TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA | MIRJAM
Syng fyri Jehova!
Gentan fjaldi seg, so eingin skuldi síggja hana, meðan hon eygleiddi nakað ávíst millum sevini við áarbakkan. Hon stóð pinnastill, spent øll sum hon var, meðan vatnið í Nilánni spakuliga rann framvið. Tíðin stóð mest sum still, men hon bara bíðaði, helt vakt og royndi ikki at geva sær far um øll smákyktini, sum surraðu rundan um hana. Gentan eygleiddi eina vatntætta kurv, sum var fjald millum sevini, og í kurvini lá lítlibeiggi hennara. Hon orkaði ikki at hugsa um, at hann lá har einsamallur og hjálparleysur. Men hon visti, at foreldrini høvdu borið seg rætt at, tá ið tey løgdu hann í kurvina í sevinum. Hetta var einasti útvegurin, um lítlibeiggi hennara skuldi yvirliva tað ræðuliga, sum gekk fyri seg.
Tann lítla gentan vísti stórt mót og skuldi skjótt vísa uppaftur størri mót. Í hjarta hennara var ein undurfullur eginleiki longu farin at menna seg, nevniliga trúgv. Henda trúgvin fór týðiliga at gera vart við seg ta komandi løtuna, og hon skuldi síðani vísa seg at hava stóra ávirkan á alt lívið hjá henni. Nógv ár seinni, tá ið hon var blivin gomul, leiddi trúgvin hana ígjøgnum ta mest spennandi tíðarskeiðið í søguni hjá fólki hennara. Og sama trúgvin hjálpti henni eisini, tá ið hon gjørdi eitt álvarsamt mistak. Hvør var hon? Og hvat kunnu vit læra av trúnni hjá henni?
Mirjam vaks upp í trældómi
Bíblian sigur ikki, hvussu gentan æt, men vit ivast ikki í, hvør hon var. Hon var Mirjam, elsta barnið hjá Amrami og Jokebed, sum vóru hebraiskir trælir í Egyptalandi. (4. Mósebók 26:59) Lítlibeiggi hennara skuldi seinni fáa navnið Móses. Áron, sum var eldri beiggin hjá tí lítla dreinginum, var umleið trý ára gamal um hetta mundið. Vit vita ikki nágreiniliga, hvussu gomul Mirjam var, men tað er væl hugsandi, at hon var yngri enn tíggju ár.
Mirjam vaks upp í eini truplari tíð. Egyptar sóu hennara fólk, hebrearar, sum eina stóra hóttan og settu teir at arbeiða hart sum trælir. Men hebreararnir kláraðu hesa harðligu viðferðina og blivu við at fáa fleiri børn. Tí blivu egyptar bangnir og funnu upp á nakað, sum var uppaftur verri. Farao gav boð um, at øll dreingjabørn hjá hebrearum skuldu drepast, so skjótt sum tey vórðu fødd. Men tvær jarðarmøður, sum itu Sifra og Pua, hildu loyniliga tey hebraisku dreingjabørnini á lívi. Mirjam kann meir enn so hava frætt um trúnna hjá teimum. – 2. Mósebók 1:8-22.
Mirjam sá eisini trúnna hjá sínum egnu foreldrum. Tá ið Amram og Jokebed høvdu fingið hetta triðja vakra barnið, krógvaðu tey hann fyrst í tríggjar mánaðir. Tey ræddust ikki Farao og vildu ikki loyva, at nakar skuldi drepa barnið hjá teimum. (Hebrearabrævið 11:23) Men tað er ikki lætt at krógva eitt pinkubarn. Tí noyddust tey rættiliga skjótt at taka eina ógvuliga torføra avgerð. Jokebed mátti krógva barnið og seta hann onkustaðni, so onkur kundi finna hann, verja hann og fostra hann upp. Hon má hava biðið nógvar inniligar bønir, meðan hon bant kurvina úr sevi, smurdi hana við asfalti og biki, so hon kundi vera vatntøtt, og síðani setti sítt elskaða barn út í sevið við Niláarbakkan. Hon bað ivaleyst Mirjam standa og halda vakt fyri at vita, hvussu alt fór at ganga. – 2. Mósebók 2:1-4.
