Far beinleiðis til innihaldið

TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA | ELIAS

Hann helt út til endan

Hann helt út til endan

 Elias royndi at fáa skil á tí, sum hann akkurát hevði frætt: Akab kongur var deyður. Ímynda tær, hvussu tann gamli profeturin hugsanarsamur streyk sær eftir skegginum, meðan hann mintist tey mongu áratíggjuni, hann hevði havt samband við tann ónda kongin. Strævið hevði tað verið og kravt stórt tol! Akab og Jesabel drotning høvdu leingi bæði hótt og ligið honum eftir lívinum. Kongurin hevði ikki so frægt sum lyft hond frá síðu, tá ið Jesabel gav boð um at drepa nógvar av profetunum hjá Jehova. Hjúnini bæði høvdu eisini av berari girnd svorið seg saman um at drepa Nabot, ein ósekan og rættvísan mann, og synir hansara. Afturfyri hevði Elias borið teimum dómsboðini frá Jehova, sum fordømdu Akab og alla hansara kongsætt. Nú var Guds orð gingið út. Akab doyði, júst sum Jehova hevði boðað frá. – 1. Kongabók 18:4; 21:1-26; 22:37, 38; 2. Kongabók 9:26.

 Men eitt visti Elias, stríðið var ikki liðugt. Jesabel var enn á lívi og bleiv við at gera sína óndu ávirkan galdandi í familjuni og í tjóðini sum heild. Elias fór at fáa fleiri avbjóðingar, og hann var langt frá liðugur at upplæra sín vin og eftirmann, Elisa. Nú skulu vit kanna tríggjar av teimum seinastu uppgávunum, Elias fekk. Legg til merkis, hvussu trúgvin hjálpti honum at halda út, tí tað kann hjálpa tær at styrkja tína egnu trúgv ta truplu tíðina, sum vit liva í.

Ahazja verður dømdur

 Ahazja, sonur Akab og Jesabel, var nú kongur í Ísrael. Í staðin fyri at læra av dárskapinum hjá foreldrunum, gekk hann somu óndu leið sum tey. (1. Kongabók 22:53) Ahazja tilbað eisini Ba’al. Ba’alsdyrkanin var ein átrúnaður, sum hevði út av lagi ringa ávirkan á síni viðhaldsfólk. Tað var so galið, at tey framdu skøkjulevnað í templinum og eisini barnaofringar. Kundi nakað fáa Ahazja at venda um og leiða trúleysa fólkið burtur frá ba’alsdyrkanini og aftur til Jehova?

 Tann ungi, stolti kongurin varð knappliga fyri einari vanlukku. Hann datt út gjøgnum eitt rimaverk í takkamari sínum og fekk álvarsligan skaða. Hann var í lívsvanda, og kortini bað hann ongantíð Jehova hjálpa sær. Nei, hann sendi boð til fíggindan í Filistaralandi fyri at spyrja Ba’al-Zebub, gudin í býnum Ekron, um hann fór at koma fyri seg aftur. Nú hevði Jehova fingið nokk. Hann sendi ein eingil, sum bað Elias fáa fatur á sendiboðunum. Profeturin sendi teir aftur til kongin við ringum boðum. Ahazja hevði syndað grovt við at látast, sum Ísrael ongan Gud hevði. Jehova hevði gjørt av, at Ahazja ongantíð skuldi koma úr aftur seingini. – 2. Kongabók 1:2-4.

 Ahazja angraði einki. Hann spurdi sendiboðini: „Hvussu sá maðurin út, sum kom ímóti tykkum og segði hetta við tykkum?“ Teir svaraðu honum við at siga, hvussu profeturin var ílatin, og Ahazja var skjótur at svara: „Tað hevur verið Elias.“ (2. Kongabók 1:7, 8) Legg til merkis, at Elias livdi eitt so einfalt lív, at hann var lættur at kenna av klæðunum, sum ikki vóru nakað at reypa av. Hann var heilt øðrvísi enn Ahazja og foreldur hansara. Tey vóru bæði gromm og materialistisk. At lesa hetta um Elias minnir okkum á ráðini frá Jesusi um at liva einfalt og hugsa um tað, sum veruliga hevur týdning. – Matteus 6:22-24.

