Er bókin álítandi?
Er bókin álítandi?
„Eg finni fleiri álítandi tekin um trúvirði í Bíbliuni enn í nakrari verðsligari søgufrásøgn yvirhøvur.“ — Enski vísindamaðurin Sir Isaac Newton.1
ER Bíblian álítandi? Nevnir hon verulig fólk, verulig støð og veruligar hendingar? Um so er, skuldu prógv verið fyri, at høvundarnir, sum skrivaðu hana, vóru nærlagdir og ærligir. Prógvini eru har. Nógv hava ligið goymd í jørðini, og uppaftur fleiri finnast í sjálvari bókini.
Prógvini verða grivin fram
Fornlutir, sum hava ligið fjaldir í bíbilskum londum, prógva, at Bíblian er beinrakin, bæði søguliga og landafrøðiliga. Latið okkum kanna nøkur fá prógv, sum fornfrøðingar hava grivið fram.
Bíbliulesarar kenna Dávid, djarva unga hirðan, sum gjørdist kongur í Ísrael. Hann stendur 1138 ferðir nevndur í Bíbliuni, og máliskan „hús Dávids“ — sum ofta vísir til kongsætt hansara — stendur 25 ferðir. (1 Sámuel 16:13; 20:16) Inntil fyri stuttum høvdu vit bert Bíbliunnar orð fyri, at Dávid hevur verið til. Var Dávid bara ein hugsaður persónur?
Í 1993 gjørdi ein bólkur av fornfrøðingum við Avraham Biran professara á odda eina óvæntaða uppdaging, sum Israel Exploration Journal greiddi frá. Í einum fornum heyggi norðarlaga í Ísrael, Tel Dan at navni, funnu teir ein stein úr svørtum basalti. Høgd inn í steinin stóðu orðini „hús Dávids“ og „kongur Ísraels“.2 Innskriftin er tíðarfest til 9. øld f.o.t. og tykist vera partur av einum sigursvarða, sum fíggindar Ísraels fyri vestan, áramearar, reistu. Hví er henda gamla innskriftin so týdningarmikil?
Við støði í einari frágreiðing frá Biran professara og starvsfelaga hansara, Joseph Naveh professara, segði ein grein í Biblical Archaeology Review: „Hetta er fyrstu ferð, navnið Dávid er funnið á nakrari gamlari innskrift yvirhøvur, burtur sæð frá Bíbliuni.“3 * Innskriftin var eisini merkisverd á annan hátt. Máliskan „hús Dávids“ er skrivað í einum orði. Málfrøðingurin Anson Rainey professari greiðir frá: „Markatekn . . . varð ofta lopið um, serstakliga tá samansetingin var eitt væl kent sernavn. ’Hús Dávids’ var avgjørt eitt slíkt sernavn av bæði politiskum og landafrøðiligum týdningi mitt í níggjundi øld fyri okkara tíðarrokning.“5 Dávid kongur og kongsætt hansara vóru eyðsýniliga væl kend í fornari tíð.