Mirjam var ein lívbjargari
Mirjam fekk ikki gjørt annað enn at bíða. Men knappliga hendi okkurt. Eitt fylgi av kvinnum nærkaðist. Og tær vóru ikki vanligar egyptiskar kvinnur. Hetta var dóttir Farao við sínum tænastukvinnum, sum kom at baða sær í Nilánni. Mirjam bleiv kanska bangin. Tað virkaði ikki sannlíkt, at dóttir Farao fór at gera ímóti boðunum frá faðir sínum og bjarga hesum lítla hebraiska dreinginum. Mirjam bað heilt sikkurt inniliga til Jehova Gud ta løtuna.
Dóttir Farao var tann, sum fyrst bar eyga við kurvina í sevinum. Hon bað tænastugentu sína fara eftir henni. Frásøgan sigur soleiðis um prinsessuna: „Táið hon nú læt hana upp, sá hon barnið – har lá ein drongur og græt.“ Hon visti alt fyri eitt, hvat var hent. Onkur hebraisk mamma royndi at bjarga barninum hjá sær! Dóttir Farao tykti synd í tí lítla vakra barninum. (2. Mósebók 2:5, 6) Mirjam fylgdi væl við og sá ivaleyst í andlitinum á kvinnuni, hvat hon føldi. Gentan visti, at hetta var løtan. Nú mátti hon vísa sítt álit á Jehova í verki. Hon tók dik á seg og nærkaðist tí kongaliga fylginum.
Tað er ilt at vita, hvat tey vanliga gjørdu við eina lítla hebraiska trælagentu, sum vágaði sær at tosa við ein í kongafamiljuni. Men Mirjam spurdi rætt og slætt prinsessuna: „Skal eg fara og fáa tær eina daddu av teimum hebraisku kvinnunum at fostra tær barnið upp?“ Tað var ein ógvuliga góður spurningur. Dóttir Farao visti, at hon ikki var før fyri at hava eitt pinkubarn á brósti. Kanska helt hon, at tað vakti minni ans, um drongurin varð fostraður upp saman við sínum egna fólki. Seinni kundi hon so taka hann heim til sín sum ein ættleiddan son og syrgja fyri at uppala hann og geva honum eina útbúgving. Mirjam má hava verið ógvuliga glað, tá ið prinsessan stutt og greitt svaraði: „Ja, far!“ – 2. Mósebók 2:7, 8.
Mirjam spelaði heim til síni bangnu foreldur. Tað er lætt at ímynda sær, hvussu spent hon var at fortelja mammu síni, hvat var hent. Jokebed, sum ikki ivaðist í, at Jehova var við í tí, sum hendi, fór við Mirjam aftur til dóttur Farao. Jokebed royndi kanska at krógva sína gleði og lættan, hon kendi, tá ið prinsessan segði: „Tak henda drongin og fostra mær hann upp, eg skal lata teg fáa løn fyri tað!“ – 2. Mósebók 2:9.
Tann dagin lærdi Mirjam nógv um sín Gud, Jehova. Hon lærdi, at hann hevur umsorgan fyri sínum fólki og hoyrir teirra bønir. Og hon lærdi eisini, at mót og trúgv ikki bara eru fyri vaksin, og heldur ikki bara fyri menn. Jehova hoyrir bønirnar hjá øllum sínum trúføstu tænarum. (Sálmur 65:3) Hetta er nakað, sum vit øll – ung og gomul, menn og kvinnur – mugu minnast til í hesum truplu tíðum.
Mirjam var ein tolin systir
Jokebed gav tí lítla barninum bróst og hevði umsorgan fyri tí. Tað er lætt at hugsa sær, hvussu góð Mirjam bleiv við lítlabeiggjan, sum hon hevði verið við til at bjarga. Kanska lærdi hon hann at tosa og var glað, tá ið hann fyrstu ferð segði navnið á Gudi sínum, Jehova. Tá ið drongurin bleiv eldri, var tíð at fara aftur við honum til dóttur Farao. (2. Mósebók 2:10) Tað man hava verið ringt hjá allari familjuni at skiljast frá honum. Dóttir Farao rópti dreingin Móses, og Mirjam var uttan iva spent at síggja, hvussu hann fór at verða sum vaksin maður. Fór hann framvegis at elska Jehova, tá ið hann vaks upp millum tey kongaligu í Egyptalandi?
