Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu fái eg betri hug at røra meg?

Hvussu fái eg betri hug at røra meg?

 Hví skal eg røra meg?

 Í summum londum røra ung seg ikki serliga nógv, og tað er ikki gott fyri heilsuna. Bíblian sigur faktiskt, at ’likamlig venjing er nyttulig’. (1. Timoteusarbræv 4:8) Hugsa um hetta:

  •   Rørsla kann gera teg í betri lag. Kropslig rørsla útloysir endorfinir – evni í heilanum, sum gera teg avslappaðan og glaðan. Summi siga, at rørsla er ein natúrligur heilivágur ímóti tunglyndi.

     „Um eg fari út at renna tíðliga um morgunin, havi eg tað nógv betri allan dagin og fái gjørt meira. Og tá ið eg renni, verði eg eisini í betri lag.“ – Regina.

  •   Rørsla kann gera, at tú sært betri út. Tá ið tú venur regluliga, verður tú í betri formi og fært størri sjálvsálit.

     „Nú klári eg at lyfta meg sjálva upp við ørmunum tíggju ferðir á rað – fyri einum ári síðani kláraði eg tað ikki so frægt sum eina ferð! Og tað besta av øllum er, at tað er gott fyri meg.“ – Olivia.

  •   Rørsla kann gera, at tú livir longur. At røra seg er gott fyri hjartað og lunguni. Konditiónsvenjing kann eisini fyribyrgja hjarta-æðra-sjúkum, sum er ein tann størsta deyðsorsøkin hjá bæði monnum og kvinnum.

     „Tá ið vit røra okkum regluliga, vísa vit okkara skapara, at vit eru takksom fyri, at vit eru so væl skapt.“ – Jessica.

 Niðurstøðan: At røra seg er gott og gagnligt bæði nú og longur fram í tíðina. „Tú hevði ikki sagt: ’Eg vildi ynskt, at eg ongantíð var farin út at ganga túr ella út at renna,’“ sigur ein ung genta, sum eitur Tonya. „Tá ið eg skúgvi mínar umberingar til viks og fari út at røra meg, angri eg tað ongantíð aftaná.“

Ein misrøktur bilur steðgar upp fyrr ella seinni, og tað sama kann henda við kroppinum, um tú ikki ansar væl eftir honum

 Hví fái eg ikki upp í lag?

 Her eru fleiri møguligar forðingar:

  •   Tú manglar motivatión. „Eg haldi, at mann sum ungur bara roknar við, at mann altíð fer at vera ungur og frískur. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu tað er at hava heilsutrupulleikar. Mann hugsar, at tað er bara nakað, sum gomul fólk hava.“ – Sophia.

  •   Tú hevur ikki tíð. „Av tí at eg altíð havi so nógv at gera, raðfesti eg tað at eta sunt og sova nóg nógv, men tað hevur altíð verið ringari hjá mær at raðfesta venjing.“ – Clarissa.

  •   Tú ert ikki limur í einum fitness sentri. „Tað er dýrt at halda seg í formi – tað kostar, um tú vilt venja í einum fitness sentri!“ – Gina.

 Hugsa um hetta:

 Tá ið talan er um at røra seg, hvør er so størsta forðingin hjá tær? At vinna á tí forðingini kann vera strævið, men tað er stríðið vert.

 Hvussu fái eg upp í lag?

 Her eru nøkur uppskot:

  •   Tak ábyrgd fyri tínari heilsu. – Galatiabrævið 6:5.

  •   Kom ikki við umberingum. (Prædikarin 11:4) Tað er til dømis ikki neyðugt at vera limur í einum fitness sentri fyri at fáa upp í lag at røra seg. Finn bara onkran góðan máta at røra teg, og ger tað regluliga.

  •   Spyr onnur, hvat tey gera fyri at røra seg. – Orðtøkini 20:18.

  •   Ger eina venjingarætlan. Set tær nøkur mál og skriva niður, hvussu tað gongur. – Orðtøkini 21:5.

  •   Fá onkran at venja saman við tær. Tað kann hjálpa tær at fáa tað gjørt og geva tær hug at halda fram. – Prædikarin 4:9, 10.

  •   Minst til, at tað ikki altíð gongur sum ætlað, so gev ikki uppat. – Orðtøkini 24:10.

 Alt við máta

 Bíblian sigur, at øll eiga at „hava sjálvstamarhald“. (1. Timoteusarbræv 3:2, 11, Nýggi Sáttmálin) Tað er gott at røra seg, men alt við máta. Tey, sum venja øgiliga nógv, kunnu virka sjálvglað. Ein ung genta, sum eitur Julia, sigur: „Viss vøddarnir hjá einum dreingi eru størri enn intelligensurin, so sigur hann mær einki.“

 Í sambandi við venjing mást tú eisini ansa eftir ’motiverandi ráðum’, sum til dømis: „Tá ið tú ert um at doyggja, skalt tú gera 10 aftrat.“ At fylgja sovorðnum ráðum kann vera kropsliga skaðiligt og fáa teg at gloyma tað, sum hevur størri týdning í lívinum. – Filippibrævið 1:10.

 Faktiskt kunnu slík ’motiverandi ráð’ virka beint øvut. Ein ung genta, sum eitur Vera, sigur: „Nógvar gentur goyma myndir av øðrum gentum, sum tær gjarna vilja líkjast, og so hyggja tær eftir myndunum, tá ið tær mangla motivatión. Men tað endar við, at tær fara at samanbera seg sjálvar við tær og blíva keddar. Vit eiga heldur at seta okkum fyri at betra um heilsuna, ikki bara útsjóndina.“