Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Er bókin í samsvar við vísindini?

Er bókin í samsvar við vísindini?

Er bókin í samsvar við vísindini?

Átrúnaðurin hevur ikki altíð mett vísindini sum sín vin. Í øldir forðaðu summir gudfrøðingar vísindaligum uppdagingum, um teir hildu, tær kundu skaða teirra tulking av Bíbliuni. Men eru vísindini í grundini fíggindar Bíbliunnar?

HØVDU bíbliuhøvundarnir tikið undir við teimum vísindaligu áskoðanunum, sum vóru vanligar tá í tíðini, høvdu teir skrivað eina bók fulla av sjónskum vísindaligum skeivleikum. Men høvundarnir stuðlaðu ikki slíkum óvísindaligum uppfatanum — tvørturímóti. Nógv av tí, teir skrivaðu, var ikki bara vísindaliga rætt, men eisini í beinleiðis stríði við vanligar hugsanir tá í tíðini.

Hvat skap hevur jørðin?

Tann spurningin hava fólk hugsað um í fleiri túsund ár. Fyrr í tíðini hildu tey flestu jørðina vera flata. Bábelsmenn trúðu til dømis, at alheimurin var ein kassi ella eitt rúm, ið hevði jørðina til gólv. Vedaprestarnir í India hildu, at jørðin var fløt, og at fólk bert búðu øðrumegin. Ein primitivur ættarbólkur í Asia hugsaði sær jørðina sum ein stóran bakka.

Longu í 6. øld f.o.t. kom grikski heimspekingurin Pythagoras kortini fram við teirri teoriini, at tá sólin og mánin bæði vóru rund, mátti jørðin eisini vera rund. Seinni tók Aristoteles (4. øld f.o.t.) undir við honum og greiddi frá, at ein mánamyrking prógvar, at jørðin er rund. Jarðarskuggin á mánanum er bogaður.

Men hugsanin um eina flata jørð (og bert íbygda øðrumegin) hvarv ikki heilt. Summi dugdu væl at síggja, at tann natúrliga avleiðingin av, at jørðin var rund, var hugtakið andføtlingar. * Hesum gjørdi Lactantius, ein kristin verji úr 4. øld e.o.t., gjøldur burtur úr. Hann segði: „Er nakar so býttur, at hann trýr, summi menniskju hava fótaspor síni hægri enn høvdið? . . . at avgrøðin og trøini vaksa niðureftir? at regn, kavi og heglingur dettur uppeftir?“2

Hugtakið andføtlingar var ein trupulleiki hjá summum gudfrøðingum. Sambært ávísum teorium kundi eingin, sum livdi hinumegin jørðina, hava nakað sum helst samband við kend fólkasløg, antin tí havið var so stórt, at ikki var siglandi tvørtur um tað, ella tí eitt óframkomandi hitabelti var um ekvator. Hvaðani skuldu andføtlingar so vera komnir? Hetta ørkymlaði summar gudfrøðingar so mikið, at teir heldur vildu trúgva, at eingir andføtlingar vóru til, ella, sum Lacatantius helt uppá, at jørðin ómøguliga kundi vera rund!

Kortini vann hugsanin um eina runda jørð frama, og hon varð at enda viðurkend víða hvar. Ikki fyrr enn nú í 20. øld, rúmdarøldini, kundu menniskju ferðast so langt út í rúmdina, at tey við egnum eygum sóu, at jørðin hevur form sum ein kúla. *

Og hvørja støðu hevði so Bíblian í hesum máli? Í 8. øld f.o.t., meðan fólk yvirhøvur hildu jørðina vera flata — fleiri øldir fyrr enn grikskir heimspekingar komu fram við teorium um, at jørðin helst hevði skap sum ein kúla, og fleiri túsund ár fyrr enn menniskju úr rúmdini sóu, at jørðin var rund — segði hebraiski profeturin, Esaias, stutt og greitt: „Tað er hann, ið situr hátt yvir jarðarkringinum.“ (Esaias 40:22, Løggilda føroyska umsetingin) Hebraiska orðið chugh, sum her verður týtt „kringur“, kann eisini merkja „himnahválv“ ella „kúla“.3 Aðrar bíbliutýðingar siga í hesum sambandi „Jarðarbólturin“ (Lindberg) og „tann runda jørðin“. — Moffat. *

Bíbliuhøvundurin Esaias kom altso ikki fram við teimum vanligu mytunum um jørðina. Hann skrivaði í staðin eina frásøgu, sum ikki vikaðist av vísindaligum uppdagingum.

