Hvat er heilagi andin?
Bíblian svarar
Heilagi andin er Guds virksama kraft. (Mika 3:8; Lukas 1:35) Tá ið Gud sendir sín anda út, merkir tað, at hann við síni kraft fremur sín vilja, hvar hann vil. – Sálmur 104:30; 139:7.
Í Bíbliuni er orðið „andi“ umsett úr hebraiska orðinum ruach og grikska orðinum pneuma. Hesi orðini vísa í flestu førum til Guds virksomu kraft, ella heilaga anda. (1. Mósebók 1:2) Men Bíblian brúkar tey eisini í øðrum merkingum:
Andadráttur. – Sálmur 135:17.
Vindur. – 1. Mósebók 8:1; Jóhannes 3:8.
Lívsmegin í øllum livandi skapningum. – Job 34:14, 15.
Hugburður. – 4. Mósebók 14:24.
Andaverur, eisini Gud og einglarnir. – 1. Kongabók 22:21; Jóhannes 4:24.
Alt hetta er ósjónligt, men hevur sjónlig árin. Guds andi er altso „eins og vindurin ... ósjónligur, óítøkiligur og kraftmikil“. – An Expository Dictionary of New Testament Words, eftir W.E. Vine.
Bíblian umtalar eisini Guds heilaga anda sum hansara „hendur“ ella „fingrar“. (Sálmur 8:4; 19:2; Lukas 11:20; samanber við Matteus 12:28.) Eins og ein handverkari kann avrika mangt og hvat við sínum hondum og fingrum, hevur Gud avrikað nógv við sínum anda. Her eru nøkur dømi:
Alheimurin. – Sálmur 33:6; Esaias 66:1, 2.
Bíblian. – 2. Pætursbræv 1:20, 21.
Undrini og boðanararbeiðið, sum hansara tænarar gjørdu í forðum. – Lukas 4:18; Ápostlasøgan 1:8; 1. Korintbræv 12:4-11.
Teir góðu eginleikarnir hjá teimum, sum akta Gud. – Galatiabrævið 5:22, 23.
Heilagi andin er ikki ein persónur
Tá ið Guds andi verður umrøddur sum „hendur“, „fingrar“ og „andadráttur“ í Bíbliuni, vísir tað, at heilagi andin ikki er ein persónur. (2. Mósebók 15:8, 10) Hendurnar á einum handverkara fáa einki gjørt uttan heilan og kroppin. Á sama hátt fær Guds heilagi andi heldur einki gjørt, uttan at Gud stýrir honum. (Lukas 11:13) Bíblian samanber Guds anda við vatn og setur hann eisini í samband við eginleikar sum trúgv og kunnskap. Hesar samanberingarnar hjálpa okkum at skilja, at heilagi andin ikki er ein persónur. – Esaias 44:3; Ápostlasøgan 6:5; 2. Korintbræv 6:6.
Bíblian sigur okkum, hvussu Jehova Gud og sonur hansara, Jesus Kristus, eita, men hon sigur einki um, at heilagi andin hevur eitt navn. (Esaias 42:8; Lukas 1:31) Tá ið kristni pínslarvátturin Stefanus við einum undri slapp at síggja inn í himmalin, sá hann bara tveir persónar, ikki tríggjar. Bíblian sigur: „Hann var fullur av Heilaga Andanum og hugdi alla tíðina upp til Himmals. Og hann sá dýrd Guds og Jesus standa við høgru hond Guds.“ (Ápostlasøgan 7:55) Stefanus sá ikki heilaga andan, men við anda sínum gjørdi Gud hann føran fyri at síggja sjónina.
Misskiljingar um heilaga andan
Misskiljing: Matteus 28:19, 20 vísir, at heilagi andin er ein partur av tríeindini.
Sannroynd: Faðirin, sonurin og heilagi andin verða allir tríggir nevndir í Matteus 28:19, 20. Nøkur halda, at hetta bendir á eina tríeind. Men royn sjálvur at lesa ørindini. Stendur nakað um, at teir tríggir eru ein Gud, javnlíkir í ævinleika, kraft, tign og vísdómi? Nei. Tað sama er galdandi, tá ið teir tríggir verða nevndir saman aðrastaðni í Bíbliuni.
Misskiljing: Bíblian persónger heilaga andan, og tað prógvar, at hann er ein persónur.
Sannroynd: Ja, viðhvørt persónger Bíblian heilaga andan, men tað prógvar ikki, at hann er ein persónur. Hon persónger eisini vísdóm, deyða og synd. (Orðtøkini 1:20; Rómbrævið 5:17, 21) Til dømis verður sagt um vísdómin, at hann hevur „børn“. Og um syndina verður sagt, at hon kann lokka, drepa og fáa menniskju at girnast. – Matteus 11:19; Lukas 7:35; Rómbrævið 7:8, 11.
Tá ið Jóhannes ápostul endurgav nakað, sum Jesus hevði sagt, lýsti hann heilaga andan sum ein persón, nevniliga ein „talsmann“ (parakletos), ið skuldi sannføra, leiða, tala, hoyra, kunngera, dýrmeta og fáa. (Jóhannes 16:7-15) Men tað er vert at leggja til merkis, at Jóhannes aðrastaðni brúkar hvørkikynsnavnorðið pneuma og hvørkikynsfornavnið um heilaga andan. – Jóhannes 14:16, 17.
Misskiljing: Dópur í navni heilaga andans prógvar, at hann er ein persónur.
Sannroynd: Í Bíbliuni verður orðið „navn“ onkuntíð brúkt um vald ella myndugleika. (5. Mósebók 18:5, 19-22; Ester 8:10) Hetta minnir um, tá ið vit á føroyskum siga „í lógarinnar navni“, sum sjálvandi ikki merkir, at lógin er ein persónur. Ein persónur, sum verður doyptur „til navn“ heilaga andans, viðurkennir valdið og leiklutin, sum heilagi andin hevur í sambandi við at fremja Guds vilja. – Matteus 28:19.
Misskiljing: Ápostlarnir og aðrir lærisveinar hjá Jesusi í fyrstu øld trúðu, at heilagi andin var ein persónur.
Sannroynd: Hesum tekur hvørki Bíblian ella søgan undir við. Í Encyclopædia Britannica stendur: „At lýsa heilaga andan sum ein sjálvstøðugan, guddómligan persón ... bleiv viðtikið á kirkjumøtinum í Konstantinopel í ár 381,“ altso meira enn 250 ár eftir at tann seinasti ápostulin var deyður.