Sum frá leið, var eingin ivi. Mirjam má hava verið ótrúliga stolt av lítlabeiggja sínum, tá ið hann vaks upp og valdi at tæna Jehova í staðin fyri at njóta allar teir fyrimunirnar, sum stóðu honum í boði í kongshúsinum hjá Farao. Tá ið Móses var 40 ára gamal, vísti hann, at hann stuðlaði sínum fólki, hebrearunum, tá ið hann drap ein egypta, sum fór illa við einum hebraiskum træli. Fyri ikki sjálvur at missa lívið rýmdi Móses úr Egyptalandi. – 2. Mósebók 2:11-15; Ápostlasøgan 7:23-29; Hebrearabrævið 11:24-26.
Mirjam hevur kanska einki frætt frá beiggja sínum tey næstu 40 árini, meðan hann búði langt burturi í Midjan sum fremmandur og røktaði seyð. (2. Mósebók 3:1; Ápostlasøgan 7:29, 30) So við og við sum Mirjam eldist, sá hon fólk sítt fáa tað verri og verri.
Mirjam var profetinna
Mirjam man hava verið væl yvir fýrs, tá ið Móses kom aftur. Gud hevði sent hann at bjarga sínum fólki. Áron var talsmaður hjá Mósesi, og teir báðir beiggjarnir hjá Mirjam fóru saman til Farao at biðja hann lata Guds fólk fara. Hon gjørdi óivað sítt besta fyri at stuðla teimum og geva teimum áræði, tá ið Farao rak teir á dyr, og tá ið teir ferð eftir ferð fóru aftur til hansara fyri at ávara um ta næstu pláguna, sum Jehova fór at senda yvir egyptar. At enda, tá ið tíggjunda og seinasta plágan kom og drap allar frumbornar synir hjá egyptum, kundi Ísrael byrja ta stórfingnu burturferðina úr Egyptalandi! Og Mirjam, man hon ikki ótroyttiliga hava hjálpt sínum fólki, meðan øll fóru av stað við Mósesi á odda? – 2. Mósebók 4:14-16, 27-31; 7:1 – 12:51.
Seinni, tá ið ísraelsfólk stóð fangað millum Reyðahavið øðrumegin og egyptiska herin hinumegin, sá Mirjam beiggja sín, Móses, standa við havið og lyfta stavin hjá sær. Havið skiltist sundur! Mirjam hevur nokk ongantíð følt seg sterkari í trúnni á Jehova, enn ta løtuna hon sá beiggja sín leiða fólkið yvir um havið á turrum. Hon tænti einum Gudi, sum kundi gera alt og halda øll lyfti! – 2. Mósebók 14:1-31.
Aftaná, tá ið fólkið var komið yvirum í øllum góðum, og sjógvurin skolaði oman yvir Farao og her hansara, sá Mirjam, at Jehova var sterkari enn tann sterkasti herurin í heiminum. Fólkið fekk hug at syngja fyri Jehova. Og tí fór Mirjam at skipa ein sang, sum kvinnurnar tóku undir við. Tær sungu: „Lovsyngið HARRANUM, tí Hann hevur gjørt Seg stóran, hesti og manni stoytti Hann í havið!“ – 2. Mósebók 15:20, 21; Sálmur 136:15.
Henda løtan mundi vera ein tann størsta í lívinum hjá Mirjam, ein løta hon aldrin gloymdi. Akkurát her í bíbilsku frásøguni verður Mirjam nevnd profetinna. Mirjam er fyrsta kvinnan, sum fær tað heitið, og altso eisini ein av teimum fáu kvinnunum, sum Jehova brúkti í hesi serligu tænastuni. – Dómararnir 4:4; 2. Kongabók 22:14; Esaias 8:3; Lukas 2:36.
