TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA | JÓNATAN
Einki forðar Jehova
Hugsa tær eina fjarskotna hernaðarlegu við útsýni yvir eitt turt og knortlut landslag. Hermenninir úr Filistaralandi, sum eru settir at halda vakt har, hava fingið eyga á nakað áhugavert í tí einsháttaða landslagnum. Tveir menn standa heilt sjónligir hinumegin gjónna – ísraelsmenn báðir tveir. Hermenninir síggja ongan vanda í hesum, teir hava heldur hug at skemtast. Filistarar hava leingi havt ræði á ísraelsmonnum. Tað er ikki so frægt, at ísraelsmenn fáa hvest síni landbúnaðaramboð uttan at biðja filistarar um hjálp. Tað sigur eitt sindur um, hvussu illa ísraelitisku hermenninir eru útgjørdir. Og haraftrat eru teir bara tveir! Um teir av øllum illum vóru væl vápnaðir krígsmenn, hvat fingu teir so gjørt? Filistararnir rópa forhánisliga: „Komið niðan til okkara, so skulu vit læra tykkum!“ – 1. Sámuelsbók 13:19-23; 14:11, 12.
Ja, onkur skuldi skjótt fáa av at vita – nevniliga filistararnir sjálvir! Teir báðir ísraelsmenninir runnu oman í gjónna, gingu yvirum og klintraðu so upp hinumegin. Har var so bratt, at teir noyddust at brúka bæði hendur og føtur. Men upp komu teir eftir ósløttu fjallasíðuni og stevndu beint ímóti filistarunum! (1. Sámuelsbók 14:13) Nú sóu filistarar, at maðurin, sum gekk á odda, var vápnaður, og at hin, sum gekk aftanfyri, var hansara vápnasveinur. Ætlaði hann sær í fullum álvara, at teir – tveir mans – skuldu leypa á eina heila hermannalegu? Var hann óður í høvdinum?
Nei, hann var ikki óður í høvdinum; hann var ein maður við sterkari trúgv. Jónatan æt hann, og sonn kristin kunnu læra nógv av frásøguni um hann. Vit eru sjálvandi ikki við í nøkrum bókstavligum kríggi, men Jónatan kann sum fyrimynd læra okkum nógv um mót, trúfesti og ósjálvsøkni – eginleikar, sum kunnu hjálpa okkum at styrkja trúnna. – Esaias 2:4; Matteus 26:51, 52.
Trúgvur sonur og djarvur hermaður
Fyri at skilja, hví Jónatan setti sær fyri at leypa á filistararnar, mugu vit vita eitt sindur meira um hann sum menniskja. Jónatan var elsti sonur Saul, sum var fyrsti kongurin í Ísrael. Tá ið Saul varð salvaður til kong, var Jónatan longu tilkomin, kanska 20 ár ella eldri. Tað tykist sum Jónatan var tætt knýttur at pápa sínum, sum hevði álit á honum og ofta tosaði við hann í trúnaði. Tá kendi Jónatan ikki bert pápa sín sum ein høgan, vakran og djarvan mann, men eisini sum eitt eyðmjúkt menniskja við sterkari trúgv. Hann skilti væl, at Jehova hevði valt at gera Saul til kong. Sjálvur Sámuel, profeturin, segði, at eingin í landinum var sum Saul. – 1. Sámuelsbók 9:1, 2, 21; 10:20-24; 20:2.
Jónatan hevur helst kent tað sum ein heiður at stríðast undir pápa sínum ímóti Guds fólks fíggindum. Tey kríggini vóru ikki sum kríggj millum tjóðir nú á døgum. Tá hevði Jehova valt Ísrael at umboða seg, og tjóðin varð í heilum álopin av fólkasløgum, sum tilbóðu falskar gudar. Filistarar, ið dyrkaðu gudar sum til dømis Dagon, royndu ofta at kúga ella beinleiðis týna útvalda fólkið hjá Jehova.
