UNG SPYRJA
Hvussu kann eg lata vera við at stúra?
Hvat fær teg at stúra?
Kennir tú teg aftur í hesum?
„Eg gangi altíð og hugsi: ’Hvat nú viss …?’ ’Hvat nú viss bilurin krassjar?’ ’Hvat nú viss flogfarið dettur niður?’ Eg stúri fyri sovorðnum, sum ein meira rationellur persónur ikki hugsar so nógv um.“ – Charles.
„Eg stúri alla tíðina. Tað er akkurát sum, at eg renni runt í einum hamstarahjóli uttan at koma nakran veg. Eg slíti meg sjálva upp, uttan at nakað kemur burturúr.“ – Anna.
„Viðhvørt siga fólk við meg, at eg eri heldigur, tí eg enn gangi í skúla. Men tey skuldu bara vitað, hvussu strævið tað er.“ – Daniel.
„Eg eri ræðuliga stressað. Eg eri altíð bangin fyri onkrum, antin fyri onkrum sum skal henda, ella onkrum sum eg skal gera.“ – Laura.
Fakta: Vit liva í ’torførum tíðum’, sum Bíblian kallar tað. (2. Timoteusarbræv 3:1) Tí kunnu ung stúra líka so nógv sum vaksin.
Er tað altíð negativt at stúra?
Nei. Bíblian sigur faktiskt, at tað viðhvørt kann vera gott at stúra. Til dømis vilja tey flestu gjarna tryggja sær, at øll í familjuni hava tað gott. – 1. Korintbræv 7:32-34; 2. Korintbræv 11:28.
Og viss vit skulu vera heilt erlig, kann tað vera motiverandi at stúra eitt sindur. Hugsa tær til dømis, at tú skalt til roynd í næstu viku. Viss tú stúrir fyri tí, kann tað fáa teg at lesa uppá longu nú, og tað kann hjálpa tær at fáa betri karakterir.
Eitt sindur av stúran kann fáa teg at uppdaga vandar. „Mann kann blíva nervøsur, tá ið mann veit, at mann er við at gera nakað býtt, og so letur mann vera fyri ikki at fáa ringa samvitsku,“ sigur ein tannáringagenta, sum eitur Serena. – Sí eisini Jákupsbrævið 5:14.
Fakta: At stúra kann vera ein fyrimunur, so leingi sum tað fær teg at gera tað, sum er rætt.
Men hvat viss tú ert fangaður í eini labyrint av stúran og negativum tonkum?
Dømi: „Alt drønar runt í høvdinum á mær, tá ið eg ímyndi mær alt tað, sum kann henda í eini ávísari støðu,“ sigur 19 ára gamli Richard. „Eg blívi við at síggja tað fyri mær, og at enda blívi eg eitt nervavrak.“
Bíblian sigur, at eitt róligt hjarta er gott fyri heilsuna. (Orðtøkini 14:30) Men at stúra kann hava nógv keðiligt við sær. Mann kann til dømis fáa høvuðpínu, blíva svimmil, fáa ilt í búkin ella fáa hjartabankan.
Hvat kanst tú gera, viss tín stúran følist meira sum ein vansi enn ein fyrimunur?
Hvat kanst tú gera?
Spyr teg sjálvan, um tú hevur nakra grund til at vera so stúrin. „Eitt er at hugsa um tað, sum mann eigur at gera, eitt annað er at vera alt for stúrin. At stúra er sum at sita í einum ruggustóli – tú gert nakað, men kemur ongan veg.“ – Katherine.
Bíblian sigur: „Hvør tykkara kann við at stúra leggja alin aftrat aldri sínum!“ – Matteus 6:27.
Hvat merkir tað? Viss tað at stúra ikki hjálpir tær fram á eina loysn, ger tað bara trupulleikan størri – ella skapar ein trupulleika.
Tak ein dag í senn. „Hugsa um tað. Fer tað, sum tú stúrir fyri, at hava týdning í morgin? Um ein mánað? Um eitt ár? Um fimm ár?“ – Anthony.
Bíblian sigur: ’Stúrið ikki fyri deginum í morgin! Dagurin í morgin skal stúra fyri sínum egna. Hvør dagur hevur nóg mikið í plágu síni.’ – Matteus 6:34.
Hvat merkir tað? Tað gevur onga meining at stúra fyri nøkrum, sum kann henda í morgin, tí tað er ikki sikkurt, at tað hendir.
Lær teg at liva við tí, sum tú ikki kanst gera nakað við. „Tað besta, tú kanst gera, er at fyrireika teg so væl sum møguligt til ymiskar støður. Men tú mást eisini góðtaka, at tað ikki er alt, tú kanst gera nakað við.“ – Robert.
Bíblian sigur: „Tað er ikki vist, at hinir kviku vinna í kapprenningini, … ella hinir klóku verða væl umhildnir; tí tíðin, og hvussu alt vil til, tað bindur teir allar.“ – Prædikarin 9:11.
Hvat merkir tað? Tað er ikki altíð, tú ert førur fyri at broyta eina støðu, men tú kanst broyta hugburð.
Royn at seta støðuna í perspektiv. „Eg haldi, tað er viktigt at síggja alla myndina og ikki hanga seg í smálutir. Mann má finna út av, hvat er viktigast at gera, og so leggja sína orku í tað.“ – Alexis.
Bíblian sigur: ’Dømið um, hvat beinast er.’ – Filippibrævið 1:10.
Hvat merkir tað? Viss mann dugir at seta sínar stúranir í perspektiv, verður tað lættari at klára tær.
Tosa við onkran. „Tá ið eg gekk í sætta flokki, kom eg viðhvørt heim úr skúla og var heilt ferdig. Eg var so bangin fyri at skula í skúla aftur dagin eftir. Tá ið eg fortaldi mammu og babba, hvussu eg hevði tað, lurtaðu tey eftir mær. Og tað var akkurát tað, eg hevði brúk fyri. Eg kundi stóla upp á tey og siga alt við tey. Tað hjálpti mær at klára næsta dag.“ – Marilyn.
Bíblian sigur: „Hjartasorg nívir til jarðar, men blídligt orð gleðir.“ – Orðtøkini 12:25.
Hvat merkir tað? Foreldur ella ein vinur kunnu kanska geva tær góð ráð, sum kunnu hjálpa tær at stúra minni.
Bið til Gud. „Eitt, sum hjálpir mær, er at biðja – eisini hart so eg hoyri meg sjálva. Tí so seti eg orð á tað, sum eg stúri fyri, í staðin fyri bara at hava tað inni í høvdinum. Tað hjálpir mær eisini at skilja, at ongar stúranir eru so stórar, at Jehova ikki kann hjálpa mær við teimum.“ – Laura.
Bíblian sigur: „Kastið alla sorg tykkara á [Gud]! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ – 1. Pætursbræv 5:7.
Hvat merkir tað? Bøn er ikki bara nakað mentalt ella eitt slag av sjálvhjálp. Tá ið tú biður, tosar tú ordiligt við Jehova Gud. Og hann sigur við teg: „Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær.“ – Esaias 41:10.