Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg lata vera við at hugsa negativt?

Hvussu kann eg lata vera við at hugsa negativt?

 Hvat heldur tú um teg sjálvan?

  •   Ert tú bjartskygdur?

     „Eg royni altíð at vera glað og løtt at vera saman við. Hví skuldi eg ikki verið glað og positiv?“ – Valerie.

  •   Ert tú svartskygdur?

     „Tá ið okkurt gongur væl, hugsi eg beinanvegin, at nakað er galið, ella at tað er ov gott til at vera satt.“ – Rebecca.

  •   Ert tú realistiskur?

     „Tey, sum altíð eru bjartskygd, verða skuffað, og tey, sum altíð eru svartskygd, hava eitt syrgiligt lív. Tá ið eg eri realistisk, hjálpir tað mær at síggja eina støðu, sum hon veruliga er.“ – Anna.

 Hví hevur tað týdning?

 Bíblian sigur: „Hin hjartaglaði er altíð í veitslu.“ (Orðtøkini 15:15, Dahl/Viderø) Tey, sum hava eina positiva áskoðan á lívið og skúgva negativar tankar til viks, eru ofta glaðari og hava lættari við at fáa vinir. Hvør hevur í veruleikanum hug at vera saman við nøkrum, sum altíð eru í ringum lag?

 Men sjálvt tann mest bjartskygdi persónurin má viðganga, at lívið ikki bara er ein dansur á rósum. Her eru nøkur dømi:

  •   Kanska hoyrir tú ofta um kríggj, yvirgang og brotsverk í tíðindunum.

  •   Kanska eru trupulleikar í familjuni hjá tær.

  •   Kanska hevur tú veikleikar at stríðast við.

  •   Kanska hevur ein vinur sagt ella gjørt okkurt, sum særdi teg.

 Tú skalt hvørki lata eyguni aftur fyri hesum trupulleikunum ella hugsa alt ov nógv um teir, so tú missir mótið. Royn heldur at finna eina javnvág. Eitt, sum kann hjálpa tær, er at vera realistiskur, tí so hugsar tú ikki alt ov negativt, men góðtekur lívið sum tað í roynd og veru er.

Tú kanst klára lívsins stormar og hava álit á, at sólin aftur fer at skína

 Hvat kanst tú gera?

  •   Hav røttu áskoðanina á tíni mistøk.

     Bíblian sigur: „Einki menniskja á jørðini er so rættvíst, at hann ger einki uttan gott og syndar aldri.“ (Prædikarin 7:20) Tað, at tú gert mistøk, vísir bara, at tú ert eitt menniskja, tað vísir ikki, at tú ert ein tapari.

     Ver realistiskur: Royn at læra av tínum mistøkum, men minst til, at tú ikki ert fullkomin. Ein ungur maður, sum eitur Caleb, sigur: „Heldur enn at sita og blíva keddur um tað, sum eg geri galið, royni eg at læra av tí, so eg kann gera tað betri eina aðru ferð.“

  •   Samanber teg ikki við onnur.

     Bíblian sigur: „Vit skulu ikki vera sjálvshevjandi, so vit arga og øvunda hvør annan.“ (Galatiabrævið 5:26, Nýggi Sáttmálin) Tá ið tú hyggur at myndum á sosialu miðlunum og sært alt, sum gongur fyri seg, uttan at tú ert bjóðaður við, verður tú kanska illur og skuffaður. Tú kanst enntá blíva so keddur, at tú heldur, at tínir vinir slett ikki dáma teg.

     Ver realistiskur: Tú mást góðtaka, at tú ikki verður bjóðaður við til alt. Og minst til, at myndir á sosialu miðlunum ikki siga alla søguna. „Fólk leggja vanliga bara myndir út, tá ið tey uppliva okkurt spennandi,“ sigur ein tannáringagenta, sum eitur Alexis. „Tað er sjáldan, at tey leggja nakað óinteressant út.“

  •   Halt frið við onnur – serliga tey í familjuni.

     Bíblian sigur: „Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju.“ (Rómbrævið 12:18) Tú kanst ikki stýra tí, sum onnur gera, men tú kanst stýra tínum egnu gerðum. Tú kanst velja at halda frið.

     Ver realistiskur: Um stemningurin heima við hús er eitt sindur keðiligur, kanst tú seta tær fyri ikki at gera tað verri, men halda frið. Og tað sama kanst tú gera í sambandi við vinirnar hjá tær. „Eingin er fullkomin, og vit koma øll at traðka á tærnar hjá hvørjum øðrum av og á,“ sigur ein tannáringagenta, sum eitur Melinda. „Vit mugu bara velja, um vit vilja halda frið ella ikki.“

  •   Lær teg at vera takksamur.

     Bíblian sigur: „Verðið takksom!“ (Kolossebrævið 3:15) At vera takksamur hjálpir tær at fokusera upp á tað, sum gongur væl í tínum lívi, heldur enn tað, sum ikki gongur so væl.

     Ver realistiskur: Tú mást viðurkenna tínar trupulleikar, men gloym ikki tað, sum er gott í tínum lívi. Ein ung kvinna, sum eitur Rebecca, sigur: „Hvønn dag skrivi eg okkurt positivt í mína dagbók. Eg vil gjarna minna meg sjálva á, at eg hóast alt havi nógv gott at hugsa um.“

  •   Hugsa um, hvørjar vinir tú hevur.

     Bíblian sigur: „Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ (1. Korintbræv 15:33) Um tú ert saman við fólkum, sum eru atfinningarsom, sarkastisk ella beisk, kann tað enda við, at tú eisini verður so.

     Ver realistiskur: Tá ið vinirnir hjá tær hava okkurt keðiligt at stríðast við, kunnu teir kanska vera eitt sindur negativir í eina tíð. Royn at hjálpa teimum, men ansa eftir, at teir ikki hava ov negativa ávirkan á teg. „Vit eiga ikki bara at vera saman við negativum fólkum,“ sigur ein ung kvinna, sum eitur Michelle. „Tað er sum í rokning. Tá ið mann leggur tvey negativ tøl saman, verður negativa talið bara størri.“

 Les meira um tað

 Sum Bíblian sigur, liva vit í ’torførum tíðum’. (2. Timoteusarbræv 3:1) Heldur tú, at tað er ringt at vera positivur í einum heimi við so nógvum trupulleikum? Les „Hví loyvir Gud líðingar?