Verður jørðin oyðiløgd?
Bíblian svarar
Nei, jørðin verður ongantíð oyðiløgd, brend í eldi ella útskift. Bíblian lærir, at Gud skapti jørðina til bústað í allar ævir.
„Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:29.
„[Gud] festi jørðina á grundvøllir hennara, hon vikast ikki í allar ævir.“ – Sálmur 104:5.
„Jørðin stendur í allar ævir.“ – Prædikarin 1:4.
„Hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, Hann, sum grundfesti hana – ikki til at liggja í oyði skapti Hann hana, nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana.“ – Esaias 45:18.
Fara menniskju at oyðileggja jørðina?
Gud fer ikki at loyva menniskjum at oyðileggja jørðina fullkomiliga við dálking, kríggi ella øðrum. Men hann fer at „oyða tey, sum oyða jørðina“. (Opinberingin 11:18) Hvussu fer hann at gera tað?
Gud fer at lata eitt fullkomið, himmalskt ríki koma í staðin fyri mannastjórnirnar, sum ikki hava verið førar fyri at verja jørðina. (Dániel 2:44; Matteus 6:9, 10) Tann, sum fer at stjórna hesum ríkinum, er sonur Guds, Jesus Kristus. (Esaias 9:6, 7) Tá ið Jesus gekk á jørðini, hevði hann vald á náttúrukreftunum. (Markus 4:35-41) Sum kongur í Guds ríki fer Jesus at hava fult vald yvir jørðini og náttúrukreftunum. Hann fer at endurskapa, ella endurnýggja, viðurskiftini á jørðini og syrgja fyri, at tey verða, sum tey vóru í Edens urtagarði. – Matteus 19:28; Lukas 23:43.
Lærir Bíblian, at jørðin skal brennast í eldi?
Nei, tað ger hon ikki. Henda skeiva fatanin kemst ofta av, at fólk hava misskilt 2. Pætursbræv 3:7, har tað stendur: „Himlarnir, ið nú eru, og jørðin, verða við sama orði goymd – eldinum!“ Hugsa um tvey týðandi punkt, sum kunnu hjálpa okkum at skilja meiningina við hesum orðunum:
Orðini „himlar“, „jørð“ og „eldur“ hava ymiskar merkingar í Bíbliuni. Í 1. Mósebók 11:1 stendur til dømis: „Øll jørðin hevði sama tungumál.“ Her vísir „jørðin“ til mannasamfelagið.
Samanhangið í 2. Pætursbrævi 3:7 vísir, hvussu orðini himlar, jørð og eldur skulu skiljast. Í ørindi 5 og 6 er ein samanbering við vatnflóðina á Nóa døgum. Heimurin, ið var tá, bleiv fyribeindur, men jørðin hvarv ikki. Tann „jørðin“, sum gekk til grundar, var tað ónda mannasamfelagið. (1. Mósebók 6:11) Tá vórðu eisini nakrir „himlar“ fyribeindir – tey menniskjuni, sum ráddu yvir hesum mannasamfelagnum. Tað vóru sostatt ónd menniskju, sum blivu fyribeind, ikki jørðin. Nóa og familjan yvirlivdu oyðingina av tí heiminum og kundu halda fram at búgva á jørðini eftir vatnflóðina. – 1. Mósebók 8:15-18.
Eins og vatnflóðin fer oyðingin, ella „eldurin“, sum vit lesa um í 2. Pætursbrævi 3:7, at gera enda á einum heimi av óndum menniskjum, ikki á jørðini. Gud lovar „nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr“. (2. Pætursbræv 3:13) ’Nýggja jørðin’, ella eitt nýtt mannasamfelag, fær „nýggjar himlar“, ella eina nýggja stjórn – Guds ríki. Tá ið tað ríkið ræður, verður jørðin eitt friðsælt paradís. – Opinberingin 21:1-4.