 Í hevnisøku sendi Ahazja nú ein høvuðsmann við 50 hermonnum út at handtaka Elias. Tá ið teir funnu Elias, sum „sat á fjalstindinum“, a beyð høvuðsmaðurin honum hvassliga í kongsins navni at „koma oman“ – allarhelst fyri at teir kundu taka hann við sær og avrætta hann. Ja, hvat heldur tú? Hóast teir vistu, at Elias var ein „gudsmaður“, hildu teir tað vera í lagi at hótta hann. Men har fóru teir skeivir! Elias segði við høvuðsmannin: „Eri eg gudsmaður, so falli eldur niður av himli og forkomi tær og hinum fimti monnum tínum!“ Gud fór til verka! Alt fyri eitt „fall eldur niður av himli og forkom honum og hinum fimti monnum hansara“. (2. Kongabók 1:9, 10) At lívið hjá hermonnunum fekk so syndarligan enda, er ein álvarsom áminning um, at Jehova ikki uttan víðari finnur seg í, at fólk vanvirða og hótta hansara tænarar. – 1. Krønikubók 16:21, 22.

 Ahazja sendi nú ein annan høvuðsmann við 50 monnum. Hann var uppaftur frekari enn tann fyrri. Fyri tað fyrsta hevði hann einki lært av, at 51 menn longu høvdu latið lív, hóast øskan av teimum kanska enn lá og sløddist á fjallinum. Og síðani endurtók hann ikki bara tey vanvirðisligu boðini, sum undanmaður hansara hevði givið Eliasi, men skoytti uppí „og tað skjótt“! Tápuligt! Tað hevði við sær, at hann og menn hansara eisini lótu lív. Men kongurin gavst ikki so. Púra kensluleysur sendi hann aftur ein flokk av hermonnum av stað. Tíbetur hevði triði høvuðsmaðurin betri skil enn hinir. Hann fall eyðmjúkur á knæ fyri Eliasi og bønaði hann um at vísa sær og monnunum náði. Elias var ein gudsmaður og speglaði uttan iva Guds miskunn í sínum atburði. Hann aktaði, tá ið ein eingil bað hann fara við hermonnunum. Elias fór við teimum og bar aftur tí ónda konginum dómsboðskapin frá Jehova. Og júst sum Gud hevði sagt, doyði Ahazja. Hann hevði bert verið kongur í tvey ár. – 2. Kongabók 1:11-17.

Elias tók eftir Jehova og vísti tí eyðmjúka høvuðsmanninum miskunn

 Hvussu var Elias førur fyri at halda út millum øll hesi treisku og uppreistrarhugaðu fólkini? Tann spurningurin er eisini hóskandi í dag, heldur tú ikki? Hevur tú onkuntíð verið skuffaður, tá ið ein, sum tú ert góður við, ikki vil lurta eftir góðum ráðum, men velur eina kós, sum er skaðilig? Hvat kann hjálpa okkum at halda út, tá ið onnur skuffa okkum? Kanska fáa vit eina ábending, um vit minnast til, hvar hermenninir funnu Elias, nevniliga „á fjalstindinum“. Vit vita ikki við vissu, hví Elias var staddur júst har, men bøn var ein týðandi partur av hansara lívi, og tað er væl hugsandi, at honum hevur dámt einsemið „á fjalstindinum“, sum gav honum høvi at tosa við sín elskaða Gud, Jehova. (Jákupsbrævið 5:16-18) Vit kunnu gera sum hann og regluliga taka okkum tíð til at styrkja sambandið við Jehova, biðja til hann og opið fortelja honum um okkara trupulleikar og stúranir. Tá kunnu vit betur halda út, tá ið onnur rundan um okkum taka skilaleysar og skaðiligar avgerðir.

