Hví verður Jesus róptur sonur Guds?
Bíblian svarar
Bíblian umrøður ofta Jesus sum ’Son Guds’. (Jóhannes 1:50) Jesus verður róptur „Sonur Guds“, tí tað er Gud, sum er skaparin og keldan til alt lív, eisini tað hjá Jesusi. (Sálmur 36:10; Opinberingin 4:11) Bíblian lærir ikki, at Gud bókstavliga bleiv pápi at einum barni á sama hátt sum menniskju blíva foreldur.
Bíblian rópar eisini einglarnar „synir Guds“. (Job 1:6) Og hon sigur, at fyrsta menniskjað, Ádam, var ’sonur Guds’. (Lukas 3:38) Men av tí at Jesus var tann fyrsti, sum Gud skapti, og tann einasti, sum Gud skapti sjálvur, lýsir Bíblian Jesus sum týdningarmiklasta sonin hjá Gudi.
Var Jesus í himli, áðrenn hann varð føddur á jørðini?
Ja. Jesus var ein andaskapningur í himli, áðrenn hann varð føddur sum menniskja her á jørðini. Jesus segði sjálvur: „Eg eri komin niður av Himli.“ – Jóhannes 6:38; 8:23.
Gud skapti Jesus, áðrenn hann skapti nakað annað. Bíblian sigur um Jesus:
„Hann er ... hin frumborni als skapnings.“ – Kolossebrævið 1:15.
Hann er „upphav skapnings Guds“. – Opinberingin 3:14.
Jesus uppfylti profetiina um tann, ið „er úr forðum, frá fortíðardøgum“. – Mika 5:1; Matteus 2:4-6.
Hvat gjørdi Jesus, áðrenn hann kom niður á jørðina?
Hann hevði ein týðandi leiklut í himli. Tað var henda leiklut, Jesus sipaði til, tá ið hann bað til Gud: „Faðir, ger Tú nú Meg dýrmætan ... við dýrdini, ið Eg hevði hjá Tær, áðrenn heimurin var til!“ – Jóhannes 17:5.
Hann hjálpti faðir sínum at skapa alt annað. Jesus arbeiddi lið um lið við Gudi sum „verkstjóri“ hansara. (Orðtøkini 8:30) Bíblian sigur um Jesus: „Við honum varð alt annað í himli og á jørð skapt.“ – Kolossebrævið 1:16, New World Translation.
Við Jesusi skapti Gud alt annað, harímillum allar aðrar andaskapningar og eisini fysiska alheimin. (Opinberingin 5:11) Samstarvið millum Gud og Jesus kann í ein ávísan mun samanberast við samstarvið millum ein arkitekt og ein byggimeistara. Arkitekturin ger tekningarnar; byggimeistarin ger tekningarnar til veruleika.
Hann var talsmaður Guds. Tá ið Bíblian umrøður tilveruna hjá Jesusi, áðrenn hann bleiv føddur sum menniskja, nevnir hon hann „Orðið“. (Jóhannes 1:1) Tað merkir helst, at Gud brúkti sín son til at geva øðrum andaskapningum upplýsingar og leiðbeining.
Tað sær eisini út til, at Gud læt Jesus vera talsmann millum seg og menniskjuni. Tá ið Gud gav Ádami og Evu ávísingar í urtagarðinum Eden, tosaði hann helst ígjøgnum Jesus. (1. Mósebók 2:16, 17) Og Jesus kann hava verið eingilin, sum leiddi ísraelsmenn gjøgnum oyðimørkina í forðum, og sum teir fingu boð um at akta. – 2. Mósebók 23:20-23. a
a „Orðið“ er ikki einasti eingilin, sum Gud talaði ígjøgnum. Til dømis brúkti hann aðrar einglar enn sín frumborna son, tá ið hann gav ísraelsmonnum Móselógina. – Ápostlasøgan 7:53; Galatiabrævið 3:19; Hebrearabrævið 2:2, 3.