Hvat sigur Bíblian um tungutalu?
Bíblian svarar
At tala í tungum vísir til ein serligan førleika, sum nøkur kristin í fyrstu øld høvdu, ið gjørdi tey før fyri at tosa eitt annað mál uttan fyrst at hava lært tað. (Ápostlasøgan 10:46) Øll, sum tosaðu tað ávísa málið, skiltu tað, sum varð sagt. (Ápostlasøgan 2:4-8) Tungutala var ein av andans gávum, sum Gud gav summum av teimum kristnu í fyrstu øld. – Hebrearabrævið 2:4; 1. Korintbræv 12:4, 30.
Hvar og nær byrjaði tungutala?
Fyrstu ferð hetta undrið fór fram var í Jerusalem hvítusunnumorgun í ár 33. Umleið 120 lærisveinar hjá Jesusi vóru saman, tá ið ’teir allir vórðu fyltir av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál’. (Ápostlasøgan 1:15; 2:1-4) Ein stór mannamúgva „av øllum fólkasløgum undir himli“ var komin saman, og øll „hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum“. – Ápostlasøgan 2:5, 6.
Hvat endamál hevði tungutala?
At vísa, at Gud stuðlaði teimum kristnu. Í forðum gjørdi Gud undur fyri at vísa, at hann stuðlaði sínum trúføstu tænarum, sum til dømis Mósesi. (2. Mósebók 4:1-9, 29-31; 4. Mósebók 17:10) Tungutala hevði eitt líknandi endamál; hon vísti, at Gud stuðlaði nýggju kristnu samkomuni. Paulus ápostul skrivaði: „Tungutalan [er] til tekin, ikki hinum trúgvandi, men hinum vantrúgvandi.“ – 1. Korintbræv 14:22.
At gera tey kristnu før fyri at vitna fyri øllum. Tey, sum á hvítusunnudegnum hoyrdu lærisveinarnar hjá Jesusi, søgdu: „Vit hoyra teir tala um stóru verk Guds á tungumálum okkara.“ (Ápostlasøgan 2:11) So endamálið við hesum undrinum var eisini at gera tey kristnu før fyri at vitna og ’gera øll fólkasløg til lærisveinar’, sum Jesus hevði sagt. (Ápostlasøgan 10:42; Matteus 28:19) Okkurt um 3.000 fólk, ið upplivdu undrið og hoyrdu boðskapin, blivu lærisveinar tann dagin. – Ápostlasøgan 2:41.
Skuldi tungutala halda fram?
Nei. Gávur andans, til dømis tungutala, skuldu bara vera fyribils. Bíblian segði frammanundan: „Profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat.“ – 1. Korintbræv 13:8.
Nær skuldi tungutala halda uppat?
Vanliga fingu onnur kristin andans gávur, meðan ápostlarnir vóru hjástaddir, og tað hendi sum oftast, við at teir løgdu hendurnar á sínar trúarfelagar. (Ápostlasøgan 8:18; 10:44-46) Tað sær ikki út til, at tey, sum fingu andans gávur frá ápostlunum, góvu tær víðari. (Ápostlasøgan 8:5-7, 14-17) Tað kann lýsast við, at ein myndugleikapersónur skrivar eitt koyrikort út til ein persón. Tann, sum fær koyrikortið, hevur ikki síðani sjálvur myndugleika at skriva koyrikort út til onnur. Tungutala helt eftir øllum at døma uppat, tá ið ápostlarnir og tey, sum høvdu fingið gávuna frá teimum, doyðu.
Hvussu við tungutalu í dag?
Gávan at tala í tungum helt eyðsæð uppat síðst í fyrstu øld. Í dag kann eingin av røttum siga seg tala í tungum við Guds kraft.
Hvussu vita vit, hvørji tey sonnu kristnu eru?
Jesus segði, at ósjálvsøkin kærleiki skuldi eyðkenna hansara lærisveinar. (Jóhannes 13:34, 35) Og Paulus ápostul segði eisini, at kærleiki altíð skuldi eyðkenna sonn kristin. (1. Korintbræv 13:1, 8) Hann vísti á, at andi Guds skuldi fáa kristin at vísa eginleikar, sum undir einum verða nevndir „ávøkstur Andans“, og tann fyrsti eginleikin er kærleiki. – Galatiabrævið 5:22, 23.