Ein annar fær kappan

 Nú var tíð hjá Eliasi at lata ein annan taka yvir. Legg til merkis, hvussu hann bar seg at. Tá ið hann og Elisa fóru úr Gilgal, bað hann Elisa verða verandi, meðan hann sjálvur gekk teir umleið 11 kilometrarnar til Betel. Elisa var skjótur at svara: „So satt sum HARRIN livir, og so satt sum tú livir – eg skiljist ikki frá tær!“ Tá ið teir so báðir vóru komnir til Betel, segði Elias, at nú fór hann einsamallur til Jeriko, sum lá umleið 22 kilometrar burturi. Elisa svaraði líka avgjørdur sum áður. Hetta endurtók seg triðju ferð í Jeriko, áðrenn teir gingu umleið 8 kilometrar aftrat og komu til Jordanánna. Hin ungi Elisa ivaðist onga løtu. Hann varð verandi hjá Eliasi! – 2. Kongabók 2:1-6.

 Elisa vísti ein sera týðandi eginleika, trúfastan kærleika. Rutt vísti No’omi henda sama kærleikan, nevniliga tann, sum knýtir seg til onkran ella okkurt og ongantíð svíkur. (Rutt 1:15, 16) Øll, sum tæna Gudi, hava brúk fyri tí eginleikanum – nú meir enn nakrantíð. Skilja vit líka væl sum Elisa, hvussu stóran týdning hesin eginleikin hevur?

 Elias varð uttan iva rørdur, tá ið hann sá trúfasta kærleikan hjá Elisa. Og orsakað av tí kærleikanum slapp Elisa at síggja seinasta undurverkið hjá Eliasi. Á áarbakkanum við Jordanánna, sum bæði er streymhørð og djúp í støðum, sló Elias á vatnið við kappanum hjá sær. Vatnið skiltist sundur! Umframt Elisa sóu eisini „50 av profetalærisveinunum“ undurverkið. (2. Kongabók 2:7, 8) Hesir profetalærisveinarnir hava helst hoyrt til ein vaksandi hóp av monnum, sum fingu eina útbúgving, ið gjørdi teir førar fyri at ganga á odda í sonnu tilbiðingini í landinum. Elias kann hava havt umsjón við útbúgvingini. Nøkur ár frammanundan hevði Elias kent seg einsamallan og hildið, at hann var tann einasti trúfasti maðurin, sum var eftir í landinum. Eftir tað hevði Jehova, afturfyri at Elias hevði verið so áhaldin, latið hann síggja stóran vøkstur í skaranum av sonnum tilbiðjarum. – 1. Kongabók 19:10.

 Tá ið teir vóru komnir yvir um Jordanánna, segði Elias við Elisa: „Sig, hvat tú vilt hava meg at gera fyri teg, áðrenn eg verði tikin burt frá tær!“ Elias visti, at hann ikki fór at verða verandi leingi aftrat. Hann øvundaði ikki unga vini sínum starvið og framíhjárættindini, sum hann hevði í væntu. Tvørturímóti var hann klárur at hjálpa honum, alt hann kundi. Elisa hevði bara eina bøn: „Lat tvífaldan part av anda tínum falla á meg!“ (2. Kongabók 2:9) Hann meinti ikki, at hann vildi hava dupult so nógvan heilagan anda, sum Elias hevði fingið. Talan var heldur um at fáa ein arv sum tann, ein frumborin sonur eftir Móselógini átti at fáa. Elsti sonurin átók sær at standa fyri familjuni, og tí fekk hann eisini størsta arvin, dupultan part. (5. Mósebók 21:17) Sum andaligur arvingur hjá Eliasi, ásannaði hann helst, at hann fór at fáa brúk fyri at vera líka djarvur sum Elias, tá ið hann skuldi røkja sína uppgávu.

 Elias var eyðmjúkur og vildi lata Jehova svara. Viss ið Elisa slapp at síggja Jehova taka sín gamla profet burtur, so var svarið frá Jehova, at hann skuldi fáa tað, sum hann hevði biðið um. Og „sum teir nú gingu og tosaðu saman“, hendi nakað heilt ótrúligt! – 2. Kongabók 2:10, 11.

Vinalagið millum Elias og Elisa hjálpti uttan iva teimum báðum at halda út í trongdum

 Knappliga kom okkurt skyggjandi til sjóndar, sum lýsti himmalin upp og nærkaðist monnunum. Royn at ímynda tær ljóðið av hvøssum stormi, meðan hesin skyggjandi luturin kom hurlandi ímóti teimum og noyddi teir at skiljast frá hvørjum øðrum; kanska fóru teir aftur eftir hæli av berari ærufrykt. Tað, sum teir sóu, var eitt akfar, ein vogn, geislandi, sum var hann av eldi. Elias visti, at tíðin var komin. Fór hann upp í vognin? Tað sigur frásøgan einki um. Í hvussu er, føldi hann seg lyftan upp, langt upp í luftina og tiknan av storminum.

