Sleppa dýr í himmalin?
Bíblian svarar
Bíblian lærir, at av øllum teimum skapningunum, sum eru á jørðini, sleppur bara eitt avmarkað tal av menniskjum í himmalin. (Opinberingin 14:1, 3) Har skulu tey vera kongar og prestar saman við Jesusi. (Lukas 22:28-30; Opinberingin 5:9, 10) Meginparturin av menniskjunum fáa eina uppreisn til lív í einum paradísi á jørðini. – Sálmur 37:11, 29.
Í Bíbliuni stendur einki um ein himmal fyri hundar ella onnur kelidýr – og tað av góðum grundum. Dýr kunnu einki gera fyri at blíva skikkað til ’himmalska kallið’. (Hebrearabrævið 3:1) Tey kunnu ikki fáa sær kunnleika, vísa sína trúgv í verki ella akta Guds boð. (Matteus 19:17; Jóhannes 3:16; 17:3) Bert menniskju vórðu skapt til at liva um ævir. – 1. Mósebók 2:16, 17; 3:22, 23.
Fyri at sleppa í himmalin er neyðugt við eini uppreisn. (1. Korintbræv 15:42) Bíblian nevnir fleiri dømi um nøkur, sum fingu eina uppreisn. (1. Kongabók 17:17-24; 2. Kongabók 4:32-37; 13:20, 21; Lukas 7:11-15; 8:41, 42, 49-56; Jóhannes 11:38-44; Ápostlasøgan 9:36-42; 20:7-12) Men øll hesi vóru menniskju, ikki dýr.
Hava dýr eina sál?
Nei. Bíblian sigur, at bæði dýr og menniskju eru sálir. (4. Mósebók 31:28, New World Translation) Tá ið fyrsti maðurin, Ádam, bleiv skaptur, fekk hann ikki eina sál, men hann „varð livandi sál“. (1. Mósebók 2:7) Ein sál er samansett av tveimum: mold og lívsanda.
Kann sálin doyggja?
Ja, Bíblian lærir, at sálin kann doyggja. (Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø) Tá ið menniskju og dýr doyggja, fara tey aftur í moldina. (Prædikarin 3:19, 20) Við øðrum orðum eru tey ikki til longur. a
Kunnu dýr synda?
Nei. At synda merkir at hugsa, føla ella gera nakað, sum er skeivt í Guds eygum. Fyri at synda má ein skapningur vera førur fyri at taka avgerðir í sambandi við moralskar spurningar, men tað duga dýr ikki. Vanliga lata tey instinktið ráða. (2. Pætursbræv 2:12) Eftir eitt stutt lív doyggja tey, hóast tey ikki hava syndað.
Er tað í lagi at pína dýr?
Nei. Gud gav menniskjum vald yvir dýrunum, men ikki loyvi at fara illa við teimum. (1. Mósebók 1:28; Sálmur 8:7-9) Gud hevur umsorgan fyri øllum dýrum, enntá smáfuglum. (Jónas 4:11; Lukas 12:6) Hann gav sínum tænarum boð um at fara væl við dýrunum. – 2. Mósebók 23:12; 5. Mósebók 25:4; Orðtøkini 12:10.
a Fleiri upplýsingar eru at finna í 6. kapitli í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga?