Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein bók sum „tosar“ livandi mál

Ein bók sum „tosar“ livandi mál

Ein bók sum „tosar“ livandi mál

Doyr málið í einari bók, doyr sjálv bókin í veruleikanum eisini. Bert fá duga nú á døgum at lesa tey gomlu málini, Bíblian varð skrivað á. Kortini er hon framvegis á lívi. Hon livir, tí hon „lærdi at tosa“ livandi mannamál. Umsetararnir, sum „lærdu“ hana onnur mál, møttu stundum forðingum, sum tóktust óloysandi.

AT UMSETA Bíbliuna — við sínum meira enn 1100 kapitlum og 31.000 ørindum — er ein øgilig uppgáva. Men í øldir hava ósjálvsøknir umsetarar verið fúsir at fara undir uppgávuna. Nógvir vóru viligir at líða trongdir og eisini doyggja fyri sítt arbeiði. Søgan um, hvussu Bíblian varð umsett til øll heimsins mál, er ein merkisverd frásøga um áhaldni og uppfinningarsemi. Vit skulu hyggja at einum lítlum broti úr hesi hugtakandi søgu.

Avbjóðingarnar ið møttu umsetarunum

Hvussu umsetir tú eina bók til eitt mál, sum einki skriftmál hevur? Ikki heilt fáir umsetarar høvdu júst henda trupulleikan. Til dømis fór Ulfilas í 4. øld e.o.t. undir at týða Bíbliuna til gotiskt. Gotiskt var tá í tíðini eitt talumál, men einki skriftmál. Ulfilas greiddi trupulleikan við at uppfinna gotiska alfabetið við 27 bókstavum, sum hann í høvuðsheitum grundaði á tey griksku og latínsku alfabetini. Hansara umseting av nærum allari Bíbliuni lá liðug innan ár 381 e.o.t.

Í 9. øld ætlaðu tveir brøður, Kyrillos (upprunaliga Konstantin) og Methodios, sum báðir vóru dugnaligir lærdir og málkønir, at umseta Bíbliuna fyri fólkinum, ið tosaði slaviskt. Men málið, sum seinni gjørdist nútíðar slaviskt, hevði einki skriftmál. Tí uppfunnu brøðurnir báðir eitt alfabet, so teir fingu gjørt eina umseting av Bíbliuni. Soleiðis kundi Bíblian nú „tosa“ við nógv fleiri, nevniliga fólkið í slaviska heiminum.

Í 16. øld fór William Tyndale undir at umseta Bíbliuna úr upprunamálunum til enskt, men hann møtti harðari mótstøðu frá bæði kirkju og stati. Tyndale hevði lisið í Oxford, og hann ætlaði at gera eina umseting, sum sjálvt „plógdrongurin“ var førur fyri at skilja.1 Men fyri at náa hesum endamáli, noyddist hann at flýggja til Týsklands, har hansara enska „Nýggja Testamenti“ varð prentað í 1526. Tá nøkur eintøk vórðu smuglað til Onglands, gjørdust myndugleikarnir í øðini og tóku at brenna tey alment. Tyndale varð seinni svikin. Beint áðrenn hann varð kyrktur, og kroppur hansara brendur, segði hann við harðari rødd: „Harri, lat eyguni upp á kongi Onglands!“2

Bíbliutýðingin helt fram; umsetararnir vóru ikki at steðga. Í ár 1800 høvdu ið hvussu er partar av Bíbliuni „lært at tosa“ 68 mál. Tá farið varð undir at stovna bíbliufeløg, serstakliga British and Foreign Bible Society, sum varð sett á stovn í 1804, „lærdi“ Bíblian skjótt at tosa uppaftur fleiri mál. Ungir menn í hundraðtali bjóðaðu sær til at gerast trúboðarar í fremmandum londum, nógvir einamest við tí í huga at umseta Bíbliuna.

Bíblian á afrikanskum máli

Í 1800 vóru bert eini tólv skriftmál í Afrika. Fleiri hundrað onnur talumál máttu steðga, til onkur uppfann teimum eitt skriftmál. Trúboðarar fóru út og lærdu seg málini uttan nakra orðabók ella lærubók á byrjanarstigi. Síðan stríddust teir við at gera skriftmál, sum teir so lærdu fólkið at lesa. Alt hetta gjørdu teir, fyri at fólk ein vakran dag skuldu vera før fyri at lesa Bíbliuna á sínum egna máli.3

Ein av hesum trúboðarunum var skoti, Robert Moffat at navni. Í 1821 stovnaði Moffat 25 ára gamal eina trúboðarastøð millum tey tswanamæltu í sunnara parti av Afrika. Tey høvdu einki skriftmál, og fyri at læra málið var hann saman við fólkinum á staðnum; hann ferðaðist eisini av og á inn í landið og búði hjá teimum. „Fólkini vóru blíð,“ skrivaði hann seinni, „og míni málsligu mistøk elvdu til nógvan látur. Eingin rættaði nakrantíð eitt orð ella ein setning uttan at hava hermt so væl eftir mær, at hann kundi stuttleika onnur við tí.“4 Men Moffat var tolin og lærdi umsíðir málið, hann fann eisini út av at skriva tað.

Í 1829, tá Moffat hevði arbeitt hjá tswanafólkinum í átta ár, varð hann liðugur at umseta Lukasevangeliið. Fyri at fáa tað prentað ferðaðist hann nærum 1000 kilometrar við neytakerru út ímóti strondini og haðani við skipi til Cape Town. Har gav guvernørurin honum loyvi at nýta eina stóra prentmaskinu, sum landið átti, men hann mátti sjálvur hondseta, so prenta og loksins í 1830 útgeva evangeliið. Nú kundi tswanafólkið á fyrsta sinni lesa ein part av Bíbliuni á sínum egna máli. Í 1857 var Robert Moffat liðugur at umseta alla Bíbliuna til tswana.

Seinni greiddi Moffat frá, hvussu tswanafólkini bóru seg at, tá tey fyrstu ferð fingu høvi at lesa Lukasevangeliið. Hann segði: „Eg veit um summi, ið ferðaðust fleiri hundrað kilometrar fyri at fáa fatur á eintøkum av Skt. Lukas. . . . Eg havi sæð tey fáa eintøk av Skt. Lukas og grátandi kroysta tey inn at sær í takksemi. Við meir enn ein mátti eg siga: ’Tú spillir bøkurnar við tárum.’“5

Við ídnum umsetarum sum Robert Moffat fingu nógvir afrikanarar fyrstu ferð høvi at skriva sínámillum, hóast summir í fyrstuni ikki hildu seg tørva eitt skriftmál. Men umsetararnir hildu kortini, teir góvu afrikanska fólkinum eina uppaftur størri gávu — Bíbliuna á teirra egna máli. Í dag „tosar“ Bíblian ella partar av henni meira enn 600 afrikansk mál.

Bíblian lærir asiatisk mál

Meðan umsetararnir í Afrika stríddust við at uppfinna skriftmál til tey málini, fólk tosaðu, komu aðrir umsetarar hinumegin knøttin til heilt aðrar trupulleikar. Teir skuldu týða Bíbliuna til mál, sum longu høvdu eina torgreidda skriftskipan. Hetta galt til dømis teir, sum týddu Bíbliuna til asiatisk mál.

Fyrst í 19. øld fóru William Carey og Joshua Marshman til India og lærdu seg fleiri av landsins skriftmálum. William Ward, sum var prentari, hjálpti teimum at framleiða týðingar av í minsta lagi bíbliupørtum á úti við 40 málum.6 Rithøvundurin J. Herbert Kane greiddi soleiðis frá William Carey: „Hann uppfann eitt vakurt, lættflótandi [bengalskt] gerandismál í staðin fyri tann gamla klassiska formin og gjørdi tað soleiðis skilligari og dámligari hjá nýggjum lesarum.“7

