TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA | MARIA MAGDALENA
„Eg havi sæð Harran!“
Maria Magdalena hugdi upp móti himli, meðan hon turkaði tárini av eygunum. Elskaði harri hennara hekk á einum steyra. Hetta var ein várdag um middagsleitið, og kortini „varð myrkur um alt landið“. (Lukas 23:44, 45) Hon togaði klæðini hjá sær saman um akslarnar og trýsti seg tættari inn at hinum kvinnunum, sum stóðu har. Ein sólarmyrking, sum bara varir nakrar fáar minuttir, kundi ikki vera orsøkin til hetta myrkrið, sum vardi í tríggjar tímar. Kanska byrjaðu Maria og hini, sum stóðu tætt við Jesus, nú at hoyra náttardjórini, sum vanliga ikki eru at hoyra um dagin. Nakrir menn, sum vóru til staðar, blivu „ógvuliga ræddir og søgdu: ’Sanniliga, hesin var Sonur Guds!’“ (Matteus 27:54) Tey, sum fylgdu Jesusi, og onnur hava kanska hugsað, at hetta var Jehova sjálvur, sum vísti, hvussu keddur og misnøgdur hann var um, at sonur hansara varð so illa viðfarin.
Maria Magdalena orkaði næstan ikki at síggja tað, sum fór fram, men hon fekk seg heldur ikki at fara. (Jóhannes 19:25, 26) Pínan hjá Jesusi má hava verið ræðulig. Og mamma Jesus hevði eisini brúk fyri troyst og stuðli.
Eftir alt tað, Jesus hevði gjørt fyri Mariu Magdalenu, var hon til reiðar at gera alt, sum hon kundi, fyri hann. Fyrr var hon ein ólukkulig og vanvird kvinna, men Jesus hevði broytt alt. Hann var orsøkin til, at hon nú hevði eitt gott lív – eitt lív, sum hevði meining. Hon var blivin ein trúgvandi kvinna. Hvussu tá? Og hvat kunnu vit í dag læra av trúnni hjá henni?
Tær „tæntu teimum við tí, sum tær áttu“
Í Bíbliuni byrjar frásøgan um Mariu Magdalenu við einari gávu. Jesus gav henni frælsi, bjargaði henni úr einum trældómi, ið hevði verið sum ein marra hjá henni. Í teirri tíðini høvdu illir andar stóra ávirkan. Teir lupu ofta á fólk; í summum førum fóru teir eisini inn í tey og fingu vald á teimum. Vit vita ikki, hvørja ávirkan teir illu andarnir høvdu á ta fátæku og neyðarsligu Mariu Magdalenu, vit vita bara, at hon hevði verið plágað av sjey av hesum óndskapsfullu og perversu bølmennunum. Og hon kundi takka Jesusi fyri, at teir nú allir vóru riknir út. – Lukas 8:2.
Tað var ein ómetaligur lætti hjá Mariu, at hon endiliga var frí. Hon hevði eitt heilt nýtt lív fyri framman. Hvussu kundi hon vísa, hvussu takksom hon var? Hon fór trúføst at fylgja Jesusi. Hon var eisini altíð klár at hjálpa, tá ið hon sá, at onkur hevði brúk fyri tí. Jesus og ápostlarnir høvdu tørv á mati, klæðum og onkustaðni at sova. Teir vóru ikki ríkir, og teir høvdu einki verðsligt arbeiði um tað mundið. Skuldu teir savna seg um at prædika og undirvísa, høvdu teir brúk fyri, at onkur hjálpti teimum at syrgja fyri tí materiella.
Maria og nakrar aðrar kvinnur syrgdu fyri teimum. Tær „tæntu teimum við tí, sum tær áttu“. (Lukas 8:1, 3) Onkrar av teimum vóru kanska væl fyri í so máta. Bíblian sigur okkum ikki, um tær gjørdu mat, vaskaðu klæðir ella syrgdu fyri, at teir fingu innivist í teimum ymisku bygdunum, teir komu til. Men tær átóku sær villiga at syrgja fyri hesum ferðalagnum, sum kanska taldi umleið 20. Tað, sum kvinnurnar gjørdu, hjálpti óivað Jesusi og ápostlunum at savna tankarnar um at boða gleðiboðini. Maria visti sjálvandi, at hon á ongan hátt kundi betala Jesusi tað aftur, sum hann hevði gjørt fyri hana – men hon var glað fyri at gera tað, sum hon kundi.
