UNG SPYRJA
Hvussu kann eg venja samvitskuna?
Hvat kann samvitskan samanberast við?
eina kumpas?
eitt spegl?
ein vin?
ein dómara?
Rætta svarið er øll fýra. Í greinini sært tú hví.
Hvat er samvitskan?
Samvitskan gevur tær eina kenslu av, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Hon er „sum ein lóg skrivað í hjarta menniskjans“, sigur Bíblian. (Rómbrævið 2:15, Contemporary English Version) Ein góð samvitska hjálpir tær at kanna, um okkurt, sum tú ætlar tær at gera ella longu hevur gjørt, er rætt ella skeivt.
Samvitskan er sum ein kumpas. Hon leiðir teg rætta vegin, so tú kanst sleppa undan trupulleikum.
Samvitskan er sum eitt spegl. Hon sigur, hvussu tín moralur er og avdúkar, hvussu tú ert innast inni.
Samvitskan er sum ein góður vinur. Hon kann geva tær góð ráð og hjálpa tær, so tað gongst tær væl – um tú lurtar eftir henni.
Samvitskan er sum ein dómari. Hon sigur frá, tá ið tú hevur gjørt okkurt galið.
Niðurstøðan: Samvitskan er eitt týðandi amboð, sum kann hjálpa tær (1) at taka góðar avgerðir og (2) at gera tað gott aftur, sum tú hevur gjørt galið.
Hví skalt tú venja samvitskuna?
Bíblian sigur, at vit skulu „hava góða samvitsku“. (1. Pætursbræv 3:16) Og tað er ringt, um vit ikki hava vant okkara samvitsku.
„Eg plagdi at lúgva fyri foreldrunum um, hvar eg hevði verið. Í fyrstuni fekk eg ringa samvitsku, men við tíðini føldist tað ikki skeivt longur.“ – Jennifer.
Nakað seinni fekk samvitskan hjá Jennifer hana at siga við foreldrini, hvat hon hevði gjørt, og hon helt uppat at lúgva fyri teimum.
Hugsa um hetta: Kundi Jennifer havt lurtað eftir samvitskuni nakað fyrr?
„Tað er ringt og strævið at liva eitt dupultlív. Viss ið samvitskan fyrst hevur loyvt tær at taka eina vánaliga avgerð, verður tað lætt at taka eina aftrat.“ – Matthew.
Nøkur lurta slett ikki eftir samvitskuni. Bíblian sigur, at tey hava „givið seg upp til skammloysi“. (Efesusbrævið 4:19) Bíbliuumsetingin Good News Translation orðar tað soleiðis: „Tey duga ikki longur at kenna skomm.“
Hugsa um hetta: Er lívið lættari hjá teimum, sum ikki føla seg illa, tá ið tey hava gjørt okkurt skeivt? Hvørjum sleppa tey ikki undan?
Niðurstøðan: Fyri at hava góða samvitsku mást tú ’venja sansarnar at skilja millum gott og ilt’. – Hebrearabrævið 5:14.
Hvussu kanst tú venja samvitskuna?
Skalt tú venja samvitskuna, mást tú hava normar fyri, hvat er rætt og skeivt. Nøkur fylgja normum, sum hesi hava ásett:
familjan og samfelagið
vinir
kend fólk
Men tey bestu ráðini fyri, hvussu vit eiga at liva, finna vit í Bíbliuni. Og tað er ikki so løgið, tí Bíblian er „innblást av Gudi“, sum hevur skapt okkum og veit, hvat er best fyri okkum. – 2. Timoteusarbræv 3:16.
Her eru nøkur dømi:
NORMUR: „Vit royna altíð at gera tað, sum rætt er.“ – Hebrearabrævið 13:18, Nýggi Sáttmálin.
Hvussu kann hesin normurin ávirka tína samvitsku, tá ið tú følir teg freistaðan at snýta í eini roynd, at lúgva fyri foreldrunum ella at stjala?
Um tín samvitska altíð fær teg at gera tað, sum er rætt, hvussu heldur tú so, at tað kann gagna tær bæði nú og í framtíðini?
NORMUR: „Flýggið frá seksuellum ómorali!“ – 1. Korintbræv 6:18, New World Translation.
Hvussu kann hesin normurin ávirka tína samvitsku, tá ið tú følir teg freistaðan at hyggja at pornografi ella at hava sex uttan at vera gift/ur?
Um tín samvitska fær teg at flýggja frá seksuellum ómorali, hvussu kann tað so gagna tær bæði nú og í framtíðini?
NORMUR: „Verið góð hvørt við annað, hjálpið og fyrigevið hvør øðrum.“ – Efesusbrævið 4:32, Nýggi Sáttmálin.
Hvussu kann hesin normurin hjálpa tær, tá ið tú og ein beiggi, ein systir ella ein vinur eru ósamd?
Um tín samvitska fær teg at fyrigeva og hjálpa øðrum, hvussu kann tað so gagna tær bæði nú og í framtíðini?
NORMUR: „Jehova ... hatar tann, sum elskar harðskap.“ – Sálmur 11:5, New World Translation.
Hvussu eigur hesin normurin at ávirka teg, tá ið tú velur filmar, undirhaldssendingar og telduspøl?
Um tín samvitska fær teg at halda teg frá harðligum undirhaldi, hvussu kann tað so gagna tær bæði nú og í framtíðini?
DØMI: „Nakrir av mínum vinum plagdu at spæla harðlig telduspøl, og tað gjørdi eg eisini. Pápi mín bað meg halda uppat við tí. Men so spældi eg tey bara hjá vinunum. Eg segði einki um tað heima. Tá ið pápi mín spurdi meg, hvat var galið, segði eg bara, at alt var í lagi. Men so las eg einaferð Sálm 11:5 og fekk ringa samvitsku. Eg visti, at eg mátti halda uppat at spæla hasi spølini. Og hesa ferð gjørdi eg tað. Tá ið ein av mínum vinum hoyrdi tað, helt hann eisini uppat at spæla harðlig telduspøl.“ – Jeremy.
Hugsa um hetta: Nær segði samvitskan hjá Jeremy frá, og nær lurtaði hann eftir henni? Hvat hevur dømið við Jeremy lært teg?
Niðurstøðan: Samvitskan vísir, hvør tú ert, og hvat hevur týdning fyri teg. Hvat sigur tín samvitska um teg?