Hvat merkir tað at vera heilagur?
Bíblian svarar
At vera heilagur ber í sær at vera skildur frá allari óreinsku. Hebraiska orðið, sum verður umsett „heilagur“, stavar frá eini orðing, sum merkir „skildur burturúr“. Tað, sum er heilagt, er skilt burtur frá vanligum brúki og er halgað einum serligum endamáli, tí tað er reint og ódálkað.
Gud er tann allarheilagasti. Bíblian sigur: „Eingin er heilagur sum HARRIN.“ a (1. Sámuelsbók 2:2) Tí er tað Gud, sum av røttum setur normin fyri, hvat er heilagt.
Orðið „heilagur“ kann brúkast um alt, sum hevur beinleiðis samband við Gud, serliga um tað, sum bert verður brúkt í sambandi við tilbiðing. Til dømis nevnir Bíblian:
Heilag støð. Tá ið Móses stóð nærindis brennandi tornarunninum, segði Gud: „Staðið, ið tú stendur á, er heiløg jørð.“ – 2. Mósebók 3:2-5.
Heilag tiltøk. Ísraelsfólk í forðum kom regluliga saman at tilbiðja Jehova á høgtíðum, sum vórðu nevndar „heilagar samkomur“. – 3. Mósebók 23:37.
Heilagir lutir. Lutir, sum vórðu brúktir í tilbiðingini av Gudi í fortíðar templinum í Jerusalem, vórðu róptir ’heilag amboð’. (1. Kongabók 8:4) Hesi heilagu amboðini skuldu viðfarast við stórari virðing, men máttu ongantíð verða tilbiðin. b
Kunnu ófullkomin menniskju vera heilag?
Ja. Gud sigur við kristin: „Tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur.“ (1. Pætursbræv 1:16) Sjálvandi kunnu ófullkomin menniskju ongantíð liva upp til Guds fullkomna norm fyri heilagleika. Men Gud kann kortini meta menniskju, sum akta hansara rættvísu lógir, sum heilag og góðkenna tey. (Rómbrævið 12:1) Tey, sum stremba eftir at vera heilag, vísa tað í orðum og gerðum. Til dømis fylgja tey ráðunum í Bíbliuni um at ’halda seg frá siðloysi’ og um at ’verða heiløg í øllum atburði sínum’. – 1. Tessalonikabræv 4:3; 1. Pætursbræv 1:15.
Kunnu vit missa okkara heilaga samband við Gud?
Ja. Vil onkur ikki fylgja Guds normum fyri atburð, metir Gud ikki longur viðkomandi sum heilagan. Til dømis er Hebrearabrævið í Bíbliuni skrivað til ’heilagar brøður’, men kortini verða teir ávaraðir ímóti at fáa eitt ’ónt, vantrúgvandi hjarta, so teir falla frá hinum livandi Gudi’. – Hebrearabrævið 3:1, 12.
Misskiljingar um tað at vera heilagur
Misskiljing: Tú kanst blíva heilagur við sjálvsnoktan.
Sannroynd: Bíblian sigur, at ’ring viðferð av likaminum’, ella ógvislig sjálvsnoktan, einki virði hevur hjá Gudi. (Kolossebrævið 2:23) Nei, Gud vil, at vit skulu gleðast um tað góða. „At eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi.“ – Prædikarin 3:13.
Misskiljing: Sølibat ger teg meira heilagan.
Sannroynd: Ein kristin velur kanska at vera ógiftur, men sølibat í sjálvum sær ger ikki, at hann er heilagur í Guds eygum. Tað er rætt, at tey, sum verða verandi ógift, kunnu geva tilbiðingini av Gudi størri ans. (1. Korintbræv 7:32-34) Men Bíblian vísir, at tey, sum eru gift, eisini kunnu vera heilag. Í minsta lagi ein av ápostlunum hjá Jesusi var giftur, nevniliga Pætur. – Matteus 8:14; 1. Korintbræv 9:5.
a Jehova er Guds persónliga navn. Í hundraðtals bíbliuørindum stendur hetta navnið saman við orðinum „heilagur“ ella „heilagleiki“.
b Bíblian fordømir tilbiðing av halgilutum. – 1. Korintbræv 10:14.