Í dag halda nógv kanska lítið um tey, sum átaka sær at gera lítilsvirt arbeiði fyri onnur. Men tað er ikki soleiðis, Gud hugsar. Ímynda tær, hvussu glaður hann var, tá ið hann sá Mariu ofra seg og gera alt, sum hon kundi, fyri at hjálpa Jesusi og ápostlunum. Í dag átaka nógv trúføst kristin sær eisini at tæna øðrum. Ein hjálpandi hond ella bara eitt vinarligt orð kann gera nógv gott, og tað gleðir Jehova. – Orðtøkini 19:17; Hebrearabrævið 13:16.
Hjá Jesusi til tað seinasta
Maria Magdalena var ein av teimum mongu kvinnunum, sum fylgdu Jesusi til Jerusalem at halda páskir í ár 33. (Matteus 27:55, 56) Hon varð heilt sikkurt skelkað, tá ið hon hoyrdi, at Jesus um náttina var handtikin og drigin fyri rættin. Og uppaftur verri var tað síðani at frætta, at landshøvdingin Pontius Pilatus, sum var undir trýsti frá jødisku trúarleiðarunum og mannamúgvuni, hevði dømt Jesus at verða píndan til deyðis á einum steyra. Maria kann meir enn so hava sæð harra sín, tá ið hann, longu blóðutur og útlúgvaður, fór dragsandi gjøgnum gøturnar við tí langa steyranum, sum hann skuldi doyggja á. – Jóhannes 19:6, 12, 15-17.
Á middegi, tá ið tað bleiv myrkt, stóðu Maria Magdalena og hinar kvinnurnar við steyran, sum Jesus doyði á. (Jóhannes 19:25) Maria, sum varð standandi til tað seinasta, bæði sá og hoyrdi Jesus biðja ápostulin Jóhannes taka sær av mammu hansara. Hon hoyrdi Jesus rópa til faðir sín í pínu. Og beint áðrenn hann doyði, hoyrdi hon hann siga tey seinastu orðini: „Tað er fullgjørt!“ Hon føldi stóra sorg. Men hóast tað varð hon eftir øllum at døma verandi, eftir at Jesus var deyður. Seinni var hon stødd við ta nýggju grøvina, sum ein ríkur maður, ið æt Jósef úr Arimatea, hevði lagt líkið av Jesusi í. – Jóhannes 19:30; Matteus 27:45, 46, 57-61.
Tað, sum Maria gjørdi, lærir okkum, hvat vit kunnu gera, tá ið okkara trúarfelagar eru komnir í neyð. Vit kunnu kanska ikki forða einum sorgarleiki ella steðga pínuni hjá teimum, sum eru komin illa fyri. Men vit kunnu vísa samkenslu og mót. Bara tað at hava ein hjálpsaman vin hjá sær kann gera stóran mun í eini ringari støðu. At vit trúføst hjálpa einum vini, sum hevur brúk fyri tí, er tekin um sterka trúgv og kann vera ein stórur uggi. – Orðtøkini 17:17.
’Eg skal taka Hann’
Eftir at líkið av Jesusi var lagt í eina grøv, var Maria millum tær kvinnurnar, sum gjørdu „angandi urtir og salvur“ til, sum seinni skuldu smyrjast á kropp hansara. (Markus 16:1, 2; Lukas 23:54-56) Og morgunin eftir sabbatin var hon tíðliga á fótum. Vit síggja hana fyri okkum, har hon saman við nøkrum øðrum kvinnum fer gangandi eftir teimum myrku gøtunum á veg út til grøvina hjá Jesusi. Meðan tær ganga, fara tær at hugsa um, hvussu tær skulu fáa tann tunga steinin burtur, sum er fyri inngongdina til grøvina. (Matteus 28:1; Markus 16:1-3) Men tær hildu kortini fram. Trúgvin hjá teimum fekk tær at gera tað, sum tær kundu, og so líta á, at Jehova gjørdi restina.
