Hvat sigur Bíblian um at taka sær av gomlum foreldrum?
Bíblian svarar
Vaksin børn hava skyldu at tryggja sær, at teirra gomlu foreldur fáa ta røkt og umsorgan, sum tey hava brúk fyri. Bíblian sigur, at vaksin børn mugu „læra fyrst at vísa sínum egna húsi gudsótta sín og løna foreldrum sínum aftur! Tað er tekkiligt í eygum Guds“. (1. Timoteusarbræv 5:4) Tá ið børnini syrgja fyri, at teirra gomlu foreldur fáa ta neyðugu hjálpina, akta tey eisini boðini í Bíbliuni um at æra síni foreldur. – Efesusbrævið 6:2, 3.
Í Bíbliuni er eingin serstøk leiðbeining um at taka sær av gomlum foreldrum. Men har eru dømi um trúgvandi menn og kvinnur, sum gjørdu tað. Bíblian gevur eisini praktisk ráð, sum kunnu hjálpa teimum, ið hava gomul foreldur at taka sær av.
Hvussu tóku nøkur sær av gomlum foreldrum á Bíbliunnar døgum?
Tað gjørdu tey á ymiskan hátt, alt eftir umstøðunum.
Jósef búði langt frá gamla pápa sínum, Jákupi. Tá ið Jósef fekk møguleikan, skipaði hann fyri, at Jákup kom at búgva tættari hjá sær. Og hann syrgdi fyri, at pápin hevði eitt stað at búgva, at hann fekk nokk at eta, og at hann var tryggur. – 1. Mósebók 45:9-11; 47:11, 12.
Rutt flutti úr heimlandi sínum til landið hjá vermammuni og arbeiddi ótroyttiliga fyri at syrgja fyri henni. – Rutt 1:16; 2:2, 17, 18, 23.
Jesus valdi, stutt áðrenn hann doyði, at biðja ein taka sær av mammu síni, Mariu. Maria var eyðsýniliga einkja tá. – Jóhannes 19:26, 27. a
Hvørji praktisk ráð úr Bíbliuni kunnu hjálpa teimum, sum hava gomul foreldur at taka sær av?
Í Bíbliuni eru meginreglur, sum kunnu hjálpa teimum, ið taka sær av gomlum foreldrum, at klára ta til tíðir kropsligu og kensluligu avbjóðingina, sum fylgir við uppgávuni.
Ær foreldur tíni
Bíblian sigur: „Ær faðir tín og móður tína.“ – 2. Mósebók 20:12.
Hvussu kanst tú fylgja hesi meginregluni? Tú kanst æra foreldrini við at lata tey sleppa at taka avgerðir um sítt egna lív, alt eftir hvat tey hava hug og orku til. Lat tey eisini, um tað yvirhøvur ber til, sjálv taka avgerð um, hvørja røkt tey skulu hava. Vís teimum samstundis æru við at hjálpa teimum so væl, sum til ber.
Royn at skilja tey, og ver fyrigevandi
Bíblian sigur: „Klókskapur menniskjans ger hann tolnan; tað er honum æra at látast sum einki, um onkur gongur honum ov nær.“ – Orðtøkini 19:11.
Hvussu kanst tú fylgja hesi meginregluni? Um tú hevur gomul foreldur, og tey siga okkurt keðiligt ella ikki sýnast at leggja nakað í tína hjálp, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Hvussu hevði eg havt tað, um eg hevði slíkar avmarkingar og var í eini so torførari støðu?’ Tá ið tú roynir at skilja tey og vera fyrigevandi, sleppur tú kanska undan at gera støðuna verri.
Spyr onnur
Bíblian sigur: „Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.“ – Orðtøkini 15:22.
Hvussu kanst tú fylgja hesi meginregluni? Royn at kunna teg um heilsutrupulleikarnar hjá foreldrunum, so tú betur fært hjálpt teimum. Kanna, hvør hjálp er at fáa. Tosa við onnur, sum hava tikið sær av gomlum foreldrum. Hevur tú systkin, kunnu tit kanska møtast og tosa um, hvønn tørv tykkara foreldur hava, hvussu tit kunnu taka tykkum av teimum, og hvør skal gera hvat.
Ver lítillátin
Bíblian sigur: „Hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.“ – Orðtøkini 11:2.
Hvussu kanst tú fylgja hesi meginregluni? Tú mást ásanna, at tú ikki klárar alt. Til dømis hevur eingin óavmarkaða tíð og orku. Og tí er tað avmarkað, hvussu nógv tú ert førur fyri at hjálpa foreldrunum. Ert tú fyrilagstur av øllum tí, sum tað krevur at taka sær av gomlum foreldrum, kanst tú kanska biðja onnur í familjuni hjálpa ella fáa professionella hjálp.
Ansa eftir tær sjálvum
Bíblian sigur: „Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí.“ – Efesusbrævið 5:29.
Hvussu kanst tú fylgja hesi meginregluni? Tú hevur sjálvandi skyldu at taka tær av foreldrunum, men tú mást eisini hugsa um teg sjálvan og familjuna hjá tær, um tú ert giftur. Tú mást eta sunt og fáa nóg nógvan svøvn. (Prædikarin 4:6) Og tú mást fáa tær ein steðg, tá ið tú hevur brúk fyri tí. Gert tú alt hetta, ert tú kensluliga, sálarliga og kropsliga betur førur fyri at taka tær av tínum foreldrum.
Sigur Bíblian nakað um, hvørt tað er í lagi at lata síni foreldur fara á ellisheim?
Bíblian hevur onga serstaka vegleiðing um, hvørt børn skulu taka sær av sínum foreldrum heima ella lata tey fara á eitt ellisheim. Summar familjur velja at lata síni gomlu foreldur búgva heima so leingi sum møguligt. Men sum frá líður, halda tey kanska, at eitt ellisheim er besta loysnin. Familjan kann møtast og í felag taka avgerð um, hvat er best fyri allar partar. – Galatiabrævið 6:4, 5.
a Viðvíkjandi hesi frásøguni sigur ein bíbliuviðmerking: „Tað er møguligt, at Jósef [maður Mariu] langt síðani var deyður, og at Jesus hevði tikið sær av mammu síni. Men hvussu var vorðið við henni, nú tá ið hann skuldi doyggja? ... Við hesum lærdi Kristus okkum, at børn skulu taka sær av sínum gomlu foreldrum.“ – The NIV Matthew Henry Commentary in One Volume, síðurnar 428-429.