Er tað skeivt at roykja?
Bíblian svarar
Bíblian sigur einki um royking a ella aðrar mátar at brúka tubbak. Men meginreglur í Bíbliuni vísa, at Gud ikki góðtekur royking, tí tað er ein heilsuskaðiligur og óreinur vani.
Virðing fyri lívinum. „Gud ... gevur øllum lív og anda.“ (Ápostlasøgan 17:24, 25) Lívið er ein gáva frá Gudi, og tí eiga vit ikki at gera nakað, sum styttir um lívið, eitt nú at roykja. Um allan heimin er royking ein av høvuðsorsøkunum til andlát, sum kundu verið fyribyrgd.
Hugsa um onnur. „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.“ (Matteus 22:39) Tað er ikki umhugsið at roykja millum onnur fólk. Passivir roykjarar eru í størri vanda fyri at fáa sjúkur, sum roykjarar ofta fáa.
Reinleiki. ’Berið fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur.’ (Rómbrævið 12:1) „Latið okkum reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiðis fullføra heilaggering í gudsótta.“ (2. Korintbræv 7:1) At vera heilagur í Guds eygum vil siga at vera reinur á øllum økjum. Men tey, sum roykja, anda við vilja eitrandi evni í seg, sum skaða kroppin. Og tí ber tað ikki til hjá roykjarum at vera heilagir.
Sigur Bíblian nakað um misnýtslu av kannabis ella øðrum rúsevnum?
Bíblian nevnir ikki kannabis (eisini rópt marihuana ella hassj) ella líknandi rúsevni við navni. Men meginreglur í henni vísa, at tað ikki er í lagi at misnýta slík vanaelvandi evni. Umframt meginreglurnar omanfyri eru hesar eisini viðkomandi:
Tað er neyðugt at hugsa klárt. „Tú skalt elska Harran Gud tín ... av øllum huga tínum.“ (Matteus 22:37, 38) „Verið árvakin!“ (1. Pætursbræv 1:13, Nýggi Sáttmálin) Tað ber ikki til hjá teimum, sum misnýta rúsevni, at hugsa púra klárt, og nógv gerast enntá bundin av rúsevnum. Heldur enn at fylla tankarnar við nøkrum góðum, hugsa tey mest um at fáa hendur á rúsevnum. – Filippibrævið 4:8.
At fylgja lógini. ’Verið myndugleikum og teimum ráðandi lýðin.’ (Titusarbrævið 3:1, Nýggi Sáttmálin) Í nógvum londum eru nøkur sløg av rúsevnum bannað. Vilja vit gleða Gud, mugu vit akta landsins myndugleikar. – Rómbrævið 13:1.
a Royking í hesum førinum vísir til, at fólk við vilja anda tubbaksroyk í seg frá sigarettum, sigarum, pípum ella vatnpípum. Men meginreglurnar eru eisini galdandi fyri skrátubbak, snús, e-sigarettir við nikotini og líknandi vørur.