 Elisa sá alt og var ovfarin. Beint fyri eygum sínum sá hann hetta ótrúliga undrið og skilti, at Jehova fór at geva honum „tvífaldan part av“ tí djarva andanum, sum Elias hevði. Men Elisa fekk ikki hugsað um tað nú, tí hann var so keddur. Hann visti ikki, hvar hansara góði, gamli vinur fór, men væntaði eftir øllum at døma ikki at síggja hann aftur. Hann rópti: „Faðir mín, faðir mín – vagnar og hestmenn Ísraels!“ Hann sá sín kæra vegleiðara hvørva úr eygsjón og skræddi klæði síni av sorg. – 2. Kongabók 2:12.

 Mundi Elias á veg upp hoyra hansara sorgarróp? Mundi hann sjálvur fella tár? Hvussu var og ikki, visti hann, at tað í ringum tíðum ofta hevði hjálpt honum at hava ein so góðan vin undir liðini. Hjá okkum ræður eisini um at fáa góðar vinir, sum elska Jehova og leggja seg eftir at gera hansara vilja.

Jehova flutti Elias og gav honum eina nýggja uppgávu

Seinasta uppgávan

 Hvar var Elias farin? Summir trúarbólkar læra, at hann varð tikin upp til himmals at vera hjá Gudi. Men tað ber ikki til. Fleiri øldir seinni segði Jesus, at eingin var farin upp til himmals undan honum. (Jóhannes 3:13) Tá ið vit so lesa, at „Elias fór upp til Himmals í storminum“, er spurningurin, hvønn himmal? (2. Kongabók 2:11) Bíblian nevnir ikki bara bústaðin hjá Jehova „himmal“, men eisini atmosferina, lofthavið um jørðina, har skýggini sveima og fuglarnir flúgva. (Sálmur 147:8) Tað var upp til tann himmalin, Elias varð tikin. Men hvat hendi so?

 Jehova hevði heilt einfalt flutt sín elskaða profet og givið honum eina nýggja uppgávu, hesa ferð í grannaríkinum Juda. Bíblian vísir, at Elias helt fram sum profetur har, kanska í meir enn sjey ár. Um tað mundið sat hin óndi Jóram kongur við ræði í Juda. Hann hevði gift seg við dóttur Akab og Jesabel, og teirra ónda ávirkan gjørdi seg framvegis galdandi. Jehova gav Eliasi boð um at skriva Jórami eitt bræv við einum dómsboðskapi. Sum sagt varð, fekk Jóram eina ræðuliga sjúku og doyði við nógvari pínu. Og frásøgan endar: „Eingin saknaði hann, táið hann var farin.“ – 2. Krønikubók 21:12-20.

 Munurin á hesum ónda manninum og Eliasi kundi neyvan verið størri! Vit vita ikki, nær ella hvussu Elias doyði. Men vit vita, at hann ikki doyði sum Jóram, ið ikki varð saknaður eftir deyða sín. Elisa saknaði vinin hjá sær. Tað sama gjørdu teir trúføstu profetarnir uttan iva. Umleið 1.000 ár seinni vísti Jehova eisini týðiliga, at hann framvegis var ógvuliga góður við Elias, tí hann sást í sjónini, tá ið Jesus umbroyttist á fjallinum. (Matteus 17:1-9) Vilt tú fegin vera sum Elias og hava somu sterku trúgv sum hann, so tú kanst halda út í royndum? Tá mást tú fáa tær vinir, sum elska Jehova, so títt lív kann snúgva seg um at tæna honum, og tú mást biðja til hansara, ofta og inniliga. Gert tú tað, kann Jehova eisini goyma teg í sínum hjarta.

a Nakrir vísindamenn rokna við, at fjallið í frásøguni var Karmelsfjall, har Gud nøkur ár frammanundan læt Elias vinna sigur á ba’alsprofetunum. Bíblian sigur kortini ikki nágreiniliga, hvat fjall tað var.