Hvussu fæst friður á jørð?
Bíblian svarar
Friður verður á jørðini, men ikki av mannaávum. Nei, tað er Guds ríki, sum er ein himmalsk stjórn við Jesusi Kristi sum stjórnara, ið fer at fáa frið í lag. Legg til merkis, hvat Bíblian sigur um hesa frálíku vónina.
Gud fer at gera „enda á kríggi um alla jørðina“, og soleiðis letur hann lyftið um ’frið á jørð’ ganga út. – Sálmur 46:10; Lukas 2:14.
Guds ríki fer at stjórna úr himli yvir allari jørðini. (Dániel 7:14) Henda heimsstjórnin fer at beina fyri tjóðskaparkenslu, sum er grundleggjandi orsøkin til nógv stríð.
Jesus, kongurin í Guds ríki, verður róptur „Friðarhøvdingi“, og hann fer at syrgja fyri, at ’friðurin verður endaleysur’. – Esaias 9:6, 7.
Fólk, sum ikki vilja gevast við at fremja harðskap, sleppa ikki at liva undir Guds ríki, tí Gud ’hatar tann, ið elskar órætt’. – Sálmur 11:5; Orðtøkini 2:22.
Gud lærir sítt fólk at halda frið. Bíblian fortelur, hvat henda upplæringin hevur við sær: „Svørð síni skulu teir smíða um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar; fólk skal ikki longur lyfta svørð móti fólki, og teir skulu ikki longur læra seg hernað.“ – Esaias 2:3, 4.
Longu nú lærir Gud milliónatals Jehova vitni kring heimin at halda frið. (Matteus 5:9) Hóast vit hava ymiskan etniskan uppruna og búgva í meira enn 230 londum, nokta vit at fara í hernað ímóti okkara medmenniskjum.
Jehova vitni læra longu nú at halda frið