UNG SPYRJA
Hvussu kann eg eta sunt?
Tú veitst óivað, at tað ikki er gott fyri heilsuna at eta ósunt. Etur mann ósunt, tá ið mann er ungur, ger mann tað sum oftast eisini, tá ið mann verður vaksin. Tí er tað gott, um tú longu nú fært tær góðar matvanar.
Hvat er sunnur matur?
Bíblian sigur, at vit skulu „hava sjálvstamarhald“, og tað fevnir eisini um okkara matvanar. (1. Timoteusarbræv 3:11, Nýggi Sáttmálin) Tí er hetta gott at vita:
Sunnur matur fevnir um allar matvørubólkar. Teir fimm matvørubólkarnir fevna um mjólkarvørur, protein, frukt, grønmeti og kornvørur. Summi velja ein ella fleiri av hesum matvørubólkum frá fyri at tapa seg. Men tað kann gera, at kroppurin ikki fær tað, sum hann hevur brúk fyri.
Royn hetta: Kanna sjálvur ella spyr læknan, hvussu tey ymisku sløgini av mati kunnu gagna okkum. Her eru nøkur dømi:
Kolhydrat kunnu geva tær orku. Protein hjálpa kroppinum at berjast ímóti smittu og at uppbyggja og bøta vevnað. Summi sløg av feitti – í rættari mongd – kunnu minka um vandan at fáa hjartasjúkur og geva tær tað, tú hevur brúk fyri, fyri at hava tað gott.
„Eg royni at eta úr øllum matvørubólkunum. Eg haldi ikki, at tað er skeivt at eta bomm ella fastfood av og á. Tað skal bara ikki vera tað einasta, sum tú etur. Tað besta er at gera alt við máta.“ – Brenda.
Tað er ikki sunt at gera ov nógv av. Við øðrum orðum er tað hvørki gott at eta ov nógv, at eta ov lítið ella ongantíð at unna sær nakað lekkurt.
Royn hetta: Tú kundi roynt í ein mánað at lagt merki til, hvat tú etur. Hevur tú lyndi til at gera ov nógv av í sambandi við nakað av tí, sum er nevnt beint omanfyri? Hvat kanst tú gera fyri at eta sunnari?
„Summar dagar át eg ekstremt nógv, og aðrar dagar svøltaði eg meg. At enda gjørdi eg av at halda uppat at eta ov nógv, at halda uppat at telja kaloriur og ikki fáa mær meir, tá ið eg var mett. Tað tók tíð, men nú havi eg lært at eta sunt.“ – Hailey.
Hvussu kann eg blíva við at eta sunt?
Hugsa longur fram. Í Bíbliuni stendur: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning.“ (Orðtøkini 21:5) Um tú gjarna vilt hava góðar matvanar, mást tú frammanundan hugsa um, hvat tú vilt eta.
„Mann má leggja ætlanir, viss mann vil eta sunnari, og tað merkir ofta, at mann sjálvur má gera matin. Men tað er stríðið vert, og tú sparir eisini pengar.“ – Thomas.
Broyt ósunnar vanar. Í Bíbliuni stendur: ’Gev vísdómi og klókskapi gætur!’ (Orðtøkini 3:21) Klókskapur hjálpir tær at hugsa nýtt og finna út av, hvat riggar hjá tær, tá ið tað snýr seg um sunnar matvanar.
„Eg fór at býta okkurt ósunt um við okkurt sunt hvønn dag. Til dømis át eg eitt súrepli í staðin fyri bomm. Og áðrenn eg visti av, hevði eg býtt nógv av tí ósunna um við nakað sunt.“ – Kia.
Ver rímiligur. Í Bíbliuni stendur: „Et breyð títt við gleði.“ (Prædikarin 9:7) At eta sunt vil ikki siga, at tú ikki kanst hugna tær við góðum mati, og heldur ikki, at tú skalt føla teg illa um hvønn einasta mola, tú etur. Og sjálvt um tú hevur brúk fyri at klænka, mást tú minnast til, at endamálið er at vera sunnur. Ver tí rímiligur og vænta ikki ov nógv av tær sjálvum.
„Eg havi nýliga tapt meg 15 kilo, men eg havi alla tíðina etið meg metta, etið úr øllum matvørubólkum og ikki havt ringa samvitsku, tá ið eg fekk mær eina dessert. Eg góðtók, at tað fór at taka tíð, og at tað í veruleikanum snúði seg um at broyta lívsstíl.“ – Melanie.