Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Eri eg perfektionistur?

Eri eg perfektionistur?

 Hugsa um hetta:

  •   Væntar tú at fáa 12 í hvørji einastu roynd?

  •   Dámar tær ikki at royna nakað nýtt, tí tú ert bangin fyri ikki at duga nóg væl?

  •   Tekur tú tað illa upp, tá ið onkur gevur tær vælmeint ráð?

 Um tú svaraði ja til spurningarnar, so ert tú kanska perfektionistur. Men hevur tað so stóran týdning?

 Hvat er galið við at vera perfektionistur?

 Tað er einki galið við at royna at gera sítt besta. Men „tað er stórur munur á royna at gera sítt besta og at stremba eftir onkrum, sum er ógjørligt“, sigur bókin PerfectionismWhat’s Bad About Being Too Good? Hon leggur aftrat: „Perfektionisma kann blíva ein tung byrða at bera, og latið okkum bara siga tað, sum tað er, eingin er fullkomin.“

 Hesum tekur Bíblian undir við. Hon sigur: „Einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott.“ (Prædikarin 7:20) Av tí at tú ert ófullkomin, kanst tú ikki vænta, at alt, sum tú gert, verður líka gott.

 Heldur tú, at tað er ringt at góðtaka? Um so er, kanst tú hugsa um, hvussu perfektionisma kann hava negativa ávirkan á teg. Her eru fýra dømi:

  1.   Hvat hugsar tú um teg sjálvan? Perfektionistar seta alt ov høg krøv til sín sjálvs, og tí verða teir ofta skuffaðir. Ein ung kvinna, sum eitur Alicia, sigur: „Veruleikin er tann, at vit ongantíð koma at duga alt líka væl, og um vit blíva við at plága okkum sjálv við tí, endar tað við, at vit einki sjálvsálit hava eftir. Tað kann vera deprimerandi.“

  2.   Hvussu dámar tær at fáa góð ráð? Perfektionistar hava lyndi til at taka tað illa upp, tá ið onkur gevur teimum vælmeint ráð. „Mær dámar als ikki, tá ið onkur rættar meg ella gevur mær ráð,“ sigur ein ungur maður, sum eitur Jeremy. Hann leggur aftrat: „Tá ið mann er perfektionistur, vil mann ikki viðurkenna sínar avmarkingar og taka ímóti neyðugari hjálp.“

  3.   Hvat hugsar tú um onnur? Perfektionistar hava ofta eina kritiska áskoðan á onnur, og tað er lætt at skilja hví. „Tá ið tú væntar tað fullkomna av tær sjálvum, gert tú tað eisini av øðrum,“ sigur 18 ára gamla Anna. „Tá ið fólk so ikki liva upp til tað, verður mann ferð eftir ferð skuffaður.“

  4.   Hvat hugsa onnur um teg? Væntar tú ov nógv av øðrum, hava tey kanska ikki hug at vera saman við tær. „Tað er strævið at skula liva upp til høgu krøvini hjá einum perfektionisti,“ sigur ein ung kvinna, sum eitur Beth. „Eingin hevur hug at vera saman við fólkum, sum eru soleiðis.“

 Ber tað til at gera nakað við tað?

 Bíblian sigur: „Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt!“ (Filippibrævið 4:5) Fólk, sum eru mild, ella rímilig, vænta hvørki ov nógv av sær sjálvum ella øðrum.

 „Tað verður longu kravt ríkiligt av okkum. Hví gera tað verri við at vera perfektionistiskur? Tað verður for strævið!“ – Nyla.

 Bíblian sigur: ’Liv eyðmjúkt við Gudi tínum!’ (Mika 6:8) Tey, sum eru eyðmjúk, viðurkenna sínar avmarkingar. Tey siga ikki ja til meira, enn tey klára, og tey brúka ikki meira tíð upp á nakað, enn tey orka.

 „Um eg skal føla, at tað, sum eg geri, er nóg gott, kann eg ikki siga ja til alt. Tað er mark fyri, hvussu nógv eg kann gera.“ – Hailey.

 Bíblian sigur: „Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað!“ (Prædikarin 9:10) Heilivágurin móti perfektionismu er altso ikki dovinskapur, nei, tað er arbeiðssemi saman við eginleikunum, sum eru nevndir omanfyri, nevniliga at vera rímiligur og eyðmjúkur.

 „Eg royni at gera mítt besta í tí, sum eg geri, og eg leggi nógva orku í. Eg veit, at tað ongantíð verður perfekt, men tað er ein góð kensla at vita, at eg havi gjørt mítt besta.“ – Joshua.