TILVILD ELLA TILEVNING?
Fantastiska flogið hjá bananfluguni
Øll, sum hava roynt at drepa eina flugu, vita, hvussu ringt tað kann vera. Tær eru skjótar sum snarljós og næstan altíð førar fyri at snúgva sær undan.
Granskarar hava funnið út av, at ein ávís fluga, bananflugan, dugir líka væl at snara sær í luftini sum eitt stríðsflogfar, og at hon bara brúkar ein brøkpart av einum sekundi. So skjótt sum tær eru klaktar, „flúgva tær sum ekspertar“, sigur Michael Dickinson, professari í lívfrøði. „Tað er sum at seta eitt pinkubarn í eitt stríðsflogfar, og at barnið beinanvegin veit, hvussu tað skal stýra flogfarinum.“
Granskarar hava filmað flogið hjá flugunum og funnið út av, at tær hvørt sekund gera 200 sløg við veingjunum. Men tað krevur bara eitt veingjaslag at broyta kós og flýggja.
Og hvussu við reaktiónstíðini? Granskarar siga, at bananflugurnar, so skjótt sum tær síggja ein vanda, eru 50 ferðir kvikari í vendingini, enn eitt menniskja kann blinka. „Bananflugan roknar heilt skjótt út, hvar vandi er á ferð, og eisini hvønn veg hon skal flýggja,“ sigur Dickinson.
Men tað er ein gáta hjá granskarum, akkurát hvussu evarska lítli heilin hjá bananfluguni er førur fyri at gera hetta.
Hvat heldur tú? Er fantastiska flogið hjá bananfluguni komið av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?