Hjá monnum sum Jónatani var kríggj tí ein spurningur um at tæna sínum Gudi. Og Jehova signaði tað, sum Jónatan gjørdi. Stutt eftir at Saul gjørdist kongur, gav hann soni sínum 1.000 hermenn at ráða yvir, og við teimum gjørdi Jónatan álop á eina hermannalegu, sum filistarar høvdu í Geba. Hóast stríðsmenninir, sum Jónatan hevði undir sær, vóru illa útgjørdir, sigraðu teir við hjálpini frá Jehova. Men afturfyri savnaðu filistarar ein veldigan her. Nógvir av monnunum hjá Sauli vórðu ræðsluslignir. Summir rýmdu og krógvaðu seg, nakrir fáir góvu seg enntá í part við fíggindan. Men Jónatan misti ongantíð mótið. – 1. Sámuelsbók 13:2-7; 14:21.
Nú fara vit aftur til filistaravaktina og dagin, tá ið Jónatan gjørdi av at sníkja seg av stað og bara hava vápnasveinin við sær. Tá ið teir nærkaðust filistaravaktini í Mikmas, greiddi Jónatan vápnasveininum frá sínum ætlanum. Teir skuldu syrgja fyri, at filistaravaktin sá teir. Og um filistarar so bjóðaðu teimum báðum av og bóðu teir koma niðan, var tað tekin um, at Jehova fór at hjálpa sínum tænarum. Vápnasveinurin var alt fyri eitt til reiðar, kanska tí Jónatan hevði givið honum mót við orðunum: „Einki forðar HARRANUM at geva sigur, hvussu nógvir ella fáir ið so eru!“ (1. Sámuelsbók 14:6-10) Hvat meinti hann við?
Jónatan kendi sjálvsagt Gud sín væl. Hann visti uttan iva, at Jehova fyrr hevði hjálpt sínum fólki at vinna á fíggindum, sum vóru nógv fleiri í tali. Onkuntíð hevði hann eisini givið sigur við bara einum menniskja. (Dómararnir 3:31; 4:1-23; 16:23-30) Jónatan visti altso, at tað hvørki var mongdin, styrkin ella vápnamegin hjá Guds tænarum, ið gjørdi mun, men trúgvin. Í trúgv læt Jónatan tí Jehova gera av, um hann og vápnasveinurin skuldu leypa á filistaravaktina. Hann valdi eitt tekin, og við tí bað hann Jehova vísa, um hann var við teimum. So skjótt sum Jónatan var vísur í, at Jehova góðtók ætlanina, fór hann óttaleysur til verka.
Her komu tvær síður av trúnni hjá Jónatani til sjóndar. Fyrst síggja vit, at hann hevði ógvuliga stóra virðing fyri Gudi sínum, Jehova. Hann visti, at hin alvaldi Gud saktans kann fremja sínar ætlanir uttan nakra hjálp frá menniskjum. Kortini gleðir tað Jehova at signa trúføst menniskju, sum tæna honum. (2. Krønikubók 16:9) Og síðani tryggjaði Jónatan sær, at Jehova góðtók hansara ætlanir, áðrenn hann gjørdi nakað. Í dag vænta vit ikki, at Jehova við yvirnatúrligum teknum skal vísa, at hann góðtekur okkara avgerðir. Vit hava alla Bíbliuna, og í henni stendur alt, sum er neyðugt fyri at vita, hvat Guds vilji er. (2. Timoteusarbræv 3:16, 17) Kanna vit, hvat Bíblian sigur, áðrenn vit taka týðandi avgerðir, vísa vit, at vit, eins og Jónatan, hugsa meira um Guds vilja enn okkara egna.
So menninir báðir, Jónatan og vápnasveinurin, herja á. Teir taka seg skjótt upp eftir tí brøttu fjallasíðuni og nærkast vaktini. Filistararnir, sum at enda skilja, at teir verða álopnir, senda menn út ímóti teimum báðum monnunum. Filistararnir eru ikki bara nógv fleiri, men teir hava eisini tann fyrimunin, at legan hjá teimum liggur so ovarlaga. Tað man ikki hava nógv upp á seg, at gera av við tveir álopsmenn. Men Jónatan fellir teir, ein fyri og annan eftir. Aftan á honum kemur vápnasveinurin og gevur teimum deyðastingin. Á einum lítlum øki gera teir báðir menninir enda á 20 hermonnum úr fíggindaherinum! Men tað steðgar ikki her. Vit lesa: „Tá varð ræðsla, bæði í tilhaldinum og uttanfyri, og allur herurin, bæði oddaflokkurin og ránsflokkurin, varð sligin av ræðslu; haraftrat kom jarðskjálvti, og tað loypti ræðslu frá Gudi.“ – 1. Sámuelsbók 14:15.
