Ein bók fyri teg?
Ein bók fyri teg?
„Ikki er endi á, sum bøkur verða skrivaðar,“ segði Sálomon fyri umleið 3000 árum síðani. (Prædikarin 12:12) Orðini hóska nú betur enn nakrantíð. Aftrat teimum klassisku verkunum verða fleiri túsund nýggjar bøkur prentaðar á hvørjum ári. Við so nógvum bókum í at velja, hví so lesa júst Bíbliuna?
NÓGV lesa bøkur til stuttleika ella fyri at fáa sær vitan, ella kanska bæði. Tað sama kann sigast um at lesa Bíbliuna. Hon er bæði uppbyggjandi og undirhaldandi. Men hon er meir enn tað. Úr henni fæst ein heilt serligur kunnskapur. — Prædikarin 12:9, 10.
Bíblian svarar spurningum, sum fólk leingi hava undrast á — spurningar um fortíðina, nútíðina og framtíðina. Nógv spyrja: Hvaðani eru vit komin? Hvør er meiningin við lívinum? Hvussu verða vit lukkulig? Verður lív altíð á jørðini? Hvat ber framtíðin í sær?
Allar upplýsingarnar, sum hava verið frammi í hesum heftinum, vísa týðiliga, at Bíblian er bæði neyv og álítandi. Vit hava longu sæð, at hennara hentu ráð kunnu hjálpa okkum at fáa eina týdningarmikla og lukkuliga tilveru nú í tíðini. Tá hon svarar øllum okkara spurningum um nútíðina so væl, fara vit ikki illa, um vit kanna tað hon sigur um fortíðina, og profetiirnar um framtíðina, bæði væl og virðiliga.
Soleiðis fært tú mest burturúr
Nógv, sum eru farin í holt við at lesa Bíbliuna, eru givin, tí sumt í henni er torskilt. Hevur tú upplivað nakað tað sama, eru nøkur góð ráð kanska ikki burturvið.
Vel tær eina álítandi bíbliutýðing á nútíðarmáli. Vit hava tvær góðar føroyskar at velja í, og á donskum hava vit til dømis Ny Verden-Oversættelsen af De Hellige Skrifter. * Summi lesa fyrst evangeliifrásøgurnar um lív Jesusar. Hansara læra, sum hon til dømis kemur fram í Fjallaprædikuni, er merkt av vísdómi og stórum innliti í menniskjans náttúru, og hon vísir eisini, hvussu vit kunnu betra okkara lut í lívinum. — Les Matteus, kapittul 5 til 7.
Umframt at lesa sjálva Bíbliuna, fæst nógv burturúr at kanna hana eftir evnum. Tað krevur, at vit gjøllkanna tað, Bíblian sigur um eitt ávíst evni. Tú verður kanska bilsin, tá tú sært, hvat Bíblian í grundini sigur um evni sum sálina, himmalin, jørðina, lívið og deyðan, og um hvat Guds ríki er, og hvat tað útinnir. * Jehova vitni bjóða ókeypis bíbliuskeið, har Bíblian verður kannað eftir evnum. Hevur eitt slíkt skeið tín áhuga, kanst tú skriva til útgevararnar av hesum heftinum á nærmastu adressuni av teimum, sum standa á síðu 2.
Eftir at hava kannað prógvini, eru nógv komin til ta niðurstøðu, at Bíblian er frá Gudi, sum Skriftirnar nevna „Jehova“. (Sálmur 83:18, Ny Verden-Oversættelsen) Kanska ert tú ikki fullvísur í, at Bíblian hevur guddómligan uppruna. Men hví ikki sjálvur kanna eftir? Vit ivast ikki í, at tú, tá tú hevur lært og hugsað um æviga vísdómin í Bíbliuni og kanska roynt hennara hentu og nýtiligu ráð, kemur eftir, at Bíblian veruliga er ein bók fyri øll fólk, ja, ein bók fyri teg.
[Undirgreinar]
^ par. 8 Útgevari er Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc.
^ par. 9 Ein bók, sum hevur hjálpt nógvum at kanna Bíbliuna eftir evnum, er Kunnskapur sum førir til ævigt lív, sum Watchtower Bible and Tract Society of New York, Inc. hevur givið út.