Hvat heldur jørðini uppi?

Aðrir spurningar um alheimin ørkymlaðu eisini fólk í gomlum døgum: Hvørjum hvílir jørðin á? Hvat heldur sólini, mánanum og stjørnunum uppi? Tey kendu ikki tyngdarlógina, sum Isaac Newton orðaði og lýsti í 1687. Fólk vistu einki um, at himinknøttarnir í veruleikanum hanga í ongum í tí tómu rúmdini. Tí bendu teirra frágreiðingar ofta á, at okkurt ítøkiligt helt jørðini og øðrum himinknøttum uppi.

Til dømis segði ein gomul teori, sum kanska stavaði frá oyggjabúgvum, at jørðin var umgyrd av vatni, og at hon fleyt í hesum vatninum. Hinduistar hugsaðu sær, at jørðin hevði fleiri grundvøllir, hvør oman á øðrum. Undir stóðu fýra fílar á einari risavaksnari skjaldbøku, sum so aftur stóð á einum ómetaliga stórum ormi, og ormurin fleyt samanringdur á alheimsins vøtnum. Empedokles, grikskur heimspekingur úr 5. øld f.o.t., trúði, at jørðin hvíldi á einari hvirlu, og at tað var henda hvirlan, ið koyrdi undir himinknøttarnar, so teir førkaðu seg.

Mest útbreidda fatanin var kanska tann, Aristoteles kom fram við. Hann hevði eina teori um, at jørðin var ein kúla, men helt ikki, hon fekk hingið í tómum rúmi. Í síni ritgerð On the Heavens avsannar hann hugsanina um, at jørðin hvílir á vatni; hann sigur: „Tað er heldur ikki náttúra vatnsins, at sveima í leysum lofti: tað má hvíla á onkrum.“4 Hvørjum ’hvílir’ jørðin so á? Aristoteles helt, at sólin, mánin og stjørnurnar vórðu festar á yvirflatuna á føstum gjøgnumskygdum kúlum. Hvør kúlan lá inni í eini aðrari kúlu, og jørðin lá — órørlig — í miðjuni. Tá kúlurnar mólu runt hvør í aðrari, førkaðu lutirnir, sum sótu á teimum — sólin, mánin og gongustjørnurnar — seg eftir himmalinum.

Frágreiðingin hjá Aristoteles tóktist skilvís. Hvussu kundu himinknøttarnir halda sær uppi, um teir ikki vóru festir í okkurt? Teoriin hjá tí háttvirda Aristoteles varð viðurkend sum royndur lutur í umleið 2000 ár. Sambært The New Encyclopædia Britannica fekk læra hansara í 16. og 17. øld „støðu sum trúarsetningur“ í kirkjunnar eygum.5

Tá spegilskikarin varð uppfunnin, fóru stjørnufrøðingar at ivast um teoriina hjá Aristoteles. Teir skiltu kortini ikki rætta samanhangið, fyrr enn Sir Isaac Newton greiddi frá, at gongustjørnurnar hanga í tómu rúmdini og verða hildnar í ringrás av einari ósjónligari megi — tyngdarmegini. Hetta tóktist mongum ótrúligt, og nakrir starvsfelagar hjá Newton fingu seg illa at trúgva, at rúmdin kundi vera eitt stórt einki við at kalla ongum tilfari. *6

Hvat hevur Bíblian at siga um hetta? Fyri nærum 3500 árum síðani segði Bíblian stutt og greitt, at jørðin varð hongd „á einki“. (Job 26:7) Hebraiska orðið, sum her verður týtt „einki“ (beli-mahʹ) merkir orðarætt „uttan nakað“.7 Bíbliutýðingin Contemporary English Version nýtir málburðin „í tómum rúmi“.

At jørðin var ein gongustjørna, sum hekk „í tómum rúmi“, var als eingin vanlig hugsan í teirri tíðini. Men nógv framman undan tíð síni skrivaði bíbliuhøvundurin eina frásøgu, sum vísindaliga er sonn.

