Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ein rangtulkað bók

Ein rangtulkað bók

Ein rangtulkað bók

„Læran um, at jørðin ferðast í dupultari ringrás um sína egnu ás og um sólina, er skeiv og fullkomiliga í stríði við Halgubók.“ Hetta varð í 1616 staðfest í einum boðbrævi frá indeksbólkinum í katólsku kirkjuni.1 Viðurkennir Bíblian so ikki vísindaligar sannroyndir? Ella verður hon rangtulkað?

VETURIN ár 1609/10 snúði Galileo Galilei nýbygda spegilskikaran hjá sær upp móti himli og sá fýra mánar í ringrás um gongustjørnuna Jupiter. Tað, hann sá, skelkaði ta vanligu trúnna uppá, at allir himinknøttar mólu í ringrás um jørðina. Longu í 1543 smíðaði pólendski stjørnufrøðingurin Nikolaus Kopernikus ástøðið um, at gongustjørnurnar mólu kring sólina. Hetta staðfesti Galilei.

Katólskir gudfrøðingar mettu kortini hesa hugsanina sum falstrúgv. Kirkjan hevði jú leingi lært, at jørðin var miðdepilin í alheiminum.2 Tann áskoðanin var grundað á eina bókstavliga tulking av skriftørindum, sum søgdu jørðina vera ’festa á grundvøllir sínar’, so hon ’ikki vikast í allar ævir’. (Sálmur 104:5) Galilei varð stevndur fyri katólska rannsóknardómstólin í Róm. Har varð hann undir hóttanum um píning noyddur at taka uppdagingar sínar aftur, og hann mátti restina av lívi sínum sita í húsavarðhaldi.

Í 1992, umleið 350 ár eftir deyða Galilei, ásannaði katólska kirkjan umsíðir, at hann hevði rætt.3 Men um Galilei hevði rætt, var Bíblian so skeiv?

Rætta fatanin av bíbliuorðum

Galilei trúði, at Bíblian var sonn. Tá hansara vísindaligu uppdagingar avsannaðu ta vanligu tulkingina av ávísum bíbliuørindum, hugsaði hann tí, at gudfrøðingarnir ikki høvdu fatað tekstin rætt. Hann skrivaði jú sjálvur: „Tveir sannleikar kunnu aldri mótsiga hvør øðrum.“4 Hann helt tí, at neyvur vísindaligur málburður ikki mótsegði gerandismálinum í Bíbliuni. Men gudfrøðingar vóru ikki so lættir at syfta. Teir stóðu fast uppá, at alt, sum Bíblian segði um jørðina, skuldi fatast bókstavliga. Orsakað av hesum skúgvaðu teir ikki einans uppdagingarnar hjá Galilei til viks, teir misfataðu eisini tær bíbilsku frágreiðingarnar um evnið.

Tá Bíblian sigur, at jørðin hevur „fýra horn“, skuldi vanligt skil sagt okkum, at tað ikki merkir, at bíbliuhøvundarnir hildu jørðina vera fýrakantaða. (Opinberingin 7:1) Bíblian er skrivað á vanligum gerandismáli við ymiskum tiltøkum og máliskum. Tá hon tí talar um, at jørðin hevur „fýra horn“, „grundvøllir“, ið ikki vikast, „stólpar“ og „hornstein“, er ætlanin ikki at geva eina vísindaliga lýsing av jørðini; hon talar eyðsæð í myndum, sum ofta verður gjørt í dagligari talu. * — Mika 6:2; Job 38:6.

Í bók síni, Galileo Galilei, skrivaði ævisøguhøvundurin L. Geymonat: „Trongdskygdir gudfrøðingar, sum vildu avmarka vísindini við bíbilskum hugsanum, gjørdu í veruleikanum einki annað enn at koma Bíbliuni í ringt orð.“5 Ja, og tað so dyggiliga! Í veruleikanum var tað teirra útlegging av Bíbliuni, og ikki Bíblian sjálv, ið legði órímiligar avmarkingar á vísindini.

Tað sama hendir nú á døgum, tá átrúnaðarligir fundamentalistar rangtulka Bíbliuna við at halda uppá, at jørðin varð skapt í seks 24-tíma samdøgur. (1 Mósebók 1:3-31) Henda áskoðanin samsvarar hvørki við vísindini ella við Bíbliuna. Í Bíbliuni, eins og í dagligari talu, er orðið „dagur“ ógvuliga liðiligt. 1 Mósebók 2:4 nevnir til dømis allar seks skapanardagar undir einum sum ein ’dag’. Hebraiska orðið, ið verður týtt „dagur“ í Bíbliuni, kann heilt einfalt merkja „long tíð“.6 Tí er einki bíbilskt prógv fyri, at hvør skapanardagur vardi 24 tímar. Tá fundamentalistar læra nakað annað, rangtulka teir Bíbliuna. — Les eisini Seinna Bræv Pæturs 3:8.

At gudfrøðingar reingja Bíbliuna, er einki ókent fyribrigdi í søguni. Latið okkum nú vita, hvussu trúarbólkar í kristinheiminum annars hava rangtulkað Bíbliuna.

Rangtulkað av átrúnaði

Atburðurin hjá teimum, sum siga seg ganga eftir Bíbliuni, kemur ofta tí bókini, tey siga seg virða, í ringt orð. Sonevnd kristin hava í Guds navni dripið hvør annan, meðan Bíblian sigur, at tey, sum fylgja Kristusi, skulu „elska hvør annan“. — Jóhannes 13:34, 35; Matteus 26:52.

Summir prestar knokkroyta fylgi síni, lokka súrt vunnan pening frá teimum — beint ímóti leiðbeiningini í Bíbliuni, sum sigur: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“ — Matteus 10:8; 1 Pætur 5:2, 3.

Bíblian kann, sum skilst, ikki dømast eftir atburðinum hjá teimum, sum hava hana á munni ella siga seg fylgja henni. Hin fordómaleysi vil helst sjálvur kanna, hvat Bíblian snýr seg um, og hví hon er so merkisverd.

[Undirgrein]

^ par. 8 Til dømis munnu sjálvt teir turrisligastu stjørnufrøðingarnir nú á døgum siga, at sólin, stjørnur og stjørnumyndir „rísa“ og „seta“, hóast tað í veruleikanum bert sær út, sum tær førka seg orsakað av jarðarringrásini.

[Mynd á síðu 4]

Tveir spegilskikarar hjá Galilei

[Mynd á síðu 5]

Galilei fyri katólska rannsóknardómstólinum