Hevur Nineve — stóri assýrarabýurin, sum stendur nevndur í Bíbliuni — nakrantíð verið til? So seint sum í byrjanini av 19. øld noktaðu bíbliukritikkarar at trúgva tí. Men í avtoftaðu borgini, sum Sankerib kongur átti í Kuyunjik, gróv sir Austen Henry Layard seg í 1849 fram á eina toft, sum vísti seg at stava úr fortíðar Nineve. Tað tepti atfinnararnar. Men toftirnar høvdu meira at siga frá. Á veggunum í einum væl varðveittum rúmi funnu teir mynd, sum vísti hertøkuna av einum víggirdum býi, har fangarnir vórðu førdir fram fyri sigrandi kongin. Yvir konginum stendur innskriftin: „Sankerib, kongur heimsins,
kongur í Assýria, sat í nimedu-hásæti og kannaði herfongin úr Lakis (La-ki-su).“6Avmyndingin og innskriftin, sum kunnu síggjast á British Museum, samsvara tí bíbilsku frásøguni í Seinnu Kongabók 18:13, 14, sum sigur, at Sankerib tók býin Lakis í Juda. Í einari viðmerking til henda fundin skrivaði Layard: „Hvør hevði, áðrenn hesar uppdagingarnar vórðu gjørdar, trúð, tað var sannlíkt ella møguligt, at vit undir øllum burturkastinum og moldini, sum vístu, hvar Nineve lá, skuldu finna søguna um bardagarnar ímillum Ezekias [Judakong] og Sankerib, sum Sankerib sjálvur skrivaði, júst tá tað hendi, og at hon út í odd og egg staðfesti ta bíbilsku frásøguna?“7
Fornfrøðingar hava funnið nógv annað — pottabrot, húsatoftir, leirtalvur, myntar, handrit, minnisvarðar og innskriftir — sum staðfesta Bíbliunnar neyvleika. Í einum útgrevstri funnu teir kaldearabýin Ur, sum var handilsligur og átrúnaðarligur miðdepil og bústaður Ábrahams.8 (1 Mósebók 11:27-31) Nabonids Krønika, sum varð funnin í 19. øld, sigur frá falli Bábylons fyri hond Kýrosar hins Stóra í ár 539 f.o.t., sum eisini er umrøtt í Dániels bók, kapittul 5.9 Ein innskrift (á British Museum finnast brot haðani), sum varð funnin á einum portursboga í Tessalonika, sigur frá oddamonnunum í býnum og nevnir teir „politarkar“, eitt orð, sum ikki er at finna í klassiskum grikskum verkum, men sum bíbliuhøvundurin Lukas nýtir.10 (Ápostlasøgan 17:6, Ny Verden-Oversættelsen, undirgrein) Soleiðis varð neyvleiki Lukasar staðfestur — eins og hann eisini frammanundan hevði verið staðfestur í øðrum smálutum. — Samanber Lukas 1:3.
Fornfrøðingar eru tó ikki altíð á einum máli, hvørki sínámillum ella við Bíbliuna. Kortini eru í sjálvari Bíbliuni sterk prógv um, at hon álítandi.
Ærliga framborin
Ærligir søgumenn siga ikki bara frá sigrum (sum til dømis tá Sankerib hertók Lakis), men eisini frá ósigrum. Teir skriva ikki bara um framgongd, men eisini um afturgongd, nevna ikki bara styrki hjá monnum, men eisini veikleikar. Fáar verðsligar krønikur eru so ærligar.
Viðvíkjandi søgumonnunum í Assýria sigur Daniel D. Luckenbill: „Vanliga kemur týðiliga til sjóndar, at kongligur errinskapur kravdi, at teir fóru lætt um søguligan neyvleika.“11 Sum dømi um ’kongliga errinskapin’ kunnu nevnast árbøkurnar hjá assýrarakonginum Assurbanipal, har skrøggað verður: „Eg eri kongligur, eg eri ediligur, eg eri upphevjaður, eg eri mektigur, eg eri ærdur, eg eri víðagitin, eg eri framúrskarandi, eg eri máttmikil, eg eri raskur, eg eri djarvur sum leyvan, og eg eri reystmenni!“12 Hevði tú tikið alt, sum stóð at lesa í slíkum ritum, fyri fult?
Bíbliuhøvundarnir eru hin vegin púra ærligir. Móses, sum leiddi Ísrael, greiðir opinskáraður frá, at bróðirin Áron, systirin Mirjam og bróðursynirnir báðir, Nadab og Abihu, mistóku seg. Hann sigur eisini frá sínum egnu og fólksins mistøkum. (2 Mósebók 14:11, 12; 32:1-6; 3 Mósebók 10:1, 2; 4 Mósebók 12:1-3; 20:9-12; 27:12-14) Kávað varð heldur ikki út yvir tey álvarsomu mistøkini hjá Dávidi kongi; tey vórðu fest á blað — og tað meðan Dávid enn var kongur. (2 Sámuel, kapittul 11 og 24) Matteus, sum skrivaði evangeliið við sama navni, greiðir frá, at ápostlarnir (hann var sjálvur ein) kjakaðust um, hvør ið var størstur teirra millum, og at teir fóru frá Jesusi ta náttina, hann varð handtikin. (Matteus 20:20-24; 26:56) Teir, sum skrivaðu brøvini í teimum Kristnu Griksku Skriftunum, duldu ikki fyri trupulleikunum í summum kristnum samkomum í fyrstu øld, til dømis siðloysi og flokkadrátti. Og teir vóru ikki mjúkir í orðum, tá ið teir umrøddu slíkar trupulleikar. — 1 Korint 1:10-13; 5:1-13.