Saul og menn hansara standa nakað burturfrá og eygleiða alt rokið og ræðsluna millum filistarar, sum enntá fara at berjast sínámillum! (1. Sámuelsbók 14:16, 20) Tað gevur ísraelsmonnum mót, og nú leypa teir á – kanska við vápnum, sum teir hava tikið frá falnum filistarum. Henda dagin gav Jehova fólki sínum stórsigur! Og hann er ikki broyttur síðan tá. Velja vit í dag at líta fult og fast á Jehova, soleiðis sum Jónatan og vápnasveinurin gjørdu, fara vit ongantíð at angra tað. – Malakias 3:6; Rómbrævið 10:11.
„Við hjálp Guds hevur hann vunnið sigur í dag“
Saul fekk ikki so nógv burtur úr sigrinum sum Jónatan. Hann hevði nevniliga mistikið seg, so tað munaði. Hann aktaði ikki Sámuel – profetin, sum Jehova hevði valt – men bar eitt offur fram, sum profeturin, ið eisini var levitur, átti at borið fram. Tá ið Sámuel kom á staðið, segði hann við Saul, at vegna hansara ólýdni skuldi kongadømið takast frá honum og latast einum øðrum. Seinni, tá ið Saul sendi menn sínar í bardaga, fekk hann teir at svørja ein tápuligan eið: „Bannaður veri tann maður, ið leskar bita fyrrenn í kvøld, fyrrenn eg havi hevnt meg á fíggindar mínar!“ – 1. Sámuelsbók 13:10-14; 14:24.
Orðini hjá Sauli geva ábending um eina syrgiliga broyting. Hugsaði hesin fyrr so eyðmjúki og andaligi maðurin nú bara um seg sjálvan og sína æru? Jehova hevði ongantíð biðið hann seta sínum djørvu og røsku hermonnum eitt so órímiligt forboð. Og segði Saul ikki, „fyrrenn eg havi hevnt meg á fíggindar mínar“? Helt Saul kanska, at hesin bardagin snúði seg um hann? Hevði hann gloymt, at tað, sum hevði týdning, var, at Guds vilji varð framdur, og ikki, at hann sjálvur fekk hevnd, æru og sigur?
Jónatan visti einki um tann illa umhugsaða eiðin hjá pápa sínum. Útlúgvaður eftir at hava verið í bardaga stakk hann stavin hjá sær niður í eina bíflugukøku og smakkaði á hunangin. Hann kendi seg alt fyri eitt styrktan. So fortaldi ein av monnunum honum um forboðið, sum pápi hansara hevði givið teimum um ikki at eta, og Jónatan svaraði: „Pápi hevur stoytt landinum í vanlukku! Hygg bert, hvussu klár eygu míni eru vorðin, av tí at eg havi smakkað eitt sindur á henda hunangin! Hvussu mangan størri hevði ikki mannafallið verið millum Filistarar, um fólkið í dag hevði etið dúgliga av fonginum, ið teir hava tikið frá fíggindum sínum!“ (1. Sámuelsbók 14:25-30) Rætt hevði hann. Jónatan var ein trúgvur sonur, men trúskapurin gjørdi hann ikki blindan. Hann var ikki samdur við pápa sín í øllum, sum hann segði og gjørdi, og við hesi skilagóðu áskoðanini vann hann virðing millum manna.
Saul frætti, at Jónatan ikki hevði aktað forboðið, men vildi framvegis ikki viðganga, at hansara eiður hevði verið bæði býttur og órímiligur. Nei, hann helt veruliga, at Jónatan, hansara egni sonur, skuldi doyggja. Jónatan segði ikki pápa sínum ímóti, og hann bað heldur ikki um náði. Í staðin fyri segði hann ósjálvsøkin: „Hygg her eri eg, eg má lata lív!“ Men ísraelsmenn høvdu eina aðra meining, teir søgdu: „Skal Jónatan lata lív, hann, ið hevur vunnið Ísrael henda stóra sigur! Tað skal ikki henda! So satt sum HARRIN livir, skal ikki hár av høvdi hansara falla til jarðar, tí við hjálp Guds hevur hann vunnið sigur í dag!“ Endin var, at Saul læt sær lynda. Frásøgan sigur: „Soleiðis fríaði fólkið Jónatan undan deyðanum.“ – 1. Sámuelsbók 14:43-45.
