Hvat sigur Bíblian um jomfrú Mariu?
Bíblian svarar
Bíblian sigur, at Maria, mamma Jesus, fekk ta stóru æru at føða hann, meðan hon enn var jomfrú. Bíblian boðaði frá hesum undrinum í Esaiasar bók, og evangeliini eftir Matteus og Lukas lýsa, hvussu profetiin gekk út.
Í eini profeti um føðing Messiasar segði Esaias: „Moyggj skal verða við barn og eiga son.“ (Esaias 7:14) Við íblástri frá Gudi skrivaði Matteus evangelistur, at profetiin hjá Esaiasi gekk út, tá ið Jesus varð gitin í móðurlívi Mariu. Tá ið Matteus hevði greitt frá, at Maria var blivin við barn við einum undri, legði hann aftrat: „Alt hetta hendi, fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: ’Moyggin skal verða við barn og eiga son, og navn Hansara skal verða kallað Immanuel’ – sum útlagt er: ’Gud við okkum.’“ – Matteus 1:22, 23.
Lukas evangelistur skrivaði eisini, at Maria bleiv upp á vegin við einum undri. Hann skrivaði, at Gud sendi eingilin Gabriel „til moyggj, sum var trúlovað við manni, ið æt Jósef, av húsi Dávids; moyggin æt Maria“. (Lukas 1:26, 27) Maria segði sjálv, at hon var jomfrú. Tá ið hon fekk at vita, at hon skuldi verða mamma at Jesusi, Messiasi, spurdi hon: „Hvussu kann hetta bera til, tá eg ikki havi verið saman við nøkrum manni?“ – Lukas 1:34, Nýggi Sáttmálin.
Hvussu kundi ein jomfrú verða við barn?
Maria bleiv við barn við heilaga andanum, sum er Guds virksama kraft. (Matteus 1:18) Hon fekk hetta at vita: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.“ a (Lukas 1:35) Gud flutti við einum undri lívið hjá soni sínum í lívmóðurina hjá Mariu, so hon bleiv við barn.
Hví varð Jesus føddur av eini jomfrú?
Jesus skuldi hava eitt fullkomið mannalikam, so hann kundi bjarga mannaættini undan synd og deyða, og tí valdi Gud eina jomfrú at føða Jesus. (Jóhannes 3:16; Hebrearabrævið 10:5) Gud flutti lív Jesusar í lívmóðurina hjá Mariu. Síðani vardi Guds heilagi andi eyðsýniliga fostrið, so tað ikki varð fongt við ófullkomileika. – Lukas 1:35.
Tí bleiv Jesus føddur sum eitt fullkomið menniskja, eins og Ádam hevði verið, áðrenn hann syndaði. Bíblian sigur um Jesus: „[Hann] gjørdi ikki synd.“ (1. Pætursbræv 2:22) Jesus var ein fullkomin maður, og tí kundi hann keypa menniskju leys frá synd og deyða. – 1. Korintbræv 15:21, 22; 1. Timoteusarbræv 2:5, 6.
Varð Maria verandi jomfrú?
Bíblian lærir ikki, at Maria var jomfrú alt lívið. Hon fortelur hinvegin, at Maria fekk onnur børn. – Matteus 12:46; Markus 6:3; Lukas 2:7; Jóhannes 7:5.
Var føðing Jesusar „óspilti gitnaðurin“?
Nei. Sambært New Catholic Encyclopedia merkir trúarlæran um óspilta gitnaðin, „at jomfrú Maria var SYNDAFRÍ, tá ið lív hennara byrjaði, altso frá hon varð gitin. Restin av mannaættini arvaði syndina ... Men Maria varð av NÁÐI vard, so hon ongantíð fekk syndina í arv.“ b
Men ongastaðni í Bíbliuni stendur, at Maria var uttan synd. (Sálmur 51:7; Rómbrævið 5:12) Í roynd og veru vísti Maria, at hon var undirløgd syndini, tá ið hon bar fram syndaofrið, sum Móselógin kravdi, at mammur skuldu lata. (3. Mósebók 12:2-8; Lukas 2:21-24) New Catholic Encyclopedia sigur: „Óspilti gitnaðurin er ikki ein greið læra í Bíbliuni ... [Hann] er ein lærusetningur hjá kirkjuni.“
Hvussu skulu vit meta Mariu?
Maria var ein góð fyrimynd í trúgv, lýdni, eyðmjúkleika og kærleika til Gud. Hon er ein av teimum trúføstu persónunum, sum vit eiga at taka eftir. – Hebrearabrævið 6:12.
Maria hevði ein heilt serligan leiklut sum mamma at Jesusi, men Bíblian lærir ikki, at vit skulu tilbiðja Mariu ella biðja til hennara. Jesus vísti ikki mammu síni serliga æru, og hann bað heldur ikki sínar lærisveinar gera tað. Maria verður umrødd í evangeliunum og eina ferð í Ápostlasøguni, men hon verður ikki nevnd í hinum 22 bókunum í Nýggja testamenti. – Ápostlasøgan 1:14.
Í Bíbliuni er einki dømi um, at tey fyrstu kristnu vístu Mariu serligan ans, og tey hámettu hana heldur ikki. Bíblian lærir tvørturímóti, at vit bert skulu tilbiðja Gud. – Matteus 4:10.
a Summum dámar ikki orðingina „sonur Guds“, tí tey halda, at tað merkir, at Gud hevði kynsligt samband við eina kvinnu. Men tað er ikki tað, sum Bíblian sigur. Bíblian kallar Jesus „son Guds“ og ’hin frumborna als skapnings’, tí hann var tann fyrsti og tann einasti, sum Gud skapti einsamallur. (Kolossebrævið 1:13-15) Bíblian nevnir eisini fyrsta mannin, Ádam, ’son Guds’. (Lukas 3:38) Tí Gud hevði skapt Ádam..
b Onnur útgáva, bind 7, síða 331.