Ein so opin og ærlig frágreiðing um viðurskiftini vísir, at ætlanin var at siga sannleikan. Tá bíbliuhøvundarnir vóru fúsir at geva ólagaligar upplýsingar um síni egnu húski, sítt egna fólk og seg sjálvar, vísir tað so ikki, at tað, teir skrivaðu, er eftirfarandi?
Neyv út í æsir
Í sakarmálum avgera tey ofta trúvirðið hjá einum vitni við at kanna alt út í æsir. Er neyvt samsvar ímillum vitnisfrágreiðingina og sannroyndirnar, bendir alt á, at frágreiðingin er sonn, meðan álvarsom frávik kunnu vísa, at hon er íspunnin. Hin vegin kann ein alt ov snotilig frásøga — har alt er væl skipað og lagt til rættis — eisini geva ábending um falskan vitnisburð.
Hvussu er vorðið við „vitnisfrágreiðingunum“ frá bíbliuhøvundunum? Sambærið teirra millum er undranarvert — tær samsvara út í æsir. Men talan er kortini ikki um eitt væl fyriskipað sambæri, sum kundi givið illgruna um avtalað spæl. Høvundarnir eru ofta á einum máli uttan at vita av tí, og uttan at tað virkar tilgjørt. Latið okkum taka nøkur dømi.
Bíbliuhøvundurin Matteus skrivaði: „Táið Jesus kom inn í hús Pæturs, sá Hann, at vermóðir hansara lá og hevði fepur.“ (Matteus 8:14) Matteus gevur her eina áhugaverda, men í hesum sambandi týdningarleysa upplýsing: Pætur var giftur. Paulus stuðlaði hesi upplýsingini, tá hann skrivaði: „Hava vit ikki rætt at føra eina systur við okkum sum konu — líka væl sum hinir ápostlarnir . . . og Kefas!“ * (1 Korint 9:5) Samanhangið gevur ábending um, at Paulus verjir seg fyri ógrundaðum atfinningum. (1 Korint 9:1-4) Paulus kemur eyðsæð ikki við hesum lítla uppískoytinum um, at Pætur er giftur, fyri at stuðla frásøgnini hjá Matteusi. Hann nevnir tað av berari tilvild.
Teir fýra evangelistarnir — Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes — nevna allir, at ein lærisveinur, ta náttina Jesus varð handtikin, tók eitt svørð, langaði út eftir tænara høvuðsprestsins og høgdi oyrað av honum. Bara Jóhannesevangeliið leggur so hissini aftrat: „Tænarin æt Malkus.“ (Jóhannes 18:10, 26) Hví sigur eingin annar enn Jóhannes navnið á manninum? Nøkur fá ørindi seinni lesa vit nakað, sum ikki stendur aðrastaðni: Jóhannes „var kendur við høvuðsprestin“. Húsfólkið hjá høvuðsprestinum kendi hann, eisini tænararnir, og hann kendi teir. (Jóhannes 18:15, 16) Tí er tað heilt natúrligt, at Jóhannes nevnir navnið á tí særda manninum, meðan hinir evangelistarnir, sum ikki kendu hann, ikki nevna tað.
Viðhvørt er ein nágreinilig frágreiðing ikki tikin við í einari frásøgu, men kemur so tilvildarliga í einum øðrum viðfangi. Til dømis sigur Matteus í sínari frásøgn um sakarmál Jesusar fyri tí jødiska sanhedrininum, at hjástødd „góvu Honum stavsløg og søgdu: ’Profetera fyri okkum, Kristus! Hvør var tað, ið sló Teg?’“ (Matteus 26:67, 68) Hví bóðu tey Jesus „profetera“ um, hvør ið sló hann, tá tann, ið sló, stóð beint framman fyri honum? Matteus sigur einki um tað. Men tveir aðrir evangelistar geva okkum svarið. Teir, ið søktu at Jesusi, fjaldu andlit hansara, áðrenn teir slógu hann. (Markus 14:65; Lukas 22:64) Matteus hugsar í frásøgu síni ikki um at føra alt út í æsir.
