Hvat eru „lyklar Himmiríkis“?
Bíblian svarar
„Lyklar Himmiríkis,“ sum onkuntíð verða róptir „lyklar til Guds ríki“, umboða myndugleikan at opna vegin fyri menniskjum, so tey kunnu „ganga inn í ríki Guds“. (Matteus 16:19; Ápostlasøgan 14:22) a Jesus gav Pæturi „lyklar Himmiríkis“. Tað merkir, at Pætur fekk myndugleika at opinbera, at trúføst menniskju kundu fáa framíhjárættin at koma í himmiríkið við at fáa av Guds heilaga anda.
Hvør fekk gagn av lyklunum?
Við myndugleika frá Gudi opnaði Pætur vegin til Guds ríki fyri trimum bólkum:
Jødar og jødakristin. Stutt eftir deyða Jesusar eggjaði Pætur einum bólki av trúgvandi jødum til at viðurkenna, at Gud hevði sett Jesus at ráða í Guds ríki. Pætur vísti teimum, hvat tey máttu gera fyri at blíva frelst. Soleiðis opnaði hann vegin til Guds ríki fyri teimum, og fleiri túsund „tóku við orði hansara“. – Ápostlasøgan 2:38-41.
Samverjar. Seinni varð Pætur sendur til samverjar. b Eisini hesa ferð brúkti hann ein av lyklunum, tá ið hann saman við Jóhannesi ápostli ’bað fyri teimum, at tey skuldu fáa Heilaga Andan’. (Ápostlasøgan 8:14-17) Hetta opnaði vegin til Guds ríki fyri samverjum.
Heidningar. Trý og eitt hálvt ár eftir deyða Jesusar fortaldi Gud Pæturi, at heidningar (ikki-jødar) eisini fingu møguleika at koma inn í Guds ríki. Pætur brúkti ein av lyklunum, tá ið hann við at boða fyri heidningum opnaði hurðina, so teir kundu fáa heilaga andan, blíva kristnir og í framtíðini fáa atgongd til Guds ríki. – Ápostlasøgan 10:30-35, 44, 45.
Hvat merkir tað at „ganga inn í ríki Guds“?
Tey, sum „ganga inn í ríki Guds“, skulu stjórna saman við Jesusi í himli. Bíblian hevur boðað frá, at tey skulu „sita í hásætum“ og „vera kongar yvir jørðini“. – Lukas 22:29, 30; Opinberingin 5:9, 10, New World Translation.
Misskiljingar um lyklar himmiríkis
Misskiljing: Pætur ger av, hvør sleppur í himmalin.
Sannroynd: Bíblian sigur, at tað er Jesus Kristus, ikki Pætur, sum „skal døma livandi og deyð“. (2. Timoteusarbræv 4:1, 8; Jóhannes 5:22) Faktiskt segði Pætur sjálvur, at Jesus „er hin av Gudi setti dómari yvir livandi og deyðum“. – Ápostlasøgan 10:34, 42.
Misskiljing: Himmalin bíðaði eftir, at Pætur skuldi gera av, nær lyklar himmiríkis skuldu brúkast.
Sannroynd: Tá ið Jesus tosaði um lyklar himmiríkis, segði hann við Pætur: „Tað, sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.“ (Matteus 16:19) Summi halda, at hetta merkir, at Pætur gjørdi av, hvat himmalin skuldi gera. Men griksku sagnorðini í grundtekstinum vísa, at Pætur skuldi taka avgerðir, aftan á at avgerðirnar longu vóru tiknar í himli, ikki áðrenn.
Aðrastaðni í Bíbliuni sæst, at Pætur fekk boð úr himli, tá ið hann brúkti lyklar himmiríkis. Til dømis var tað eftir boðum frá Gudi, hann brúkti triðja lykilin. – Ápostlasøgan 10:19, 20.
a Bíblian brúkar av og á orðið „lykil“ sum eina ímynd um myndugleika og ábyrgd. – Esaias 22:20-22; Opinberingin 3:7, 8.
b Átrúnaðurin hjá samverjum var øðrvísi enn jødadómurin, men summar lærur og siðvenjur vóru úr Móselógini.