Far beinleiðis til innihaldið

TILVILD ELLA TILEVNING?

V-støðan hjá snjófiðrildinum

V-støðan hjá snjófiðrildinum

Ein firvaldur má hita veingjavøddarnar upp við varma frá sólini, áðrenn hann kann fara á flog. Men tá ið tað er samdrigið, fer snjófiðrildið skjótari á flog enn aðrir firvaldar. Hvussu ber tað til?

Hugsa um hetta: Áðrenn teir flestu firvaldar fara á flog, sóla teir sær antin við samanløgdum veingjum ella við spreiddum veingjum. Men snjófiðrildið hevur veingirnar í eini v-støðu. Gransking vísir, at snjófiðrildið fyri at fáa mestan hita má hava hvønn vong í einum vinkli, sum er umleið 17 stig frá samanlagdari støðu. Við hesi støðuni verður sólorkan beind beinleiðis niður í veingjavøddarnar framman á kroppinum, so teir verða hitaðir upp, og snjófiðrildið kann fara á flog.

Granskarar á University of Exeter í Onglandi hava kannað, um teir kundu fáa meira orku burtur úr sólpanelum við at herma eftir v-støðuni hjá snjófiðrildinum. Tá ið teir gjørdu tað, øktist framleidda orkan við næstan 50 prosentum.

Granskararnir løgdu eisini til merkis, at yvirflatin á veingjunum hjá snjófiðrildinum er sera skyggjandi. Við at herma eftir v-støðuni og skyggjandi veingjastrukturinum vóru granskararnir førir fyri at framleiða lættari og betri sólpanel. Hesi úrslitini fingu Richard ffrench-Constant professara, sum er partur av granskaratoyminum, at siga, at snjófiðrildið er „ekspertur í at heysta sólorku“.

Hvat heldur tú? Er v-støðan hjá snjófiðrildinum komin av berari tilvild? Ella er talan um tilevning?