Soleiðis minnir Bíblian okkum á, at Jehova sær okkum og er íðin eftir at løna okkum, tá ið vit eyðmjúk gera okkara besta, eru tolin og fegin vilja prísa honum. Antin vit eru ung ella gomul, menn ella kvinnur, so kunnu vit øll vísa, at vit trúgva á Jehova. Jehova gleðist um sovorðna trúgv. Hann gloymir aldrin tað góða, vit gera, og hann lønir okkum fyri tað. (Hebrearabrævið 6:10; 11:6) Vit hava altso góða grund til at taka eftir trúnni hjá Mirjam.
Mirjam bleiv stolt
At vera kendur og hava fyrimunir kann vera ein signing, men eisini ein vandi. Tá ið Ísrael var loyst úr trældóminum, var Mirjam nokk tann kendasta kvinnan í tjóðini. Bleiv hon stolt ella ærusjúk? (Orðtøkini 16:18) Ja, tíverri í eina tíð.
Nakrar fáar mánaðir eftir burturferðina úr Egyptalandi tók Móses ímóti einum fylgi, sum hevði ferðast langa leið til leguna. Tað var Jetro, verpápi hansara, sum kom við Zipporu, konu Móses, og báðum synum teirra. Móses hevði gift seg við henni, tá ið hann búði tey 40 árini í Midjan. Zippora var farin aftur til familju sína í Midjan, kanska á vitjan, og nú kom pápi hennara so við henni til leguna hjá ísraelsfólki. (2. Mósebók 18:1-5) Hugsa tær, hvussu spent øll munnu hava verið! Tey vóru helst forvitin eftir at síggja konuna hjá manninum, sum Gud hevði sett at leiða tey út úr Egyptalandi.
Var Mirjam eisini glað, tí Zippora var komin? Kanska í fyrstuni. Men eftir øllum at døma læt hon so við og við stoltleikan taka yvir. Hon kann hava følt seg hótta og hugsað, at Zippora nú fór at troka hana burtur og blíva kendasta kvinnan í tjóðini. Hvussu var og ikki, so vórðu Mirjam og Áron ónøgd og fóru at gremja seg. Sovorðið tos kann skjótt blíva beiskt og óreint, og tað bleiv tað eisini í hesum førinum. Í fyrstuni klagaðu tey um Zipporu. Tey gramdu seg um, at hon var fremmand og ikki av ísraelsfólki. Men so við og við fóru tey eisini at klaga um Móses sjálvan. Mirjam og Áron søgdu: „Er tá Móses tann einasti, ið HARRIN hevur talað við! Hevur Hann ikki eisini talað við okkum!“ – 4. Mósebók 12:1, 2.
Mirjam bleiv spitølsk
Tað, sum Mirjam og Áron søgdu, vísir, at hugburðurin hjá teimum so við og við var blivin vandamikil og beiskur. Teimum dámdi ikki, at Jehova brúkti Móses, sum hann gjørdi. Tey vildu nevniliga sjálv hava størri vald og ávirkan. Høvdu tey tað soleiðis, tí Móses var ráðaríkur og innbilskur? Hann hevði heilt sikkurt sínar veikleikar, men ærusjúkur og stoltur var hann so ikki. Bíblian sigur um hann: „Móses var óvanliga spakførur maður, spakførari enn nakað annað menniskja á jørð.“ Í øllum førum vóru Mirjam og Áron farin út um øll mørk, og tey vóru sjálv í vanda. Frásøgan sigur, at Jehova lurtaði og hoyrdi alt, tey søgdu. – 4. Mósebók 12:2, 3.