Adoniram Judson, sum føddist og vaks upp í USA, fór til Burma, og í 1817 byrjaði hann at umseta Bíbliuna til burmesiskt. Um trupulleikarnar við at læra seg eitt orientalskt mál so væl at tú kanst umseta Bíbliuna, skrivaði hann: „At læra eitt mál, sum verður tosað av fólkum hinumegin jørðina, sum hugsa heilt øðrvísi enn tú og hava púra fremmandan málburð, bókstavir og orð, sum als einki samband hava við nakað mál, tú fyrr hevur sæð; tá tú hvørki hevur orðabók ella tolk, men má royna at læra teg so mikið av málinum, at tú kanst fáa einum innføddan lærara at hjálpa tær — tað er møðsamt!“8

Í Judsons føri kravdi hetta umleið 18 ára íðið arbeiði. Seinasti parturin av burmesisku bíbliuni varð prentaður í 1835. Hansara uppihald í Burma var dýrgoldið. Meðan hann arbeiddi við umsetingini, varð hann ákærdur fyri njósning og mátti sita úti við tvey ár í einum moskitoherjaðum fongsli. Stutt eftir at hann varð latin leysur, doyðu bæði kona og lítla dóttir hansara av fepuri.

Tá 25-ára gamli Robert Morrison í 1807 kom til Kina, fór hann undir ta ovurhonds truplu uppgávuna at umseta Bíbliuna til kinesiskt, sum man vera eitt hitt fløkjasligasta málið yvirhøvur. Hann dugdi lítið kinesiskt, sum hann tók at lesa bert tvey ár frammanundan. Morrison mátti eisini stríðast við kinesiska lóg, sum miðaði eftir at halda Kina avbyrgt frá umheiminum. Kinesarar fingu deyðarevsing fyri at læra fremmandafólk kinesiskt, og útlendingar fingu deyðarevsing fyri at umseta Bíbliuna til kinesiskt.

Óræddur, men ansin, helt Morrison áfram at lesa málið, og hann lærdi skjótt. Eftir tveimum árum hevði hann fingið starv sum umsetari á East India Company. Um dagin arbeiddi hann fyri handilsfelagið, men í loyndum og støðugt í vanda fyri avdúking arbeiddi hann við at umseta Bíbliuna. Í 1814, sjey ár eftir at hann kom til Kina, hevði hann tær Kristnu Griksku Skriftirnar klárar til prentingar.9 Fimm ár seinni varð hann, við hjálp frá William Milne, liðugur við tær Hebraisku Skriftirnar.

Hetta var eitt ómetaligt avrik. Nú „dugdi“ Bíblian tað málið, sum tey flestu fólkini í heiminum tosaðu. Tað er dugnaligum umsetarum fyri at takka, at Bíblian eftir hetta varð umsett til onnur asiatisk mál. Í dag fáast partar av Bíbliuni á meira enn 500 asiatiskum málum.

Hví stríddust menn sum Tyndale, Moffat, Judson og Morrison í mong ár, stundum í deyðsvanda, við at umseta eina bók til fólk, teir ikki kendu, og sum í summum førum einki skriftmál høvdu? Avgjørt ikki fyri heiður ella vinning. Men teir trúðu, at Bíblian er Guds orð, og at hon skuldi „tosa“ við fólk — øll fólk — á teirra egna máli.

Antin tú nú heldur Bíbliuna vera Guds orð ella ikki, tekur tú helst undir við okkum í, at tann ósjálvsøkni hugburðurin hjá hesum ídnu umsetarunum alt ov sjáldan er at síggja í heiminum nú á døgum. Man ein bók, sum eggjar til slíkt ósjálvsøkni, ikki vera verd at kanna?

[Yvirlit á síðu 12]

(Tekstsuppsetingin sæst í prentaða lesnaðinum)

So nógv mál eru partar av Bíbliuni prentaðir á síðan ár 1800

1800

68

107

171

269

367

1900

522

729

971

1199

1762

1995

2123

Kelduávísing: United Bible Societies

[Mynd á síðu 10]

William Tyndale umsetti Bíbliuna

[Mynd á síðu 11]

Robert Moffat

[Mynd á síðu 12]

Adoniram Judson

[Mynd á síðu 13]

Robert Morrison