
Hvar doyði Jesus?
Jesus bleiv avrættaður á staðnum, „sum kallast Skallastaður, á hebraiskum Golgata“. (Jóhannes 19:17, 18) Á Jesusar døgum var hetta staðið „uttan fyri portrið“ í Jerusalem. (Hebrearabrævið 13:12) Kanska var tað á einum heyggi, tí Bíblian sigur, at summi hugdu at „langt burturfrá“, meðan Jesus varð avrættaður. (Markus 15:40) Men vit vita ikki við vissu, um tað núverandi Golgata er tað sama sum hetta staðið.
Hvussu doyði Jesus?
Nógv halda, at Jesus varð krossfestur, men Bíblian sigur: „[Hann] bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið.“ (1. Pætursbræv 2:24) Bíbliuskrivarar brúktu tvey griksk orð til at lýsa tað, sum Jesus doyði á – staurosʹ og xyʹlon. Nógvir granskarar eru komnir til ta niðurstøðu, at hesi orðini vísa til ein bjálka ella ein upprættan træsteyra.
Hvussu skulu vit minnast deyða Jesusar?
Tað kvøldið, tá ið jødarnir hildu árligu páskirnar, stovnaði Jesus eina einfalda høgtíð saman við lærisveinunum og segði við teir: „Gerið hetta til minni um Meg.“ (1. Korintbræv 11:24) Nakrar tímar seinni varð Jesus dripin.
Í Bíbliuni verður Jesus samanborin við lambið, sum varð ofrað í sambandi við páskirnar. (1. Korintbræv 5:7) Páskahøgtíðin minti ísraelsmenn á, at teir vóru fríaðir úr trældómi. Og høgtíðin til minnis um deyða Jesusar minnir kristin á, at tey eru blivin fríað undan synd og deyða. Jødisku páskirnar, sum vóru 14. nisan eftir mánakalendaranum, vórðu hildnar eina ferð um árið, og á sama hátt hildu tey fyrstu kristnu minningarhøgtíðina eina ferð um árið.
Hvørt ár minnast milliónir av menniskjum deyða Jesusar á degnum, sum svarar til 14. nisan.