Er Bíblian í samsvar við læknavísindini?

Nútímans læknavísindi hava lært okkum nógv um, hvussu sjúkur spjaðast og fyribyrgjast. Læknafrøðilig framstig leiddu í 19. øld til sóttverju í læknagerninginum, tá farið varð undir at minka smittuvandan við reinføri. Úrslitini vaktu ans. Tilburðirnir av smittusjúkum og bráðum deyða fækkaðust munandi.

Fyrr í tíðini skiltu læknarnir kortini ikki til fulnar, hvussu sjúkur spjaðast. Teir skiltu heldur ikki, hvussu stóran týdning reinføri hevur í fyribyrgingini av sjúkum. Ei undur í at nógv læknaráð úr teirri tíðini kunnu tykjast barbárisk eftir nútíðar mátistokki.

Eitt hitt elsta læknaritið, ið finst, er Papyrus Ebers, sum er eitt savn av egyptiskum læknaráðum frá umleið ár 1550 f.o.t. Í hesi skriftrulluni standa úti við 700 læknaráð ímóti ymiskum plágum „frá krokodillubiti til tánaglapínu“.8 Í The International Standard Bible Encyclopaedia lesa vit: „Medisinski kunnleikin hjá hesum læknunum var á berum royndarstigi, mest gandur og heilt óvísindaligur.“9 Hóast heilivágurin fyri tað mesta ongan mun gjørdi, var hann í onkrum føri ógvuliga vandamikil. Tá skruvan til dømis var farin av einum sári, vóru ráðini hesi: „Skarn skrivarans verður blandað væl við nýmjólk og nýtt sum greytarbak.“10

Hesin teksturin við egyptiskum læknaráðum varð skrivaður um somu tíð sum tær fyrstu bøkurnar í Bíbliuni, teirra millum Móselógin. Móses varð føddur í 1593 f.o.t. og vaks upp í Egyptalandi. (2 Mósebók 2:1-10) Í húski Faraos varð hann „lærdur upp í øllum vísdómi Egypta“. (Ápostlasøgan 7:22) Hann kendi „læknarnar“ í Egyptalandi. (1 Mósebók 50:1-3) Vórðu hansara skriftir ávirkaðar av teirra einkisverdu ella vandamiklu læknaráðum?

Nei. Tvørturímóti hevði Móselógin reglur um reinføri, sum vóru nógv framman undan tíð síni. Til dømis kravdi ein lóg um hernaðarlegur, at skarnið varð tyrvt uttan fyri leguna. (5 Mósebók 23:13) Her var talan um sera nútímans verjutiltøk. Tey forðaðu fyri, at vatnið varð dálkað, og minkaðu vandan fyri smittu við blóðsótt og øðrum diaresjúkum, sum framvegis á hvørjum ári krevja fleiri milliónir mannalív í londum, har reinførisviðurskiftini eru sera vánalig.

Í Móselógini vóru eisini aðrar reglur um reinføri, sum vardu ísraelsmenn ímóti smittusjúkum. Tann, sum hevði, ella var undir illgruna fyri at hava, eina smittusjúku, varð avbyrgdur. (3 Mósebók 13:1-5) Klæði ella íløt, sum komu í samband við sjálvdeytt kríatúr (ið kanska doyði av sjúku), skuldu vaskast, áðrenn tey aftur komu í nýtslu, ella beinast burtur. (3 Mósebók 11:27, 28, 32, 33) Um onkur nam við ein deyðan, varð hann mettur óreinur og mátti ígjøgnum eina reinsan, har hann millum annað baðaði sær og vaskaði klæði síni. Viðkomandi var so óreinur í sjey dagar og mátti hetta tíðarskeiðið einki samband hava við onnur. — 4 Mósebók 19:1-13.

Hesar reinførisreglurnar avdúka ein vísdóm, sum læknarnir í londunum rundanum ikki høvdu um tað mundið. Fleiri túsund ár fyrr enn læknavísindini lærdu, hvussu sjúkur spjaðast, gav Bíblian skilagóð verjuráð, sum byrgdu fyri sjúkum. Tað kemur tí ikki óvart, at Móses kundi siga, at ísraelsmenn á hansara døgum vanliga livdu, til teir vóru 70 til 80 ára gamlir. * — Sálmur 90:10.