Maria kom kanska til grøvina undan hinum. Hon steðgaði brádliga, skelkað av tí, hon sá. Steinurin var rullaður frá – og grøvin var tóm! Maria var kvik á fótum, hon rann aftur at siga Pæturi og Jóhannesi frá tí, sum hon hevði sæð. Vit síggja hana næstan fyri okkum koma rennandi og næstan ikki fáa orðið upp, sum hon tivar: „Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt Hann!“ Pætur og Jóhannes skundaðu sær út til grøvina, sóu at hon var tóm og fóru so heim aftur. a – Jóhannes 20:1-10.
Tá ið Maria kom aftur til grøvina, varð hon verandi har einsamøll. Tað var enn tíðliga á morgni. Kvirran legði seg yvir ta tómu grøvina, og Maria brast út úr at gráta. Hon hevði enn ilt við at trúgva, at harri hennara var burtur, so hon boygdi seg framyvir og hugdi inn í grøvina, men hvakk so við. Har sótu tveir einglar í hvítum klæðum! „Hví grætur tú?“ spurdu teir. Ovfarin endurtók hon tað, sum hon hevði sagt við ápostlarnar: „Teir hava tikið Harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt Hann!“ – Jóhannes 20:11-13.
Hon vendi sær við, og har aftan fyri hana stóð ein maður. Hon kendi hann ikki aftur og helt tí, at hann var urtagarðsmaðurin, sum ansaði eftir staðnum. Maðurin spurdi hana vinarliga: „Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?“ Maria svaraði: „Harri, hevur Tú borið Hann burt, so sig mær, hvar Tú hevur lagt Hann, so skal eg taka Hann!“ (Jóhannes 20:14, 15) Hvat var tað, hon segði? Hevði hon einsamøll verið før fyri at tikið og borið líkið av Jesusi, sum hevði verið ein stórur og sterkur maður? Maria gav sær ikki stundir at hugsa um slíkt. Hon visti bara, at hon mátti gera tað, sum hon kundi.
Kunnu vit taka eftir Mariu Magdalenu, tá ið vit hava sorgir og forðingar, sum síggja út at vera meira, enn vit klára? Hugsa vit bara um okkara veikleikar og avmarkingar, verða vit kanska so bangin og veik, at vit einki fáa gjørt. Men um vit seta okkum fyri at gera alt tað, sum vit kunnu, og lata Gud gera restina, fáa vit kanska gjørt nógv meira, enn vit halda. (2. Korintbræv 12:10; Filippibrævið 4:13) Fram um alt, so gleða vit Jehova. Tað gjørdi Maria í hvussu er, og lønin, hann gav henni, var heilt óvanlig.
„Eg havi sæð Harran!“
Maðurin, sum stóð framman fyri Mariu, var ikki urtagarðsmaður. Hann hevði einaferð verið timburmaður, so lærari og síðani elskaði harrin hjá Mariu. Men hon kendi hann ikki aftur, so hon vendi sær burtur. Maria hevði als ikki hugsað um tann møguleikan, at Jesus var reistur upp til lív sum ein veldigur andaskapningur, og at hann tí kundi gera seg sjónligan í einum øðrum kroppi enn tí kroppinum, sum hann hevði ofrað. Teir spennandi dagarnar eftir sína uppreisn vísti Jesus seg fleiri ferðir fyri fólki, uttan at tey kendu hann aftur – sjálvt ikki hansara nærmastu vinir kendu hann aftur. – Lukas 24:13-16; Jóhannes 21:4.
Hvussu læt Jesus Mariu fáa at vita, hvør hann var? Soleiðis sum hann úttalaði eitt einasta orð: „Maria!“ Hon snaraði sær á og rópti tað kenda hebraiska orðið: „Rabbuni!“ – sum hon uttan iva ofta hevði rópt hann fyrr. Hetta var hennara elskaði lærari! Gleðin streymaði ígjøgnum hana. Hon tók um hann, sum vildi hon ongantíð sleppa honum aftur. – Jóhannes 20:16.
Jesus visti, hvat hon hugsaði. „Nem ikki við Meg!“ segði hann. Vit kunnu helst ímynda okkum, hvussu blídliga hann segði tað, kanska við einum lítlum smíli, meðan hann varliga gjørdi seg leysan av henni. So segði hann: „Eg eri ikki enn farin upp til Faðir Mín.“ Enn var ikki tíð hjá honum at fara til himmals. Hann hevði framvegis eitt arbeiði at gera á jørðini, og hann vildi hava Mariu at hjálpa sær. Maria lurtaði væl eftir Jesusi. Hann segði við hana. „Far til brøður Mínar og sig við teir, at Eg fari upp til Faðir Mín og Faðir tykkara, til Gud Mín og Gud tykkara!“ – Jóhannes 20:17.