Í Jóhannesevangeliinum lesa vit, at nógv fólk einaferð vóru samankomin at hoyra Jesus undirvísa. Tá Jesus sá mannamúgvuna, segði hann sambært frásøgnini „við Filip: ’Hvar skulu vit keypa breyð, so hesi kunnu fáa at eta?’“ (Jóhannes 6:5) Hví spyr Jesus Filip, hvar breyð er at fáa, tá so nógvir aðrir lærisveinar eru hjástaddir? Tað sigur høvundurin einki um. Men í parallelfrásøguni nevnir Lukas, at hendingin fór fram nærhendis Betsaida, einum býi við norðurstrondina á Galileavatninum, og fyrr í Jóhannesevangeliinum stendur, at „Filip var úr Betsaida“. (Jóhannes 1:45; Lukas 9:10) Jesus spurdi tí skilvíst ein, sum kom úr einum býi har nærhendis. Hetta neyva samsvarið er merkisvert, ikki minst tí tað er óætlað.
At okkurt ikki er tikið við, styrkir í ávísum førum álitið á bíbliuhøvundin. Tann, sum skrivaði Fyrru Kongabók, nevnir til dømis eina álvarsama hungursneyð í Ísrael. Hon var so ring, at kongurin ikki fann nóg mikið av vatni og grasi til at halda lív í „hestum og múldýrum“ sínum. (1 Kongabók 17:7; 18:5) Men í somu frásøgn stendur, at Elias profetur gav boð um at bera so nógv vatn niðan á Karmelfjallið (í samband við eitt offur), at tað fylti eina rennu rundan um eitt øki, sum kanska hevur verið 1000 fermetrar til víddar. (1 Kongabók 18:33-35) Hvaðani fekst alt hetta vatnið, tá turkur herjaði landið? Tann, sum skrivaði Fyrru Kongabók, kemur ikki við nakrari frágreiðing. Men øll, sum búgva í Ísrael, vita, at Karmel liggur við Miðjarðarhavsstrondina, sum nevnt tilvildarligt seinni í frásøguni. (1 Kongabók 18:43) Tey fingu sostatt fatur á sjógvi. Um henda annars nágreiniliga bókin var berur heilaspuni í sannleikabúna, hví greiddi høvundurin, sum í tí føri var ein dugnaligur falsari, so ikki frá hesum ivamáli í tekstinum?
Er Bíblian álítandi? Fornfrøðingar hava funnið nóg mikið av lutum til at staðfesta, at Bíblian sigur frá veruligum fólki, veruligum støðum og veruligum hendingum. Uppaftur meira sannførandi eru kortini vitnisburðirnir í sjálvari Bíbliuni. Høvundarnir skrivaðu sum var, teir eirdu ongum, heldur ikki sær sjálvum. Innvortis samsvarið í Bíbliuni, eisini ótilætlaðar samhendingar, geva hennara „vitnisfrágreiðingum“ sannleikans merki. Við slíkum ’álítandi teknum um trúvirði’ er Bíblian eyðsýniliga ein bók, vit kunnu líta á.
[Undirgreinar]
^ par. 8 Eftir hesa uppdagingina segði André Lemaire professari, at ein nýggj endurgerð av eini skaddari reglu á Mesjasteininum, sum varð funnin í 1868, vísir, at eisini hann nevnir „hús Dávids“.4
^ par. 21 „Kefas“ er navnið „Pætur“ á semitiskum. — Jóhannes 1:42.
[Mynd á síðu 15]
Tel Dan fragmentið
[Mynd á síðu 16 og 17]
Assýrisk veggmynd lýsandi hertøkuna av Lakis, sum Seinna Kongabók 18:13, 14 sigur frá