Jónatan var kendur sum ein djarvur, arbeiðssamur og ósjálvsøkin maður. Tá ið hann var í vanda, varð hann bjargaður, tí hann hevði so gott orð á sær. Vit eiga eisini hvønn dag at hugsa um, hvussu okkara avgerðir ávirka okkara umdømi. Bíblian fortelur okkum, at eitt gott navn er ógvuliga nógv vert. (Prædikarin 7:1) Um vit, eins og Jónatan, gera okkara besta fyri at fáa eitt gott umdømi í Guds eygum, fer tað bæði at gagna og verja okkum.
Eitt vaksandi myrkur
Sjálvt um Saul ferð eftir ferð mistók seg, stríddist Jónatan øll árini trúgvur undir liðini á pápa sínum. Ivaleyst hevur tað pínt hann at síggja, hvussu Saul so við og við gjørdist ólýðin og stoltur. Eitt innari myrkur var farið at vaksa í pápanum, og Jónatan fekk ikki steðgað tí.
Støðan versnaði og kom í hæddina, tá ið Jehova gav Sauli boð um at fara í bardaga ímóti amalekitum. Teir vóru so óndir, at Jehova longu á Mósesar døgum hevði boðað frá, at tjóðin skuldi týnast, øll sum hon var. (2. Mósebók 17:14) Saul fekk boð um at drepa øll kríatúr í landinum og avrætta kongin, Agag. Saul vann bardagan, uttan iva sum vant við Jónatani undir sær í djørvum stríði. Men Saul var við vilja ólýðin, hann spardi ikki bara Agag, men eisini tey bestu og feitastu kríatúrini. Sámuel profetur kunngjørdi Sauli dómin, sum Jehova hevði felt: „Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg – tú skalt ikki verða verandi kongur!“ – 1. Sámuelsbók 15:2, 3, 9, 10, 23.
Tað var stutt eftir hetta, at Jehova tók anda sín frá Sauli. Uttan ta góðu ávirkanina frá Jehova, bleiv Saul nú lúnutur, og hann kundi knappliga blíva ógvuliga illsintur og eisini bangin. Tað sýntist, sum ein óndur andi frá Gudi var komin í staðin fyri tann góða. (1. Sámuelsbók 16:14; 18:10-12) Tað var eitt stórt vónbrot hjá Jónatani at síggja pápa sín, sum einaferð hevði verið ein heiðursmaður, broyta seg so nógv! Men ongantíð vikaðist hann í trúføstu tænastu síni fyri Jehova. Hann stuðlaði pápa sínum so væl, sum hann kundi, og var onkuntíð eisini rættiliga bersøgin við hann. Kortini hugsaði hann mest um viðurskiftini við sín Gud og faðir, Jehova, sum ongantíð broytist. – 1. Sámuelsbók 19:4, 5.
Hevur tú nakrantíð sæð ein, sum tú ert góður við, kanska ein í nærmastu familjuni, broyta seg fullkomiliga? Tað kann vera ógvuliga pínufult. Jónatan er eitt dømi, sum minnir okkum á tað, sum sálmaskaldið seinni skrivaði: „Faðir og móðir fóru frá mær – men HARRIN tekur meg til Sín.“ (Sálmur 27:10) Jehova er trúfastur. Hann tekur eisini teg til sín og er besti pápin yvirhøvur. Ófullkomin menniskju kunnu kanska skuffa ella svíkja teg, men ikki hann!
Jónatan frætti allarhelst, at Jehova ætlaði at taka kongadømið frá Sauli. Hvussu ávirkaði tað hann? Hugsaði hann onkuntíð um, hvussu hann hevði verið sum kongur? Droymdi hann um at bøta onkur mistøk hjá pápa sínum og sum ein trúfastur og lýðin kongur vera ein betri fyrimynd? Vit vita ikki, hvat hann hugsaði innast inni. Vit vita bara, at ongar slíkar vónir gjørdust veruleiki. Vil tað siga, at Jehova púra gloymdi sín trúfasta tænara? Nei, tvørturímóti. Í orði sínum, Bíbliuni, brúkar Jehova Jónatan sum eitt framúrskarandi dømi um trúfast vinalag. Tað vinalagið skulu vit kanna í næstu greinini um Jónatan.