Tað vildi hon so hjartans gjarna gera fyri harra sín! Maria var millum teir fyrstu lærisveinarnar, ið sluppu at síggja Jesus, eftir at hann var reistur upp, og nú slapp hon eisini at bera øðrum hesi góðu tíðindini. Ímynda tær, hvussu glað og íðin hon fór rennandi út at finna lærisveinarnar, og hvussu hon kykkandi eftir ondini segði orðini, sum mugu hava ekkóað inni í høvdinum á bæði henni og teimum í langa tíð aftaná: „Eg havi sæð Harran!“ Hon segði teimum frá øllum, sum Jesus hevði sagt; orðini komu mest sum bóltandi úr henni, so spent var hon. (Jóhannes 20:18) Boðini frá henni samsvaraðu við tað, ápostlarnir longu høvdu frætt frá hinum kvinnunum, sum komu til ta tómu grøvina hjá Jesusi. – Lukas 24:1-3, 10.
„Teir trúðu teimum ikki“
Hvussu tóku menninir ímóti boðunum? Ikki so væl at byrja við. Vit lesa: „Orð teirra tyktust teimum at vera leyst tos; teir trúðu teimum ikki.“ (Lukas 24:11) Menninir meintu tað ikki illa, men teir vóru vaksnir upp í einum samfelagi, sum ikki hevði stórvegis álit á kvinnum. Sambært rabbinskari siðvenju kundi ein kvinna ikki vitna í einum rættarmáli. Kanska vóru ápostlarnir meira ávirkaðir av síni mentan, enn teir góvu sær far um. Men Jesus og faðir hansara hava ikki slíkar fordómar. Tað var sanniliga ein stórur framíhjárættur, teir góvu hesi trúføstu kvinnuni!
Maria legði í hvussu er einki í, hvat menninir søgdu. Hon visti, at meistari hennara hevði álit á henni, og tað var nokk. Øll, ið fylgja Jesusi hava, akkurát sum hon, fingið ein boðskap at bera øðrum. Í Bíbliuni verður tann boðskapurin nevndur „evangeliið um ríki Guds“. (Lukas 8:1) Jesus lovaði ikki sínum lærisveinum, at øll fóru at trúgva teimum ella dáma arbeiðið hjá teimum. Nei, tvørturímóti. (Jóhannes 15:20, 21) Tí eiga kristin at minnast Mariu Magdalenu. At nakrir av hennara egnu andaligu brøðrum ikki trúðu henni, kundi ikki spilla hennara gleði við at bera tey góðu tíðindini um Jesus, sum nú var uppreistur.
Sum frá leið, vísti Jesus seg eisini fyri ápostlunum og síðani fyri fleiri og fleiri av lærisveinunum. Einaferð vísti hann seg fyri meiri enn 500 í senn! (1. Korintbræv 15:3-8) Trúgvin hjá Mariu styrktist fyri hvørja ferð, hann vísti seg, antin hon sá tað sjálv ella hoyrdi um tað. Kanska var Maria ein av kvinnunum, sum vóru á møtinum í Jerusalem á hvítusunnudegnum, tá ið heilagi andin varð heltur út yvir lærisveinarnar hjá Jesusi. – Ápostlasøgan 1:14, 15; 2:1-4.
Eitt kunnu vit í hvussu er av góðum grundum líta á: Maria Magdalena helt fast við trúnna til tað seinasta. Latið okkum gera sum hon! Vit taka eftir trúnni hjá Mariu Magdalenu, tá ið vit vísa, at vit eru takksom fyri alt tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum, og líta á, at Gud altíð hjálpir okkum, tá ið vit gera nakað gott fyri onnur.
a Maria var helst farin frá grøvini, áðrenn hinar kvinnurnar, sum vóru við henni, sóu ein eingil, ið fortaldi teimum, at Jesus var reistur upp. Annars hevði Maria uttan iva fortalt Pæturi og Jóhannesi, at hon hevði sæð ein eingil, sum hevði greitt frá, hví líkið var burtur. – Matteus 28:2-4; Markus 16:1-8.