Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um náttúruvanlukkur?

Hvat sigur Bíblian um náttúruvanlukkur?

Bíblian svarar

 Gud er ikki atvoldin til náttúruvanlukkurnar, sum henda í dag, men hann hevur umsorgan fyri fólkum, sum verða rakt av teimum. Guds ríki fer at beina fyri øllum tí, sum er orsøk til líðingar, eisini fyri náttúruvanlukkum. Men inntil tá troystar Gud tey, sum eru fyri náttúruvanlukkum. – 2. Korintbræv 1:3.

 Hví kunnu vit vera vís í, at náttúruvanlukkur ikki eru ein straffur frá Gudi?

 Munur er á náttúruvanlukkum og tí, sum vit lesa í Bíbliuni um, hvussu Gud hevur brúkt náttúrukreftirnar.

  •   Náttúruvanlukkur drepa og løsta tilvildarliga. Men tá ið Gud brúkti náttúrukreftirnar til at útinna dómar, tryggjaði hann sær, at bara tey óndu vórðu fyribeind. Tá ið Gud til dømis legði býirnar Sodoma og Gomorra í oyði, vardi hann Lot og báðar døturnar hjá honum. (1. Mósebók 19:29, 30) Gud sá, hvat búði í hjørtunum hjá teimum, sum livdu tá, og beindi bert fyri teimum, sum hann metti vera ónd. – 1. Mósebók 18:23-32; 1. Sámuelsbók 16:7.

  •   Náttúruvanlukkur koma vanliga við lítlari ella ongari ávaring. Men Gud ávaraði tey óndu, áðrenn hann brúkti náttúrukreftir at straffa tey við. Fólkini, sum lurtaðu eftir ávaringunum, høvdu møguleika at flýggja undan vanlukkuni. – 1. Mósebók 7:1-5; Matteus 24:38, 39.

  •   Í ein ávísan mun hava menniskju sjálv verið atvold til náttúruvanlukkur. Hvussu tá? Við at oyðileggja náttúruumhvørvið og við at byggja á økjum, har vandi er fyri jarðskjálvtum, áarføri og ógvisligum veðri. (Opinberingin 11:18) Vit kunnu ikki geva Gudi skyldina fyri mistøkini hjá menniskjum. – Orðtøkini 19:3.

 Eru náttúruvanlukkur tekin um, at vit liva á síðstu døgum?

 Ja, profetiirnar í Bíbliuni siga frá, at vanlukkur skulu henda, tá ið „endi er á tíðini“, ella á „síðstu døgum“. (Matteus 24:3; 2. Timoteusarbræv 3:1) Um okkara tíð segði Jesus til dømis: „Hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:7) Skjótt fer Gud at beina fyri øllum á jørðini, sum er orsøk til pínu og líðingar, eisini fyri náttúruvanlukkum. – Opinberingin 21:3, 4.

 Hvussu hjálpir Gud teimum, ið hava verið fyri náttúruvanlukkum?

  •   Gud hjálpir teimum við sínum orði, Bíbliuni. Bíblian vissar okkum um, at Gud leggur í okkum, og at hann hevur samkenslu við okkum, tá ið vit ikki hava tað gott. (Sálmur 34:18; 1. Pætursbræv 5:6, 7) Hon sigur eisini, at Gud gevur lyfti um eina tíð, tá ið ongar náttúruvanlukkur henda meira. – Sí „ Bíbliuørindi, sum ugga tey, ið hava verið fyri náttúruvanlukkum“.

  •   Við sínum tænarum hjálpir Gud teimum, sum hava verið fyri náttúruvanlukkum. Gud lærir sínar tænarar á jørðini at gera tað, sum Jesus gjørdi. Tað var sagt frammanundan, at Jesus skuldi troysta „øll, ið syrgja“, og sum hava „sundurbrotið hjarta“. (Esaias 61:1, 2) Guds tænarar royna at gera tað sama. – Jóhannes 13:15.

     Gud brúkar eisini sínar tænarar til at geva teimum, sum hava verið fyri náttúruvanlukkum, praktiska hjálp. – Ápostlasøgan 11:28-30; Galatiabrævið 6:10.

Jehova vitni veita praktiska hjálp eftir eina ódn í Puerto Riko

 Kann Bíblian hjálpa okkum at vera fyrireikað til náttúruvanlukkur?

 Ja. Hóast Bíblian ikki er nøkur handbók, sum vísir, hvat vit skulu gera, um ein vanlukka hendir, eru meginreglur í henni, sum kunnu hjálpa okkum. Til dømis hesar:

  •   Ger eina ætlan, so tú ert fyrireikaður, um ein vanlukka hendir. Bíblian sigur: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól.“ (Orðtøkini 22:3) Tað er skilagott at gera eina ætlan fyri, hvat vit kunnu gera í einari neyðstøðu. Vit kundu eitt nú pakkað eina neyðtasku at taka við, um ein vanlukka hendir, og avtala við familjuna, hvar vit kunnu møtast.

  •   Met lívið hægri enn tínar ognir. Bíblian sigur: „Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.“ (1. Timoteusarbræv 6:7, 8) Tað kann vera neyðugt at fara frá húsi og heimi fyri at yvirliva eina vanlukku. Vit mugu minnast til, at livið er meira vert enn okkara ognir. – Matteus 6:25.