Hvat er nýggja Jerusalem?
Bíblian svarar
„Nýggja Jerúsalem“ er ein orðing, sum kemur fyri tvær ferðir í Bíbliuni. Tað er ein ímyndarligur býur, sum umboðar tann bólkin av Jesu lærisveinum, sum fara til himmals at ráða saman við honum í Guds ríki. (Opinberingin 3:12; 21:2) Bíblian vísir, at hesin bólkurin eisini verður róptur brúður Kristusar.
Hvussu finna vit út av, hvat nýggja Jerusalem er?
Nýggja Jerusalem er í himli. Báðar ferðir Bíblian nevnir nýggja Jerusalem, verður sagt, at tað kemur niður av himli, og einglar verja býarportrini. (Opinberingin 3:12; 21:2, 10, 12) Stóra støddin á býnum vísir eisini, at hann ikki kann vera á jørðini. Hann hevur skap sum ein terningur og er „12.000 stadiur“ í ummáli. a (Opinberingin 21:16) Síðurnar á honum høvdu tí verið nærum 560 kilometrar høgar og rokkið langt út í rúmdina.
Nýggja Jerusalem er ein bólkur av Jesu lærisveinum, brúður Kristusar. Nýggja Jerusalem verður kallað ’brúður, kona lambsins’. (Opinberingin 21:9, 10) Í hesi ímyndarligu lýsingini vísir lambið til Jesus Kristus. (Jóhannes 1:29; Opinberingin 5:12) ’Kona lambsins’, brúður Kristusar, ímyndar kristin, sum verða sameind við Jesusi í himli. Bíblian samanber sambandið millum Jesus og hesi kristnu við sambandið millum ein mann og konu hansara. (2. Korintbræv 11:2; Efesusbrævið 5:23-25) Haraftrat standa ’nøvn hinna tólv ápostla lambsins’ á grundarsteinunum í nýggja Jerusalem. (Opinberingin 21:14) Hetta hjálpir okkum at skilja, hvat nýggja Jerusalem er, tí tey kristnu, sum hava vón um lív í himli, eru ’uppbygd á grundvølli ápostlanna og profetanna’. – Efesusbrævið 2:20.
Nýggja Jerusalem er partur av eini stjórn. Í fortíðar Jerusalem, sum var høvuðsstaður í Ísrael, stjórnaðu Dávid kongur, sonur hansara, Sálomon, og eftirkomarar teirra í „hásæti HARRANS“. (1. Krønikubók 29:23) Jerusalem, sum varð kallað ’hin heilagi staður’, umboðaði altso Guds stýri gjøgnum Dávids ætt. (Nehemias 11:1) Nýggja Jerusalem, sum eisini verður kallað ’hin heilagi staður’, fevnir um tey, sum „skulu vera kongar“ yvir jørðini saman við Jesusi. – Opinberingin 5:9, 10; 21:2.
Nýggja Jerusalem førir til signing fyri menniskju á jørðini. Sagt verður, at tað nýggja Jerusalem ’kemur niður av Himli frá Gudi’, og tað vísir, at Gud brúkar tað í sambandi við viðurskifti uttan fyri himmalin. (Opinberingin 21:2) Hesi orðini seta nýggja Jerusalem í samband við Guds ríki, sum Gud brúkar til at fremja sín vilja „í Himli“ og „á jørðini“. (Matteus 6:10) Guds ætlan við menniskjum á jørðini fevnir millum annað um hesar signingar:
Syndin verður fyribeind. Ein ’lívsvatnsá’ rennur frá nýggja Jerusalem og vatnar „træ lívsins“, sum er „tjóðunum til grøðing“. (Opinberingin 22:1, 2) Henda likamliga og andaliga grøðingin beinir fyri syndini og ger tað møguligt hjá menniskjum at fáa eitt fullkomið lív, soleiðis sum Gud upprunaliga ætlaði tað. – Rómbrævið 8:21.
Viðurskiftini millum Gud og menniskju verða góð. Syndin hevur havt við sær, at menniskju eru blivin fremmand fyri Gudi. (Esaias 59:2) Tá ið syndin verður fyribeind, kann henda profetiin ganga út til fulnar: „Bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.“ – Opinberingin 21:3.
Sorg, pína og deyði halda uppat. Við sínum ríki fer Gud at „turka hvørt tár av eygum teirra [menniskjanna]; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur“. – Opinberingin 21:4.
a Ein stadia var eitt rómverskt longdarmát, sum svaraði til 185 metrar.