UNG SPYRJA
Hvussu kann eg fáa foreldrini at hava álit á mær?
Hvat skalt tú vita?
Hvussu stórt álit foreldrini vísa tær, er treytað av, hvussu álítandi tú ert. Tú skyldar tínum foreldrum at akta tey. Tá ið tú gert, sum tey siga, er tað eitt sindur sum at gjalda eina skuld niður. Og raskari tú ert at ’gjalda’, størri frælsi fært tú helst frá teimum. Men um tú hinvegin ikki ert álítandi, kanst tú ikki rokna við at fáa størri frælsi.
Tað tekur tíð at byggja álit upp. Tú mást vísa í eina tíð, at tú ert álítandi, um tú vilt, at foreldrini skulu geva tær størri frælsi.
UPPLIVING: „Tá ið eg var tannáringur, visti eg væl, hvat foreldrini væntaðu av mær. So eg læt sum um, at eg gjørdi tað, tey vildu, men í loyndum gjørdi eg akkurát, sum eg sjálvur vildi. Tí var tað ringt hjá foreldrunum at hava álit á mær. Við tíðini fann eg út av, at eg ikki kundi snúgva mær undan – mann fær ikki størri frælsi við at snýta. Tú mást vera álítandi, um onnur skulu líta á teg.“ – Craig.
Hvat kanst tú gera?
Sig sannleikan – eisini tá ið tað er ringt. Øll gera mistøk, men at lúgva um tey (ella at lata vera at siga alt fyri at pynta upp á sannleikan) ger, at foreldrini missa álitið á tær. Men um tú altíð sigur sannleikan, síggja foreldrini, at tú ert so mikið búgvin, at tú dugir at viðganga tíni mistøk. Og soleiðis verður tú ein álítandi persónur.
„Tað er ikki endiliga tað at gera mistøk, sum fær onnur at missa álitið á tær, men meira um tú roynir at krógva tað.“ – Anna.
Bíblian sigur: „Vit vilja fegin bera okkum rætt at á allan hátt.“ – Hebrearabrævið 13:18.
Hugsa um hetta: Fortelur tú allan sannleikan, tá ið foreldrini spyrja teg, hvar tú fert, og hvat tú skalt gera? Og tá ið tey spyrja, hvar tú hevur verið, og hvat tú hevur gjørt, roynir tú so at sleppa undan at fortelja teimum okkurt, sum tey helst gjarna vilja vita?
Tak ábyrgd. Fylg reglunum heima við hús. Útset ikki tínar húsligu skyldur. Halt tínar avtalur. Ger tíni skúlating. Kom heim til ásettu tíðina.
„Um foreldrini lova tær at vera saman við vinum okkurt kvøldið, men siga, at tú skalt vera heima aftur klokkan níggju, skalt tú ikki koma heim klokkan hálvgum ellivu og vænta, at tú sleppur út eina aðru ferð.“ – Ryan.
Bíblian sigur: „Tit skulu taka á tykkum ta ábyrgd, sum tit hava fingið.“ – Galatiabrævið 6:5, Nýggi Sáttmálin.
Hugsa um hetta: Tá ið tú hugsar aftur í tíðina, hvussu hevur so gingist hjá tær at vera stundisligur, at røkja tínar skyldur og at fylgja reglum – eisini teimum sum tær ikki dámar?
Ver tolin. Hevur tú gjørt okkurt, sum hevur fingið foreldrini at missa álitið á tær, fer tað at taka tíð at byggja álitið upp aftur. Tú mást vera tolin.
„Eg bleiv frustrerað, tá ið foreldrini ikki vildu geva mær størri frælsi, so hvørt sum eg bleiv eldri. Eg skilti ikki, at tað at blíva eldri ikki er tað sama sum at búnast. Eg bað foreldrini geva mær møguleika at vísa, at tey kundu hava álit á mær. Tað tók tíð, men tað riggaði. Og eg lærdi, at aldur ikki gevur álit, men tað ger atburður.“ – Rachel.
Bíblian sigur: „Hvør er vísur og skilagóður tykkara millum? – Hann vísi við góðum atburði verk síni.“ – Jákupsbrævið 3:13.
Hugsa um hetta: Hvussu kanst tú „við góðum atburði“ fáa (ella aftur fáa) foreldrini at hava álit á tær?
Prei: Set tær eitt mál, antin í sambandi við at vera stundisligur, at røkja tínar skyldur, at koma heim til tíðina ella okkurt annað. Sig við foreldrini, hvat tú hevur sett tær fyri, og spyr tey, hvat skal til, fyri at tey kunnu hava álit á tær. Og síðani mást tú fylgja hesum ráðnum í Bíbliuni: „Viðvíkjandi atburði tykkara áður, skulu [tit] leggja av hitt gamla menniskja.“ (Efesusbrævið 4:22) Sum tíðin gongur, fara foreldrini at síggja, at tú gert framstig.