Tú sært kanska, at tað, Bíblian sigur á hesum økinum, er vísindaliga nágreiniligt. Men Bíblian nevnir eisini okkurt, sum ikki kann prógvast vísindaliga. Merkir tað so, at Bíblian er ósamd við vísindini?

Kunnu vit trúgva tí, sum ikki kann prógvast?

Hóast okkurt ikki kann prógvast, noyðist tað ikki at vera ósatt. Vísindalig prógv eru treytað av, at menniskju duga at finna nøktandi vitnisburðir og týða upplýsingarnar rætt. Summir sannleikar kunnu ikki prógvast, antin tí próvtilfarið er ótýðiligt, farið fyri skeytið ella ikki er funnið. Kanska ger vantandi vísindaligur førleiki og serkunnleiki, at eingin eintýddur úrskurður fæst burturúr. Kundi hetta gjørt seg galdandi í samband við bíbilskar frásagnir, sum eingi óheft, fysisk prógv eru fyri?

Tá Bíblian til dømis sigur frá einum ósjónligum heimi við andaverum, kann tað ikki prógvast — ella mótprógvast — vísindaliga. Tað sama er at siga um tey undurverkini, Bíblian nevnir. Summi halda heldur ikki tey jarðfrøðiligu prógvini um eina heimsumfatandi vatnflóð á Nóa døgum vera nøktandi. (1 Mósebók, kapittul 7) Er niðurstøðan so tann, at tað ikki hendi? Søguligar hendingar kunnu kámast, sum tíðin líður. Kunnu jarðfrøðiligar broytingar í fleiri túsund ár ikki hava beint fyri nógvum vitnisburðum um Vatnflóðina?

Í Bíbliuni eru eyðsæð frásøgur, sum hvørki kunnu prógvast ella mótprógvast við tøkum fysiskum vitnisburðum. Men er tað so løgið? Bíblian er eingin vísindalig lærubók. Men tað, hon sigur, er satt. Vit hava longu sæð sterkar vitnisburðir um, at rithøvundarnir vóru reinlyntir og ærligir menn. Tá teir nevna vísindalig viðurskifti, eru teir nágreiniligir og fullkomiliga leysir av gomlum „vísindaligum“ teorium, sum seinni vístu seg at vera mytur. Vísindini eru sostatt ikki fíggindar Bíbliunnar. Vit hava góðar grundir til at taka tað, Bíblian sigur, til umhugsanar við opnum sinni.

[Undirgreinar]

^ par. 7 „Andføtlingar . . . eru tvey pláss, sum eru hvørt síni megin knøttin. Ein bein linja teirra millum hevði gingið ígjøgnum jarðarmiðdepilin. Orðið andføtlingar merkir á grikskum máli fótur móti fóti. Á tveimum, ið standa sum andføtlingar, eru iljarnar tættast.“1 — The World Book Encyclopedia.

^ par. 9 Tøkniliga sæð er jørðin ein pólflatur knøttur; hon er eitt sindur trýst á pólunum.

^ par. 10 Hartil kemur, at bert ein kúluformaður lutur tykist rundur úr øllum sjónarhornum. Ein fløt skiva hevði oftari sæð út sum ein ellipsa enn sum ein sirkul.

^ par. 17 Tá Newton livdi, var vanliga áskoðanin tann, at alheimurin var fullur av løgi — eini kosmiskari „súpan“ — og at meldurstreymar í hesum løginum fingu gongustjørnurnar at mala.

^ par. 27 Í ár 1900 var væntaði livialdurin í nógvum europeiskum londum og í USA styttri enn 50 ár. Síðan tá er hann nógv øktur, ikki einans vegna læknafrøðilig framstig í sjúkuviðgerðini, men eisini vegna betri reinføri og livikor.

[Tekstsendurgeving á síðu 21]

Hóast okkurt ikki kann prógvast, noyðist tað ikki at vera ósatt

[Mynd á síðu 18]

Fleiri túsund ár fyrr enn menniskju vóru før fyri úr rúmdini at síggja rundu jørðina, talaði Bíblian um ’jarðarkringin’

[Mynd á síðu 20]

Sir Isaac Newton greiddi frá, at tyngdarmegin heldur gongustjørnunum í ringrás