Knappliga gav Jehova teimum trimum systkjunum boð um at fara til samkomutjaldið. Har var tann øgiligi skýstólpin komin niður og stóð við inngongdina sum tekin um, at Jehova var hjástaddur. Og nú talaði Jehova. Hann átalaði atburðin hjá Mirjam og Ároni, minti tey á tað heilt serliga sambandið, hann hevði við Móses og tað stóra álitið, hann hevði valt at vísa honum. „Hvussu bar tað tá til,“ spurdi Jehova, „at tit vágaðu tykkum at taka til orða móti tænara Mínum Mósesi?“ Mirjam og Áron vórðu uttan iva ræðslusligin. Tað, at tey høvdu vanvirt Móses, var í Guds eygum tað sama sum at vanvirða Jehova sjálvan! – 4. Mósebók 12:4-8.
Mirjam var eftir øllum at døma tann, sum gekk á odda og fekk yngra beiggjan við sær í stríðnum móti bróðurkonuni. Og tað kann vera orsøkin til, at tað var Mirjam, sum varð revsað. Jehova gjørdi hana spitalska. Húðin á henni bleiv „hvít sum kavi“ av hesi ræðuligu sjúku. Áron var skjótur at eyðmýkja seg fyri Mósesi, hann bønaði hann um at biðja Jehova fyrigeva teimum og segði: „Vit hava gjørt [tað] í dárskapi!“ Tá rópti Móses, eyðmjúkur sum hann var, til Jehova: „Á Gud, ger hana fríska aftur!“ (4. Mósebók 12:9-13) Tað, sum Móses og Áron gjørdu, vísir okkum, hvussu góðir teir vóru við eldru systur sína, hóast hennara veikleikar.
Gud fyrigav Mirjam
Jehova var miskunnsamur. Mirjam angraði, og hann gjørdi hana fríska aftur. Men hann kravdi kortini, at hon var í sóttarhaldi í sjey dagar uttan fyri leguna hjá ísraelsfólki. Tað má hava verið ógvuliga eyðmýkjandi hjá Mirjam at akta og lata tey í leguni síggja, at hon varð revsað. Men trúgvin bjargaði henni. Innast inni visti hon uttan iva, at faðir hennara, Jehova, var rættvísur og revsaði hana, tí hann elskaði hana. So hon gjørdi, sum hon varð biðin. Teir sjey dagarnir í einsemi gingu, meðan fólkið í leguni bíðaði. Og so vísti Mirjam aftur trúgv sína, hesa ferð við eyðmjúk at fara inn aftur í leguna. – 4. Mósebók 12:14, 15.
Jehova rættleiðir tey, sum hann elskar. (Hebrearabrævið 12:5, 6) Hann elskaði Mirjam so nógv, at hann ikki bara læt hana verða verandi stolta. Revsingin var hørð, men bjargaði henni. Mirjam tók eyðmjúk við revsingini, og Jehova kundi aftur góðkenna hana. Hon livdi víðari næstan líka so leingi, sum ísraelsfólk var statt í oyðimørkini. Tá ið hon doyði í Zinsoyðimørkini í Kades, mundi hon vera tætt við 130 ára gomul. a (4. Mósebók 20:1) Fleiri øldir seinni rósti Jehova Mirjam fyri hennara trúføstu tænastu, tá ið hann við profetinum Mika segði við fólk sítt: „Eg ... loysti teg úr trælahúsinum, og Eg sendi Móses, Áron og Mirjam at ganga undan tær!“ – Mika 6:4.
Vit kunnu læra nógv av lívinum hjá Mirjam. Vit mugu verja tey, sum eru verjuleys, og djørv siga tað, sum er rætt, soleiðis sum hon gjørdi, meðan hon var barn. (Jákupsbrævið 1:27) Vit mugu sum hon við gleði læra onnur tað, sum Gud hevur sagt. (Rómbrævið 10:15) Vit mugu eisini læra okkum hvørki at vera øvundsjúk ella beisk, sum eru vandamiklir eginleikar. (Orðtøkini 14:30) Og vit mugu vera eyðmjúk sum Mirjam og góðtaka, at Jehova rættleiðir okkum. (Hebrearabrævið 12:5) Gera vit tað, taka vit veruliga eftir trúnni hjá Mirjam.
a Tey trý systkini doyðu í somu raðfylgju, sum tey vórðu fødd – Mirjam fyrst, so Áron og so Móses – og eftir øllum at døma innan fyri eitt ár.